Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. juni 2026Nr. 58
Kunngerð um broyting í kunngerð um veiðu eftir botnfiski o.ø. við fiskiførum undir føroyskum flaggi í NAFO-skipanarøkinum í 2026
(Fiskiskapur eftir kalva)
§ 1
Í kunngerð nr. 230 frá 30. desember 2025 um veiðu eftir botnfiski o.ø. við fiskiførum undir føroyskum flaggi í NAFO-skipanarøkinum í 2026, sum broytt við kunngerð nr. 31 frá 1. apríl 2026, verður aftan á § 9 í kapittul 5 sett
“Kalvi
§ 9 a. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2026 fiska í mesta lagi 200 tons av kalva, Atlantic halibut, Hippoglossus hippoglossus, í NAFO-skipanarøkinum. Veiðast skal við línu.
Stk. 2. Heildarkvotan sambært stk. 1 verður latin teimum, sum í 2025 høvdu rætt til egna árskvotu av toski á Flemish Cap ella teimum, sum hesin rættur er fluttur til. Fiskiskapurin verður skipaður sum felagskvota.
Stk. 3. Fiskiskapur eftir kalva sambært stk. 1 kann bert fara fram við fiskifari við veiðiloyvi, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
Stk. 4. Tá heildarkvotan sambært stk. 1 er uppfiskað, kann hjáveiðan av kalva í fiskiskapi eftir toski í NAFO-deildarøki 3M, Flemish Cap, í mesta lagi vera 5% av samlaðu toskaveiðuni umborð og landaðu toskaveiðuni.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og fiskimálaráðið, 1. juni 2026
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)