Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. juni 1999Nr. 58
Kunngerð um skattafrí endurgjøld til starvandi umborð á flogfari
Við heimild í § 29, nr. 21 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt sum broytt við m. a. løgtingslóg nr. 101 frá 29. desember 1998, verður ásett:
Innlendis flogferðsla
§ 1. Niðanfyri tilskilaðu endurgjøld, sum starvandi umborð á flogfari ella tyrlu í innlendis ferðslu fáa útgoldið, sum endurgjald fyri kostnað av hesum starvi, eru ikki skattskyldug:
Tímapeningur |
15,00 kr. |
Fullur dagpeningur |
250,00 kr. |
Náttarviðbót (hotel) eftir rokning, tó í mesta lagi |
500,00 kr. |
Náttarviðbót, ikki skjalprógvað |
230,00 kr. |
Stk. 2. Er ferðin styttri enn 16 tímar, verður tímapeningur góðtikin fyri hvønn tíma. Er ferðin longri, verður í mesta lagi fullur dagpeningur góðtikin.
Stk. 3. Náttarviðbót verður veitt fyri at hava ligið nátt burtur. Náttin verður roknað til 8 tímar.
Millumlanda flogferðsla
§ 2. Niðanfyri tilskilaðu endurgjøld, sum starvandi umborð á flogfari ella tyrlu í millumlanda ferðslu fáa útgoldið, sum endurgjald fyri kostnað av hesum starvi, eru ikki skattskyldug:
Danmark
Dagpeningur 360,00 kr., á heimferðardegi tó 200,00 kr., jbr. tó § 3, stk. 2.
Náttarviðbót (hotel) eftir rokning, tó í mesta lagi 700,00 kr.
Náttarviðbót, ikki skjalprógvað 250,00 kr.
Onnur lond
Náttarviðbót og dagpeningur sambært reglunum hjá uttanríkisráðnum. Er morgunmatur íroknaður náttarviðbótini, verða drigin 15% frá dagpeninginum.
Gildiskoma og skiftisregla
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, men er galdandi fyri útgjaldingar, sum eru gjørdar fyri ferðir 1. januar 1998 ella seinni.
Stk. 2. Frá 1. januar til 31. desember 1998 er ikki skattskyldugi dagpeningurin í Danmark 460,00 kr. og á heimferðardegi úr Danmark kr. 250,00 kr.
Fíggjarmálastýrið, 7. juni 1999
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)