Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 12-09-1969
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

12. september 1969Nr. 58

Kunngerð um fýrverk

Eftir løgtingslóg nr. 27 frá 8. mai 1969 um fýrverk og lóg nr. 68 frá 1. apríl 1912 um spreingievni hevur landsstýrið fyrisett:

Gerð og innflutningur av fýrverk.

§ 1. Loyvi til gerð av fýrverk verður givið av landsstýrinum. Loyvi til innflutning av fýrverk verður givið av landfútanum.

 Stk. 2. Umsókn um loyvi til innflutning av fýrverk verður at senda landfútanum gjøgnum sýslumannin ella løgregluna, har sum umsøkjarin býr ella røkir vinnu. Við umsóknini skulu fylgja bíleggingarváttan, faktura ella tílíkar, sum siga frá:

1)   vøruslag,

2)   støddin og samsetingin av satsinum, sum elva kann brest og

3)   um fýrverkið kann elva reytt ljóseffekt ella orangegult roykeffekt.

Avhending, útvegan og nýtsla av fýrverk.

§ 2. Eftir § 2 í lógini er forboð fyri at avhenda, útvega sær ella gera nýtslu av fýrverk, sum brestur, uttan loyvi frá landfútanum.

Stk. 2. Undantikin frá forboðnum í stk. 1 eru:

1)   borðbumbur,

2)   japanskar borðbumbur,

3)   brestir, (knallert).

4)   bresttráður,

5)   pappírsperlur (amorces),

6)   pappírsperlubond (amorcesbond),

7)   brestperlur og

8)   brestproppar (hundaproppar).

Stk. 3. Fylgjandi fýrverk, sum hava ljós- ella roykeffekt, mugu ikki latast av hondum, útvegast ella nýtast uttan loyvi frá landfútanum, smbr. tó § 8, stk. 3:

1)   rakettir, sum skjóta frá sær reyðar stjørnur,

2)   rakett-fallskýggjabluss, sum geva reytt ljós og

3)   royksignal, sum geva orangegulan royk.

Stk. 4. Reglurnar í stk. 1-3 galda ikki sølu til forhandlara.

Søla av fýrverk og kemikalium til persónar undir 18 ár.

§ 3. Eftir § 3 í lógini er forboð fyri at selja persónum undir 18 ár fýrverk.

Stk. 2. Undantikin forboðnum í stk. 1 eru:

1)   borðbumbur,

2)   brestir,

3)   pappírsperlur (amorces),

4)   pappírsperlubond (amorcesbond) og

5)   stjørnukast.

§ 4. Forboð er fyri at selja persónum undir 18 ár fylgjandi kemikaliur:

1) chloratur, perchloratur og nitrar av natrium, kalium, calcium, ammonium ella baryum,

2)   reytt og gult fosfor,

3)   svávul,

4)   aluminumspulvur og magnesiumpulvur.

Merking.

§ 5. Fýrverkslutir skulu hava uttanáskrift, sum eyðkennir lutin og helst fabrikatnummar og annaðhvørt navnið hjá fabrikanti (innflytara) og heimstað ella vørumerki hansara ella serstakt eyðkenni. Verður vørumerki ella eyðkenni nýtt, skal landfútin hava frásøgn um tað.

Stk. 2. Fýrverkslutir, sum koma undir § 2, stk. 3 og hartil annað signalfýrverk (bumbur, kanónslag og summi handbluss) skulu eisini vera týðuliga merkt við bókstavinum “S“.

Stk. 3. Á størri fýrverkslutum skal eisini standa stutt nýtsluleiðbeining.

§ 6. Størri fýrverkslutir, sum vanliga eisini í heilsølu verða seldir í smáum, til dømis størri rakettur og sólir, skal uttanáskriftin og bókstavurin “S“ standa á hvørjum lutinum sær, minni fýrverkslutum á tí sum uttanum teir er.

§ 7. Fýrverk skal vera merkt áðrenn tað verður latið út frá forhandlara.

Loyvi at útvega sær og gera nýtslu av fýrverk.

§ 8. Loyvi til at útvega sær og gera nýtslu av fýrverk, sum forboð er fyri at nýta, kann fáast hjá landfútanum, tá ið serstakur áhugi til tess er próvførdur, til dømis í veitslulag o.t., sum opið er hjá almenningini ella mong sleppa til. Í loyvinum skal landfútin leggja, hvussu mikið og hvussu fýrverkið skal vera nýtt.

Stk. 2. Útgerðarmenn, skiparar, fareigarar og aðrir, sum tørva útgerð av neyðsignalum, kunnu haraftrat fáa bæði einsæris og loyvir yvirhøvur til keyp og nýtslu av “S“ merktum fýrverki.

Stk. 3. Loyvi til keyp og nýtslu av “S“ merktum fýrverki tørvar ikki, um so er, at tað verður tikið hjá forhandlara móti at vísa tilsýnsbókina hjá skipinum og stemplað í hana.

Goymsla.

§ 9. Í handlum ella rúmum uppat teim kunnu uppí 20 kg av fýrverki havast á goymslu. Uttanfyri tílík rúm kunnu uppí 40 kg av fýrverki havast á goymslu, tó ikki í sethúsum. Loyvi til størri nøgdir á goymslu kann fáast hjá landfútanum.

Stk. 2. Stjørnukast koma ikki undir regluna í stk. 1.

§ 10. Fýrverk skal goymast varliga og minst 2 m frá varmavæli ella kaminu.

Stk. 2. Goymslur av fýrverk hjá handlandi skulu havast í tøttum trækøssum (skápum) ella timburfóraðum metalkøssum við tøttum loki. Kassarnir (skápini) skulu vera merktir “Vandamikið – Fýrverk“ og mugu bert goyma fýrverk og setast so, at fólk sleppur ikki til. Verður fýrverk goymt í handilsrúmum ella rúmum uppiá tílíkum, skulu hóskandi sløkkiamboð vera við hondina nærindis køssunum (skápunum), til dømis spann við vatni ella trýstvatnssløkkjari (handsløkkjari við vatni at sløkkja við og onkur komprimerað luft sum drívevni).

Stk. 3. Hóast reglurnar í stk. 2 er tað tó loyvt at hava fýrverkslutir frammi at vísa til sølu, men tó soleiðis, at fólk sleppur ikki til fýrverk, sum stendur frammi og bert ein lutur av hvørjum (eind ella smásølupakking) av hvørjum slagnum, sum eru at fáa í handlinum.

Stk. 4. Í rúmum, sum hava inni fýrverk, mugu ikki eldfimar veskur vera og royking er forboðin. Undir hesa regluna koma ikki handilsrúm, sum hava eldsløkkingaramboð sum tilskilað í stk. 2

Stk. 5. Undir reglurnar í stk. 2 og 4 koma ikki stjørnukast, borðbumbur, japanskar borðbumbur og brestir (knallert).

Stk. 6. Nýtsla av fýrverk í rúmum, sum hava inni ella frammi fýrverk og eldfimar veskur, er forboðið.

Revsing og nær kunngerðin kemur í gildi.

§ 11. Brot móti § 2, stk. 3, §§ 4-7, § 9, stk. 1 og § 10 kemur undir bót.

§ 12. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin.