Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. apríl 2002Nr. 58
Kunngerð um veterinert eftirlit í sambandi við samhandil, inn- og útflutning av djóraúrdráttum og øðrum úrdráttum, sum ikki eru ætlaðir til matna v.m. sum seinast broytt við kunngerð nr. 120 frá 14. september 2011
Við heimild í § 9, stk.1-3, § 17, § 18, stk. 1, § 36, stk. 2, § 42, stk. 1, § 47, stk. 1 og § 48, stk. 2 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum) verður ásett:
Kap. 1.
Øki og allýsingar
§ 1. Kunngerðin fevnir um veterinert eftirlit í sambandi við samhandil millum Føroyar og ES og í sambandi við innflutning frá og útflutning til triðjalond av teimum úrdráttum úr dýrum og øðrum úrdráttum, sum nevndir eru í stk. 2.
Stk. 2. Kunngerðin fevnir um hesar úrdráttir:
1. Úrdráttir av animalskum uppruna, sum ikki eru ætlaðir til matna, íroknað:
a. gitnaðarevni, t.e. sáð, egg og embryonir ætlað til nøring av dýrum,
b. húðir og skinn,
c. óvirkað ull og hár, óvirkaðar bustir og fjaðrar,
d. aðrar partar av dýri.
2. Úrdráttir av animalskum og/ella vegetabilskum uppruna, sum eru ætlaðir til dýra- ella fiskafóður, íroknað:
a. liðugt blandað dýrafóður, ráprodukt til framleiðslu av dýrafóðri og dýrafóður, har heilivágur er uppií,
b. liðugt blandað fiskafóður, ráprodukt til framleiðslu av fiskafóðri og fiskafóður, har heilivágur er uppií,
c. fiskamjøl og fiskalýsi og ráevni til framleiðslu av fiskamjøli og fiskalýsi,
d. fiskaburturkast, fiskaensilaga og slógv.
3. Úrdráttir av animalskum og/ella vegetabilskum uppruna, sum eru ætlaðir til dýrafóður og/ella aðra nýtslu til dýr, íroknað:
a. liðugtblandað dýrafóður, ráevni til framleiðslu av vegetabilskum dýrafóðri og vegetabilskt dýrafóður, har heilivágur er uppií,
b. hoyggj, hálm og aðrar vegetabilskar úrdráttir ætlaðir til fóður og/ella báshólm.
4. Aðrar úrdráttir, íroknað:
a. flottøð og aðrar animalskar og vegetabilskar úrdráttir, sum eru ætlaðir til at betra um jørðina,
b. brúktar landbúnaðarmaskinur, landbúnaðaramboð og brúkta útgerð, sum hevur verið nýtt til dýr,
c. brúkta útgerð til akvakulturdýr, íroknað brunnbátar, fóðurbátar, eftirlitsbátar, nótir og aðra brúkta útgerð til akvakulturbrúk.
Stk. 3. Kunngerðin fevnir ikki um hesar úrdráttir:
1. vøru, sum í smáum pakkum (upp til 1 kilo) verður send privatfólki, um so er, at talan ikki er um handisligan innflutning,
2. vøru (upp til 1 kilo), sum er hitaviðgjørd í lufttøttum lokaðum ílati (Fc-virði uppá 3,00 ella meir), og sum í smáum verður send privatfólki, um so er, at talan ikki er um handilsligan innflutning,
3. feskan fisk, ætlaðan til fiskamjøl og fiskalýsi, sum er fiskaður við ES-skipi ella skipi frá triðjalandi, og sum verður landaður beinleiðis frá skipinum í Føroyum eins og feskt slógv frá verksmiðjuskipi úr ES-landi ella triðjalandi.
Stk. 4. Kunngerðin viðgerð ikki veterinert eftirlit í sambandi við samhandil, inn- ella útflutning av animalskum matvørum.
§ 2. Í hesi kunngerð merkir:
1. Vøra: animalskur úrdráttur og annar úrdráttur, sum er nevndur í § 1, stk. 2.
2. Samhandil: innflutningur frá ES til Føroyar og útflutningur úr Føroyum til ES.
3. Innflutningur:
a. innflutningur úr triðjalandi av vøru til frítt umfar,
b. innflutningur samsvarandi § 21 av vøru, sum ikki er til frítt umfar.
4. Útflutningur: sending úr Føroyum av vøru til triðjaland.
5. Gjøgnumferð: innlendis flutningur í Føroyum - við ella uttan goymslu - av dýraúrdráttum, ið ikki eru ætlaðir til matna, sum hava uppruna í einum triðjalandi og sum eru ætlað einum triðjalandi.
6. Triðjaland: Land, sum ikki er limur í Europeiska Samveldinum (ES).
7. Veterinert eftirlit í sambandi við samhandil: eftirlit, sum verður gjørt av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni á móttøkustøðini ella skerpað eftirlit - íroknað eftirlit undir flutninginum.
8. Veterinert eftirlit í sambandi við innflutning: eftirlit, sum verður gjørt av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni á marknaeftirlitsstøð (BIP-i), og sum skal fevna um: skjala-, samleika- ella fysiskt eftirlit. Starvstovukanningar kunnu eisini verða gjørdar. Nevnda eftirlitið kann eisini fevna um vøru, sum, í sambandi við gjøgnumferð, verður løgd upp í Føroyum.
9. Skjalaeftirlit: eftirlit við veterinerum skjølum ella øðrum skjølum, sum fylgja við vøruni.
10. Samleikaeftirlit: staðfesting av, at samsvar er millum veteriner- ella onnur skjøl, sum kravd verða, og sjálva vøruna.
11. Fysiskt eftirlit: eftirlit við sjálvari vøruni. Hetta kann t.d. fevna um eftirlit við innpakkningi, hitaviðurskiftum og tøku av royndum.
12. Kravt skjal: skjal kravt eftir føroyskari lóggávu ella ES lóggávu.
13. Handilsskjal: skjal, t.d. fakturi, sum ikki skal undirskrivast av myndugleika.
14. Vørupartí: ávís vørunøgd av sama slag og tilvirkingarstigi, sum er fevnt av sama ásetta skjali, er sent frá sama avsendara, flutt við sama flutningsfari, samstundis lagt fyri veterinereftirlitið og ætlað sama móttakara.
15. Sending ella vørusending: vørunøgd av sama slag, fevnd av sama kravda veteriner- ella øðrum skjali, flutt við sama flutningsfari og sum kemur frá sama triðjalandi.
16. Innflytari: persónur, ella fyritøka, sum hoyrir heima í Føroyum, og sum uttan úr heimi tekur ímóti vøru, sum nevnd er í § 1, stk, 2.
17. Útflytari: persónur ella fyritøka, sum hoyrir heima í Føroyum, og sum hevur ábyrgdina av vøruútflutningi.
18. Móttakari: persónur ella fyritøka, sum hoyrir heima í Føroyum og har úrdráttir, í samsvar við kravd skjøl, koma.
19. Arbeiðsdagur: frá og við mánadegi til og við fríggjadag; møguligir heilidagar undantiknir.
20. Frígoymsla og goymsla á fríøki: goymslur, har vøran liggur toll- og avgjaldsfrítt.
21. Tollgoymsla: kann sammetast við eina frígoymslu. Vøran liggur á goymslu toll- og avgjaldsfrítt, til hon skal brúkast, og tá skal hon tollavgreiðast.
22. Embætisdjóralæknin: Landsdjóralæknin ella djóralæknin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum er útnevndur til at hava eftirlit ella loysa uppgávur sambært hesi kunngerð.
Kap. 2
Krøv til inn- og útflytarar
§ 3. Inn- og útflytarar skulu skrásetast, áðrenn teir kunnu fara undir samhandil, inn- ella útflutning. Skrásetast skal, hvørja vøru viðkomandi ætlar at inn- ella útflyta og til ella frá hvørjum landi.
Stk. 2. Umsókn um skráseting skal verða send Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og verða henni í hendi innan 5 arbeiðsdagar áðrenn fyrsta inn- ella útflutningsdag.
Stk. 3. Inn- og útflytarar, nevndir eru í stk. 1, skulu føra skrá yvir vørusendingarnar. Skráin skal geva hesar upplýsingar:
1. dato
2. nøgd
3. slag av vøru
4. sendara
5. sendaraland/stað
6. móttakara
7. stað, har úrdrátturin skal
8. møguligt stað, har úrdrátturin seinri skal.
Stk. 4. Upplýsingarnir í stk. 3 skulu goymast í minsta lagi 5 ár og skulu verða vístir Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, um hetta verður kravt.
Kap. 3
Samhandil úr ES til Føroya
§ 4. Vøra, sum er nevnd í § 1, stk. 2, og sum ætlanin er at flyta inn til Føroya, skal uppfylla somu krøv, sum kravd verða í samhandlinum millum ES lond. Kravd skjøl skulu fylgja við vøru nevndari í § 1 stk. 2. Vøran skal lúka treytirnar í skjølunum.
Stk. 2. Við aðrari vøru enn henni, sum nevnd er í § 1 stk. 2, skulu fylgja neyðug skjøl, sum Landsdjóralæknin hevur góðkent frammanundan. Vøran skal lúka treytirnar í skjølunum.
§ 5. 1) Skriftlig fráboðan um samhandil til Føroya skal verða send Heilsufrøðiligu Starvsstovuni frammanundan og vera henni í hendi í seinasta lagi 1 arbeiðsdag áðrenn væntaða komu. Talvan í fylgiskjali 1 skal verða nýtt. Fyri innflutning av hoyggi ella agni skal fylgiskjal 1a nýtast.
Stk. 2. Eftir avtalu frammanundan við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, kann undantak verða givið frá tíðarfreistini, nevnd er í stk. 1.
§ 6. Móttakarin skal vísa Heilsufrøðiligu Starvsstovuni á vøruna, so hesin skal kunna gera kravda heilsufrøðiliga eftirlitið. Eisini skal Heilsufrøðiliga Starvsstovan hava møguleika at taka royndir.
§ 7. Hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan upplýsingar, sum kunnu geva illgruna um, at galdandi reglur ikki verða fylgdar, kann hon gera kanningar av vøruni undir flutninginum.
§ 8. Áðrenn úrdrátturin verður býttur upp ella seldur víðari, skal móttakarin syrgja fyri, at neyðugu skjølini eru til taks og annars eru í samsvar við galdandi reglur um samhandil fyri viðkomandi vøru.
Stk. 2. Eru neyðugu skjølini ikki til taks, ella eru tey ófullfíggjað, skal móttakarin boða Heilsufrøðiligu Starvsstovuni frá hesum. Móttakarin skal halda vøruna burtur frá aðrari vøru, til Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur gjørt av, hvat gerast skal.
§ 9. Móttakarin skal goyma skjølini, sum skulu fylgja við vøruni, í minsta lagi 5 ár frá tí at hann fær tey um hendi sbr. tó stk. 2. Skjølini skulu verða víst Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, um hetta verður kravt.
Stk. 2. Er talan um gitnaðarevni, skulu skjølini tó verða goymd, so leingi gitnaðarevnið verður goymt. Skjølini skulu verða goymd í minsta lagi 2 ár eftir at seinasti skamtur av gitnaðarevninum verður tikin úr góðkendu goymsluni. Avrit av skjølunum skal vera til taks, har sum gitnaðarevnið verður, ella seinast varð, goymt.
Kap. 4
Samhandil til ES úr Føroyum
§ 10. Samhandil til ES er bert loyvdur fyri teir vørubólkar, sum nevndir eru í § 1, stk. 2, litra 1c, tó bert óvirkaða ull og litra 2b-d. Vøra, sum ætlanin er at samhandla til ES, skal lúka tey krøv, sum sett verða í samhandlinum millum ES lond. Samhandil til ES fyri teir vørubólkar, sum nevndir eru í §1, stk. 2, pkt. 4, litra b og c, er bert loyvdur sambært góðkenning frá myndugleikunum í viðkomandi ES-landi.
Stk. 2. Samhandil til ES skal skrivliga verða fráboðaður Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í seinasta lagi 1 arbeiðsdag áðrenn úrdrátturin verður útfluttur.
Stk. 3. Fráboðanin skal fevna um upplýsingarnar, nevndir eru í § 3, stk. 3.
Stk. 4. Eftir avtalu frammanundan við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, kann undantak verða givið frá tíðarfreistini, nevnd er í stk. 2.
§ 11. Undir flutninginum skulu neyðug skjøl fylgja við vøruni.
Kap. 5
Innflutningur úr triðjalandi
Vanligar reglur
§ 12. Innflutningur av vøru til Føroya beinleiðis úr triðjalandi skal koma gjøgnum eina marknaeftirlitsstøð (BIP). Har fer skjala-, samleika- og fysiska eftirlitið fram sbr. tó § 18, § 19, stk. 1 og stk. 3-5, § 20, stk. 2, 1. pkt. og stk. 4-5, § 21, stk. 3, § 22, stk. 2 og 8, § 26, § 30, stk. 2, § 33, stk. 1 og 3 og § 36, stk. 1 og 3.
