11. mai 2020Nr. 58
Kunngerð um broyting í kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum
(Hækking av grundupphædd og lækking av frádráttarfríari inntøkuupphædd)
§ 1
Í kunngerð nr. 139 frá 27. november 2019 um áseting og javning av almannaveitingum, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, stk. 2, nr. 1 verður “kr. 43.068,00” broytt til: “kr. 46.548,00”.
2. Í § 2, stk. 2, nr. 4 verður “kr. 32.796,00” broytt til: “kr. 36.276,00”.
3. § 2, stk. 12 verður orðað soleiðis:
“Stk. 12. Frádráttarfrí inntøkuupphædd í fólkapensjón er árliga: kr. 45.000,00.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar 2020.
Almannamálaráðið, 11. mai 2020
Elsebeth M. Gunnleygsdóttur (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)