Stk. 2. 2) Tó kann embætisdjóralæknin á BIP-støðini geva loyvi til, at vørur úr djórum úr triðjalandi verða lossaðar í Tórshavnar havn við hesum treytum:
1) Loyvið skal verða tíðaravmarkað til í mesta lagi 1 ár í senn. Tað skal verða galdandi fyri ein ávísan innflytara, fyri ein ella fleiri ávísar vørubólkar og fyri innflutning frá einum ella fleiri ávísum triðjalondum,
2) vøran skal koma til Føroya í innsiglaðari bingju, kassa ella tílíkum. Seglið skal verða veterinert myndugleikasegl, sum skal svara til seglið á heilsuváttanini, ið skal fylgja við vøruni,
3) embætisdjóralæknin skal gera skjala- og samleikaeftirlit í havnini, har sendingin verður lossað,
4) sendingar, sum lúka skjala- og samleikaeftirlitið, sbr. nr. 3, skulu beinan vegin verða sendar nærmastu BIP-støð til fysiskt eftirlit,
5) flutningstíðin til nærmastu BIP-støð skal ikki verða longri enn 1 tíma,
6) á nærmastu BIP-støð skal embætisdjóralæknin gera fysiskt eftirlit við sendingini, og
7) bert sendingar, sum lúka fysiska eftirlitið, sbr. nr. 6, skulu verða latnar leysar.
Stk. 3. 2) Reglurnar í stk. 1 eru ikki galdandi fyri vøru, sum verður innflutt um annað ES-land, um so er, at veterinert eftirlit hevur verið við vøruni har, og hon er blivin góðkend til flutning til Føroya.
Stk. 4. 2) Heilsufrøðiliga Starvsstovan leggur hald á vøru, sum ikki hevur verið ígjøgnum kravt veterinert eftirlit. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann krevja, at vøran verður send aftur, har hon kom frá, ella at beint verður fyri henni.
Stk. 5. 1 § 12 er ikki galdandi fyri hoyggj, sum verður innflutt úr Íslandi, og agn, sum bert verður nýtt í Føroyum, sbr. tó ásetingarnar í § 13, stk. 5-7.
§ 13. Innflytarin skal, innan 1 arbeiðsdag áðrenn innflutning, geva Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og tollvaldinum boð um, hvat slag av vøru talan er um, nøgd og nær vøran vantandi kemur. Hetta skal verða gjørt í tráð við fylgiskjal 2.
Stk. 2. Innflytarin skal eisini syrgja fyri:
1. at síða 1 av skjalinum, nevnt er í stk. 1, verður fylt út,
2. at frumritið og 2 avrit av útfylta skjalinum verða send Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í seinasta lagi 1 arbeiðsdag áðrenn vøran væntandi kemur og
3. at 1 avrit av útfylta skjalinum verður sent tollvaldinum.
Stk. 3. Skjalið, nevnt er í stk. 1, skal verða útfylt á føroyskum og, um so er at móttøkustaðið er uttanfyri Føroyar, á í minsta lagi einum av málunum í móttøkulandinum.
Stk. 4. Úrdráttur, sum verður goymdur til toll o.a., skal, umframt skjalið í stk. 1, eisini hava eina váttan samsvarandi fylgiskjali 3, sum vísir, um úrdrátturin er klárur til umfarð í ES, og um hann lýkur kravdar treytir.
Stk. 5. 1 Fyri hoyggj, sum verður innflut úr Íslandi at nýta í Føroyum, er umframt ásetingarnar í § 5 og í § 13, stk. 1-4, galdandi, at heilsuváttan sbrt. ásetingunum í fylgiskjali 4 skal fylgja við vøruni, tá ið hon kemur til Føroya, og at bingjan skal vera seglað og segl- og bingjunummar skulu standa á heilsuváttanini.
Stk. 6. 1 Fyri agn, sum verður innflutt at nýta í Føroyum, er, umfrmt ásetingarnar í § 5 og í § 13, stk. 1-4, galdandi, at upprunaváttan sbrt. fylgiskjali 2 skal fylgja við vøruni, at bingjan skal vera seglað og segl- og bingjunummar skulu standa á upprunaváttanini, at vøran skal vera merkt ”for bait only” ella ”not fit for human consumption”, og at vøran skal lúka treytirnar fyri innfluningi til ES.
Stk. 7. 1 Fyri innflutning eftir stk. 5 og 6 er ásetingin í § 9, stk. 1, galdandi samsvarandi.
Stk. 8. 1 Er váttanin í stk. 4 ikki til taks, skal úrdrátturin undir veterinert eftirlit, áðrenn hann kann fara í umfar í ES.
Stk. 9. 1 Eftir avtalu frammanundan við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, kann undantak verða givið frá tíðarfreistini, nevnd er í stk. 2.
§ 14. Vøra, sum er fevnd av § 1 stk. 2, kann verða innflutt, tá hon lýkur ásettar treytir fyri innflutning til ES lond.
Stk. 2. Onnur vøra enn hon, sum er fevnd av § 1 stk. 2, kann bert verða innflutt, um kravd skjøl, sum eru góðkend av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni frammanundan, fylgja við. Heilsufrøðiliga Starvsstovan ger av, undir hvørjum treytum innflutningur møguliga kann fara fram.
§ 15. Frumrit av teim skjølum, sum fylgja við vøruni, skal verða givið Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur skjølini í varðveitslu á marknaeftirlitsstøðini. Heilsufrøðiliga Starvsstovan gevur váttað avrit av skjølunum, sum skulu fylgja við vøruni ella, um so er, at vøran skal býtast sundur í partar, skulu fylgja við hvørjum vøruparti.
Stk. 2. Móttakarin skal goyma váttaðu avritini ella kravdu frumskjølini, sum fylgdu við vøruni, í minsta lagi 5 ár frá tí at hann fær tey um hendi, sbr. tó stk. 3. Skjølini skulu verða víst Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, um hon ynskir tað.
Stk. 3. Er talan um gitnaðarevni, skulu áðurnevndu skjøl tó verða goymd, so leingi sum gitnaðarevnið verður goymt. Skjølini skulu verða goymd í minsta lagi 2 ár eftir, at seinasti skamturin av gitnaðarevninum er tikin úr goymsluni. Avrit av skjølunum skal vera til taks, har sum gitnaðarevnið verður goymt ella seinast varð goymt.
Stk. 4. Uttan mun til stk. 1 skal avrit av frumskjølunum fylgja við vøru, sum ikki lýkur galdandi innflutningstreytir, eftir at veterinert eftirlit hevur verið sbr. § 12, stk. 1.
Stk. 5. Tá veterinert eftirlit er gjørt, váttar Heilsufrøðiliga Starvsstovan skrivliga frumritið og avritini, løgd eru við, av fylgiskjali 2. Skjalið verður eftir hetta nevnt Veterinereftirlitsskjalið.
Stk. 6. Veterinereftirlitsskjalið skal fylgja við sendingini:
1. meðan sendingin er undir tolleftirliti; í hesum føri skal skjalið vísa til tollskjalið,
2. í samband við innflutning: til sendingin kemur fram til virkið, har hon verður tollað.
Tollgoymsla, tollfrí vørugoymsla og goymsla í fríøki
§ 16. Virkið, sum verður nýtt til tollgoymslu, tollfría vørugoymslu ella goymslu í fríøki, skal skrásetast hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, áðrenn farið verður undir goymslu.
Stk. 2. Umbøn um skráseting eftir stk. 1 skal verða send Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Við umbønini skal fylgja avrit av játtan frá tollmyndugleikunum.
§ 17. Tollgoymslur, tollfríar vørugoymslur og goymslur í fríøki skulu:
1. hava høli, sum bert verður nýtt av fólki, sum fáast við veterinera eftirlitið,
2. hava serlig goymslu- og/ella kølihølir at goyma vøru, sum ikki lýkur galdandi reglur,
3. vera í stongdum øki, har inn- og útgangir eru undir støðugum eftirliti av tí, sum hevur ábyrgdina av vøruni. Goymslur í fríøki skulu vera stikaðar inni og undir støðugum eftirliti.
4. Lúka galdandi ES reglur ella, um ongar samhandilsreglur eru, føroyskar reglur.
Stk. 2. Tollgoymslur, tollfríar vørugoymslur og goymslur í fríøki skulu føra dagbók yvir sendingar, sum koma og fara á goymsluni. Viðmerkjast skal hvat slag av vøru talan er um og nøgd, eins og navn og bústaðu móttakarans. Dagbókin skal goymast í minsta lagi 5 ár.
§ 18. Vøra, sum verður goymd á tollgoymslu, tollfríari vørugoymslu ella goymslu í fríøki, og sum eftir veterinert eftirlit - í hesum føri skjala- og samleikaeftirlit - verður søgd at vera í samsvar við ES-reglur, er nýtilig at fara í umfar.
Stk. 2. Er orsøk til illgruna um vanda fyri fólk ella fæ, skal fysiskt eftirlit verða gjørt, um so er, at skjalaeftirlitið vísir, at vøran ikki lýkur ES-krøvini.
Loft- ella sjóvegis flutningur
§ 19. Kemur ella millumlendir vøra sjó- ella loftvegis til eitt stað, har góðkent marknaeftirlit er, kann verða bíðað við nøktandi veterinerum eftirliti - í hesum føri samleika- og fysiskum eftirliti - til vøran kemur til endastaðið. Treytirnar í nr. 1-4 skulu verða fylgdar, sbr. tó stk. 2-5:
1. eitt góðkent marknaeftirlit skal vera í móttøkulufthavnini ávíkavist móttøkuhavnini, har samleika- og fysiskt eftirlit verður gjørt.
2. skjalaeftirlit skal verða gjørt á marknaeftirlitinum har millumlent verður,
3. vøran skal verða flutt loft- ella sjóvegis beinleiðis til endastaðið og
4. vøran skal verða flutt uttan at verða umskipað.
Stk. 2. Verður vøran umskipað frá einum flogfari ella skipi til annað innan fyri somu lufthavns ella havns øki, skal hann, ið hevur ábyrgdina av fraktini, geva Heilsufrøðiligu Starvsstovuni boð um hetta.
Stk. 3. Er vandi fyri fólka- ella dýraheilsu, kann Heilsufrøðiliga Starvsstovan gera skjalaeftirlit av vøru, sum verður umskipað beinleiðis ella, um talan er um:
1. flogfrakt: er lossað fyri í mesta lagi 12 tímum síðan,
2. skipsfrakt: er lossað fyri 7 døgum síðan.
Stk. 4. Heilsufrøðiliga Starvsstovan ger skjalaeftirlit av vøru, sum, í sambandi við umskipan, er lossað longri síðan enn fyriskipað í stk. 3. Er fólka- ella dýravandi, kann Heilsufrøðiliga Starvsstovan gera samleika- ella fysiskt eftirlit.
Stk. 5. Heilsufrøðiliga Starvsstovan ger fullfíggjað veterinert eftirlit av vøru, sum, í samband við umskipan, um talan er um:
1. flogfrakt: hevur verið lossað í meiri enn 24 tímar,
2. skipsfrakt: hevur verið lossað í meiri enn 20 dagar.
Gjøgnumferð
§ 20. Innflutningur av vøru úr einum triðjalandi, sum er ætlað til útflutning til eitt annað triðjaland, kann bert fara fram, um vøran lýkur galdandi reglur um innflutning sbr. tó § 19, stk. 1, og um Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur givið loyvi til innflutningin frammanundan.
Stk. 2. Vøra, sum verður lossað og fyribils goymd, har hon kemur á land, áðrenn hon verður send víðari til ætlaða triðjalandið, skal, uttan mun til § 12, stk. 1, skjala- og samleikakannast. Skjal í tráð við fylgiskjal 2 skal fylgja við vøruni.
Stk. 3. Í sambandi við eftirlitið í stk. 1 ger Heilsufrøðiliga Starvsstovan av, undir hvørjum treytum vøran skal sendast víðari. Tó skal vøran verða send víðari innan 30 dagar eftir, at hon er komin til Føroya.
Stk. 4. Er vøra, sum er fevnd av stk. 1, ikki send víðari til ætlaða triðjaland innan freistina, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan setir sbr. stk. 3, skal hon kannast samsvarandi § 12, stk 1.
Stk. 5. Í undantaksføri, har vandi kann vera fyri fólka- ella dýraheilsu, ella har illgruni er um óreglusemi, skal eitt fysiskt eftirlit verða gjørt afturat.
Stk. 6. Tá vøran verður send víðari, váttar Heilsufrøðiliga Starvsstovan, í tráð við fylgiskjal 2, at vøran er útflutt til triðjaland.
§ 21. Vøra, sum hevur sín uppruna í triðjalandi, sum ikki er góðkend til útflutnings til ES, og vøra, sum ikki er fevnd av § 1, stk. 2, og sum ikki lýkur føroysk krøv, kann bert eftir skrivligt loyvi frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, verða innflutt til Føroya frá triðjalandi við útflutningi til annað triðjaland í hyggju. Viðvíkjandi útflutninginum eru reglurnar í § 28 galdandi.
Stk. 2. Eitt loyvi eftir stk. 1 er treytað av, at vøran ikki verður send aftur til Føroya ella ES.
Stk. 3. Vøra fevnd av stk. 1 skal, uttan mun til § 12, stk. 1, bert leggjast undir skjala- og samleikaeftirlit á marknaeftirlitsstøðini. Er illgruni um vanda fyri fólka- ella dýraheilsu, kann fysiskt eftirlit tó eisini verða gjørt.
Stk. 4. Flutningurin skal fara fram uttan handfaring av vøruni sbr. tó stk. 5 og undir tolleftirliti í einum flutningsfari ella ílati e.l., sum er eyðmerkt og hevur fingið innsigl av rætta myndugleika. Innsiglið skal brotna, um flutningsfarið ella ílatið e.l. verður latið upp.
Stk. 5. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann geva loyvi til, at vøran verður umskipað á marknaeftirlitsstøðini.
Vørugoymsla
§ 22. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann geva loyvi til, at vøra, sum hevur sín uppruna í triðjalandi, haðani forboð ikki er fyri útflutningi til ES, og sum ikki lýkur ES-krøv eins og vøra, sum ikki er ES-harmoniserað, og sum ikki lýkur føroysk krøv, kann verða løgd á tollgoymslu, tollfría vørugoymslu ella goymslu í fríøki um so er, at sendingin er tollinnsiglað og Heilsufrøðiliga Starvsstovan, eftir skrivliga umsókn, hevur givið loyvi til tess. Loyvið er treytað av, at:
1. ábyrgdarhavarin av vøruni frammanundan hevur boðað frá, um vøran er endaliga ætlað at fara í frítt umfar, ella um ætlanin við vøruni ikki er avgjørd enn, og um vøran lýkur treytirnar til innflutning ella ikki, og
2. Vøran verður flutt og goymd í tráð við stk. 10.
Stk. 2. Kravd skjøl skulu fylgja við vøruni. Vøran skal, uttan mun til § 12, stk. 1, bert hava skjala- og samleikaeftirlit á marknaeftirlitsstøðini, har vøran verður løgd fyri veterinera eftirlitið. Er illgruni um vanda fyri fólka- ella dýraheilsu, skal fysiskt eftirlit tó eisini verða gjørt.
Stk. 3. Vísir eftirlitið í stk. 2, at ábyrgdarhavarin av vøruni hevur givið skeiv boð um viðurskiftini í stk. 1, nr. 1, skal verða farið fram eftir reglunum í § 32.
Stk. 4. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann, um fólka- ella dýraheilsuorsøkir eru til tess, nokta at geva vøru, sum ikki lýkur kravdar ES-treytir atgongd til tollgoymslu, tollfría vørugoymslu ella goymslu í fríøki.
Stk. 5. Vøra, sum kemur frá einum ES-landi, og sum skal goymast á tollgoymslu, tollfríari vørugoymslu ella goymslu í fríøki í Føroyum fær loyvið, nevnt er í stk. 1, frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni á tí marknaeftirlitsstaði, sum er næst við goymsluna, har viðkomandi vøra liggur. Skjølini nevnd í § 13, stk. 4 skulu fylgja við vøruni.
Stk. 6. Vøra, sum verður goymd á tollgoymslu, tollfríari vørugoymslu ella goymslu í fríøki, kann bert verða flutt haðani við útflutningi til triðjaland í hyggju, um Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur givið loyvi til tess.
Stk. 7. Fráflutningur, sum nevndur í stk. 6, við fyribeining fyri eyga, kann eisini fara fram við loyvi frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Aftan á skal Heilsufrøðiliga Starvsstovan hava skrivligt skjal sum prógvar, at nevnda fyribeining er framd.
Stk. 8. Vøra kann bert verða sett inn ella tikin út frá tollgoymslu, tollfríari vørugoymslu ella goymslu í fríøki, um Heilsufrøðiliga Starvsstovan frammanundan hevur havt skjala- og samleikaeftirlit við vøruni á staðnum.
Stk. 9. Útflutningur av vøru, sum hevur verið goymd á tollgoymslu, tollfríari vørugoymslu ella goymslu í fríøki, kann bert fara fram eftir loyvi frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Tílíkt loyvi er treytað av, at ábyrgdarhavarin av vøruútflutninginum skrivliga boðar Heilsufrøðiligu Starvsstovuni frá, at vøran fer úr ES-øki innan 30 dagar eru gingnir, og at vøran, um hon verður avvíst, ikki verður send aftur til ES, men verður send triðjalandi.
Stk. 10. Vøra, sum er ella skal verða goymd á tollgoymslu, tollfríari vørugoymslu ella goymslu í fríøki, skal, umframt treytir í givnum loyvi, lúka hesar almennu treytir:
1. vøran skal verða sett soleiðis, at hon er greitt atskild frá vøru, sum kann fara í frítt umfar í ES,
2. vøran skal ikki handfarast á annan hátt, enn hvat krevst til at seta hana til síðis á goymsluni, og
3. vøruflutningur skal lúka hesar treytir:
a. flutningur skal fara fram uttan umskipan í flutningsfari, ílati ella tílíkum, sum er vatntætt, eyðmerkt og útgjørt við innsigli, sum brotnar, um flutningafarið ella ílatið verður latið upp, og
b. frumrit av kravdum skjølum skal fylgja við vørusending. Er talan um part av vørusending, skal váttað avrit av nevndu skjølum fylgja við.
Stk. 11. Treytirnar í stk. 10 eru eisini galdandi fyri vøru, sum verður flutt frá tollgoymslu, tollfríari vørugoymslu ella goymslu í fríøki.
Vøruroyndir o.a.
§ 23. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann loyva triðjalandsinnflutningi av vøru, sum verður send sum vøruroynd ella er ætlað framsýning, um ætlanin ikki er at marknaðarføra hana og Heilsufrøðiliga Starvsstovan frammanundan hevur góðkent hana til viðkomandi endamál. Loyvið verður eisini treytað av, at vøran, eftir at framsýningin er liðug, verður fyribeind ella send aftur haðar hon kom eftir teim treytum, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan setir.
Stk. 2. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann eisini loyva innflutningi av vøru, sum er ætlað serligum kanningum, um so er, at:
1. innflytarin er skrásettur av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni,
2. vøran verður førd til ætlanarstaðið beinleiðis og uttan umskipan,
3. vøran bert verður nýtt til ætlaða endamálið og ikki verður sett í umfar ella útflýggjað,
4. pakkningur og leivdir av vøruni verða burturbeind og brend,
5. tól, sum hava verið í samband við vøruna og umhvørvið, hesi eru í, verða væl vaskað og sóttreinsað og
6. vøran ikki verður givin til matna og hon, tá serligu kanningarnar eru framdar, verður fyribeind ella send aftur haðar hon kemur eftir treytum, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur sett. Undantikið hesum eru tó tær nøgdir, sum eru nýttar til kanningarnar.
Stk. 3. Í teim førum, sum nevnd eru í stk. 1 og 2, kann viðkomandi vøra ikki verða nýtt til annað brúk enn tað, hon varð innflutt til Føroyar til.
Flutningsfør, íløt og tílíkt
§ 24. Flutningsfør, íløt og tílíkt, sum eru nýtt til flutning av vøru nevnd í §§ 20 og 21, skulu vaskast og sóttreinsast ella fyribeinast eftir teim boðum, Heilsufrøðiliga Starvsstovan gevur.
Fráboðanarskylda o.a. hjá meklarum
§ 25. Meklarar, flogfeløg, linjuagentar, flutningsfeløg, sendiboð (kurérselskaber) o.t. skulu senda marknaðareftirlitsstøðini yvirlit yvir allar flog- og skipslastir, sum koma til Føroya, og sum kunnu fevna um animalska vøru. Hetta er galdandi uttan mun til, um lastin ella partar av henni verður verandi umborð, verður umskipað, lossað, innflutt ella fer í gjøgnumferð. Fráboðanin, sum greitt skal vísa samleikan á flogfarinum ella skipinum, skal vera marknaeftirlitsstøðini í hendi í seinasta lagi 24 tímar áðrenn flogfarið ella skipið væntandi kemur.
Stk. 2. Undantikið í føri har vøra nevnd í stk. 1 verður verandi umborð, skal fráboðan eisini gerast frammanundan sbr. § 13, stk. 1.
Illgruni um lógarbrot
§ 26. Er illgruni um brot á veterinærreglur ella ivi um samleikan á vøruni, skulu øll neyðug eftirlit gerast. Skjalaeftirlit kann gerast við vøruni hvar sum helst undir flutninginum.
Kap. 6
Beinleiðis útflutningur til triðjaland og útflutningur til triðjaland um ES-land
§ 27. Beinleiðis vøruútflutningur úr Føroyum, skal, um so er, at viðkomandi triðjaland krevur tað, verða sendur um marknaeftirlitsstøðina (BIP-in). Útflutningurin skal verða fráboðaður marknaeftirlitsstøðini í seinasta lagi 1 arbeiðsdag frammanundan.
Stk. 2. Í sambandi við útflutning skulu skjøl, sum kravd verða í viðkomandi triðjalandi, fylgja við vøruni. Krøvini í skjølunum skulu vera fylgd. Áðrenn útflutningin skal útflytarin sjálvur fáa fatur á treytunum fyri úflutningi til viðkomandi triðjaland. Treytirnar skulu verða sendar Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Stk. 3. Skjølini, nevnd eru í stk. 2, skulu verða góðkend av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Stk. 4. Við kravi um, at nevndu skjøl skulu undirskrivast av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, skal Heilsufrøðiliga Starvsstovan hava boð minst 1 arbeiðsdag áðrenn vøruútflutningin.
§ 28. Vøruútflutningur úr Føroyum til triðjaland um eitt ella fleiri ES-lond skal, um viðkomandi triðjaland krevur tað, fara fram gjøgnum eina ES-góðkenda marknaeftirlitsstøð við triðjalandsmark ES.
Stk. 2. Fráboðanin skal greiða, hvørja marknaeftirlitsstøð endaligi útflutningurin úr ES skal fara um. Útflutningurin skal verða fráboðaður Heilsufrøðiligu Starvsstovuni innan 1 arbeiðsdag áðrenn fráferð.
Stk. 3. Tá vøra verður útflutt, skal hon, umframt at lúka treytirnar í § 27, stk. 2, hava veteriner skjøl, sum triðjalandið, har vøran endaliga skal, krevur. Vøran skal lúka treytirnar í skjølunum.
Stk. 4. Skjølini, nevn eru í stk. 3, skulu vera góðkend av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Stk. 5. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann geva undantaksloyvi frá treytunum í stk. 3. Serliga er hetta galdandi, tá eingin tvílandaavtala er millum Føroyar og viðkomandi triðjaland.
Kap. 7
Gjald
§ 29. Í kap. 5 og 6 nevndu førum kann vøran ikki verða givin leys fyrr enn:
1. goldið er fyri veterinera eftirlitið, t.e. umsjónar-, goymslu- og eftirlitsútreiðslur eins og útreiðslur í sambandi við at vøra verður send aftur, fyribeind ella nýtt til annað endamál. Gjaldast skal eftir galdandi takstum sbr. eisini § 35, stk. 4 ella
2. neyðug trygd er fingin fyri, at hesi verða goldin sbr. eisini § 35, stk. 4.
Kap. 8
Flutningur innaftur
§ 30. Flutningur innaftur til Føroya av vøru, sum er avvíst í triðjalandi ella av myndugleika í ES-landi, kann bert fara fram um Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur givið loyvi til tess frammanundan.
Stk. 2. Skjala- og samleikaeftirlit skal vera við vøruni, og, er illgruni um, at galdandi reglur eru brotnar, eisini fysiskt eftirlit.
Stk. 3. Vøra, sum er avvíst í triðjalandi, skal førast inn til Føroya aftur gjøgnum góðkent marknaeftirlit (BIP). Har skal vøran undir veterinert eftirlit, og m.a. skal hetta leggjast fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna:
1. upprunaeintakið ella eitt av myndugleikanum í triðjalandinum váttað avrit av útflutningsskjalinum, sum fylgdi við vøruni, tá hon varð útflutt,
2. ein váttan frá triðjalandsmyndugleikanum, sum gevur trygd fyri, at treytirnar viðvíkjandi goymslu og flutningi av vøruni eru hildnar. Eisini skal dentur verða lagdur á, at avvísta vøran ikki er handfarin og, tá talan er um vøru, sum myndugleikin hevur avvíst, orsøkina til avvísingina og,
3. um bingjan ikki hevur innsigl, eina váttan frá flutningsfyritøkuni um, at innihaldið ikki er handfarið ella tømt.
Stk. 4. Reglan í stk. 2 er eisini galdandi fyri innafturflutning til eitt annað ES-land um Føroyar.
Stk. 5. Vøran verður send beinleiðis aftur til upprunavirkið í tí limalandi, sum hevur givið váttanina. Flutningurin er, fevnir hann um flutning um annað limaland, longu frammanundan loyvdur av embætisdjóralæknanum í limalandinum, har sendingin fyrst kemur á veg til Føroyar og hetta vegna øll limalondini, sum flutningurin skal ígjøgnum.
Stk. 6. Eftir veterinert eftirlit skal vøra, nevnd er í stk. 2, verða flutt beinleiðis til virkið, sum er nevnt í játtanini. Játtanin til innafturflutning til eitt ES-land um Føroyar er treytað av, at hann, sum hevur ábyrgdina av vøruni, hevur fingið í lag, at rætti myndugleiki í móttøkulandinum skrivliga hevur givið Heilsufrøðiligu Starvsstovuni játtan til innafturflutningin.
Stk. 7. Flutningurin í stk. 6 skal fara fram uttan umskipan og í flutningsfari ella ílati, sum er vatntætt, eyðmerkt og hevur fingið innsigl frá embætisdjóralæknanum. Innsiglið skal brotna, tá flutningsfarið ella ílatið verður latið upp. Vøran skal verða verandi undir tolleftirliti fram til endastaðið.
Stk. 8. Boðast skal Heilsufrøðiligu Starvsstovuni frá vøru, sum er avvíst av myndugleika í ES-landi, áðrenn hon verður innafturflutt.
Kap. 9
Eftirlit
§ 31. Innflytarar skulu føra eina skrá yvir innflutta vøru sbr. § 3, stk. 3.
Stk. 2. Innflytarar í stk. 1 skulu einaferð hvønn ársfjórðing boða Heilsufrøðiligu Starvsstovuni frá innfluttum vørum. Nevnast skal, hvat slag av vøru talan er um, sendaraland, vørunøgd, tal á vørupartíum og hvat tíðarskeið fráboðanin fevnir um sbr. fylgiskjal 4.
Stk. 3. Fráboðanin skal vera Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í hendi í seinasta lagi 10 dagar eftir, at ársfjórðingurin rennur út.
§ 32. Hald verður lagt á vøru, sum er førd til Føroya, uttan at veterinert eftirlit í tráð við kap. 5 hevur verið. Heilsufrøðiliga Starvsstovan ger av, um vøran skal fyribeinast eftir stk. 2, nr. 1 ella eftir stk. 2, nr. 2 í hesi grein.
Stk. 2. Um eftirlitið eftir hesi grein vísir Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, at vøran ikki lýkur innflutningstreytirnar, ella um eftirlitið vísir eitthvørt ólag, ger Starvsstovan, í samráð við ábyrgdarhavaran av sendingini ella umboðsmannin hjá hesum, av um:
1. vøran skal sendast aftur úr Føroyum ella úr ES frá sama marknaeftirliti til eitt móttøkustað, sum er avtalað við hann, sum hevur ábyrgdina av vøruni. Hetta skal verða gjørt við sama flutningsfari og innan 60 dagar, um úrslitini av veterinereftirlitinum og heilsu- ella dýraheilsukrøv ikki eru til hindurs fyri hesum
2. vøran skal fyribeinast á næsta virki, sum er góðkent til hetta endamál um:
a. ógjørligt er at senda vøruna aftur,
b. 60 daga freistin í nr. 1 er farin ella
c. ábyrgdarhavari fyri vøruni beinan vegin gevur játtan til tess.
Stk. 3. Í stk. 2, nr. 1 nevndu førum ógildar Heilsufrøðiliga Starvsstovan veterinerváttan/-irnar ella skjøl, sum fylgja við avvístu vøruni, fyri at sleppast kann undan, at vøran verður innflutt gjøgnum eitt annað marknaeftirlit.
Stk. 4. Til stk. 2 nevnda vøra verður send aftur, ella orsøkin til avvísingina verður váttað, hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan eftirlit við vøruni og syrgir fyri, at hon verður goymd á fullgóðan hátt.
Stk. 5. Reglurnar í stk. 2 verða ikki nýttar, um so er, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur givið loyvi til nýtslu av vøruni samsvarandi galdandi reglum um burturkast.
§ 33. Tekur, í sambandi við veterinera eftirlitið, ivi ella illgruni seg upp um:
1. samleikan á vøruni ella veruliga endastaðið hjá vøruni,
2. at vøran ikki líkur lóggávurnar trygd fyri viðkomandi vøruslag, ella
3. at vøran ikki lýkur ES-lóggávu fyri dýra- og fólkaheilsu
ger Heilsufrøðiliga Starvsstovan , uttan at tað annars ávirkar reglurnar í hesi kunngerð, tað veterinera eftirlitið, sum mett verður, er neyðugt, at einhvør ivi ella illgruni kann verða váttaður ella avsannaður.
Stk. 2. Vøran verður verandi undir umsjón hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, til úrslit av kanningini fyriliggur.
Stk. 3. Verður illgrunin váttaður, verður eftirlitið við vøru av sama slagi skerpað.
§ 34. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann leggja hald á vøruna, áleggja, at hon veður fyribeind, at royndir verða tiknar ella at onnur, minni umfatandi, fyrivarni verða tikin, um so er at:
1. evni eru í vøruni, sum kunnu elva til sjúku, sbr. Ll. nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum),
2. staðfest verða viðurskifti, sum kunnu verða til vanda fyri fólk ella fæ ella
3. illgruni er um, at vøran kemur frá øki, sum er fongt við epizootiska sjúku.
Stk. 2. Í sambandi við innflutning frá triðjalandi kann Heilsufrøðiliga Starvsstovan krevja trygd fyri, at útreiðslurnar í sambandi við stk. 1 nevndu tiltøk, verða goldnar.
§ 35. Verður staðfest, at vøran ikki lýkur galdandi treytir, kann Heilsufrøðiliga Starvsstovan krevja:
1. at vøran verður tikin aftur,
2. at vøran verður send aftur,
3. at hald verður lagt á vøruna,
4. at vøran verður fyribeind, ella
5. at vøran verður nýtt á annan hátt.
Stk. 2. Verða restkoncentratiónir staðfestar í vøruni, og eru reglurnar um hetta ikki hildnar, kann Heilsufrøðiliga Starvsstovan áleggja tiltøk samsvarandi galdandi reglum.
Stk. 3. Er talan bert um brek við váttanum ella skjølum, kann Heilsufrøðiliga Starvsstovan geva móttakaranum eina freist at fáa hesi í rættlag; hetta áðrenn onnur nýtsla av vøruni verður kravd, ella hon verður send avstað aftur.
Stk. 4. Er talan um innflutning úr triðjalandi, kann Heilsufrøðiliga Starvsstovan krevja trygd fyri, at útreiðslurnar í sambandi við tiltøkini í stk. 1-3 verða goldnar.
Stk. 5. Hann, sum hevur ábyrgdina av vørupartínum, sum boð eru komin um at fyribeina, skal, um Heilsufrøðiliga Starvsstovan krevur tað, skrivliga skjalprógva, at vøran er fyribeind.
§ 36. Verður tað í sambandi við eftirlit samsvarandi hesi kunngerð staðfest, at grovt ella afturvendandi brot á galdandi reglur fer fram, skerpar Heilsufrøðiliga Starvsstovan eftirlitið við øllum vørupartíum við sama uppruna. Serliga skulu 10 tær næstu vørusendingarnar við sama uppruna verða hildnar aftur á marknaeftirlitinum (BIP-inum) móti veðhaldi at dekka eftirlitsútreiðslur í sambandi við fysiskt eftirlit t.d. repræsentativar stakroyndir og starvstovukanningar.
Stk. 2. Vísir ein nýggj roynd, at galdandi lóggáva ikki er hildin, skal farast við viðkomandi vørupartíi eftir reglunum í § 32, stk. 2.
Stk. 3. Vísir eftirlitið, at farið er útum hámarksvirðið fyri restkoncentratiónir, verður eftirlit í tráð við stk. 1 framt.
§ 37. Innsigl, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur sett á vørupartí við djóraúrdráttum má bert verða brotið av einum embætisdjóralækna.
Stk. 2. Reglan í stk. 1 er ikki galdandi fyri vørupartí, sum, eftir veterinereftirlit, fer í frítt umfar ella verður flutt út úr ES.
§ 38. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann taka úr gildi skráseting av tollgoymslu, tollfríari vørugoymslu ella goymslu í fríøki sbr. § 16, stk. 1.
Kap. 10
Revsireglur og gildiskoma
§ 39. Við bót verður hann revsaður, sum:
1. brýtur reglurnar í §§ 3-6, §§ 8-11, § 12, stk. 1, §§ 13-14, § 15, stk. 1-4 ella stk. 6, §§ 16-17, § 19, stk. 2, § 20, stk. 1-2 ella stk. 4-5, § 21, stk. 4, § 22, stk. 2-3 ella stk. 5, 2. pkt. ella stk. 6-9, § 23, stk. 3, §§ 24-25, §§ 26-27, § 28, stk. 1-4, §§ 30-31, § 35, stk. 5 ella § 37, stk. 1,
2. 2) ikki ger eftir boðunum eftir § 12, stk. 4, § 32, stk. 1-2, § 34, stk. 1, § 35, stk. 1-3 ella § 36, stk. 2, ella
3. 2) ikki heldur treytir samsvarandi § 12, stk. 2, § 14, stk. 2, § 20, stk. 1 ella 3, § 21, stk. 1, 2 ella 5, § 22, stk. 1 ella stk. 5, 1. pkt. ella stk. 6-7 ella stk. 9-11, § 23, stk. 1-2, § 28, stk. 5 ella § 30, stk. 1 ella 6.
Stk. 2. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persóni, sum t.d. partafelag ella lutafelag, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur.
§ 40. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2002.
Vinnumálastýrið, 30. apríl 2002
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)
Fylgiskjal 1.
Skjal, sum skal nýtast í sambandi við, at tað frammanundan verður boðað frá vøru, sum verður samhandlað til Føroya úr ES.
Eru rættingar gjørdar í skjalinum ella er naka strikað út í tí, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan ikki hevur váttað, er skjalið ógildað!
| Fráboðan av vøru, sum verður innflutt til Føroya frá ES. (Skal fyllast úr av innflytara ella fulltrúa hansara og verða sent Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í seinasta lagi 1 verkadag, áðrenn vøran væntandi kemur til Føroya). |
| |||||
| Upplýsingar um viðkomandi partí |
|
| ||||
| Marknaeftirlitsstøð |
|
| ||||
| Upprunaland/sendaraland/sendari |
|
| ||||
| Innflytari |
|
| ||||
| Ætlanarstaður í samhandilsumráðnum (land/virki/bústaður) |
|
| ||||
| Tollmyndugleiki á ætlanarstaðnum |
|
| ||||
| Flutningsfar: |
|
| ||||
| Um loftvegis flutningur: rutunummar |
|
| ||||
| Um sjóvegis flutningur: navn á skipi og bingjunummar |
|
| ||||
| Nummar á innsigli |
|
| ||||
|
|
| |||||
| KN-koda | Vørulýsing | Goymsluháttur | Tal á kolli | Bruttovekt | Nettovekt |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
| |||||
| Nær úrdrátturin væntandi kemur (dato og klokkutíð):
| Nummar á upprunaskjali: | Klarerari (fulla navn og bústaður): | Dato: |
| ||
|
| Útflýggjannarstaður: |
| ||||
|
| ||||||
| Útflýggjannardato: | Undirskrift: | |||||
|
|
| |||||
| Útflýggjannarmyndugleiki: | ||||||
Fylgiskjal 1a
Fráboðanarskjal í samband við innflutning av hoyggi úr Íslandi og agni til nýtslu í Føroyum sambært § 13, stk. 5-6 í kunngerð nr. 58 frá 30. apríl 2002 um veterinert eftirlit í sambandi við samhandil, inn- og útflutning av djóraúrdráttum og øðrum úrdráttum, sum ikki eru ætlaðir til matna
| 1.1 Sendari (navn og bústaður):
| 1.2 Nummar á heilsuváttan/upprunaváttan:
| ||
| 1.3 Eftirlitsmyndugleikin í Føroyum:
HEILSUFRØÐILIGA STARVSSTOVAN FALKAVEGUR 6, 2. HÆDD FO-100 TÓRSHAVN
| |||
| 1.4 Móttakari (navn og bústaður):
| |||
| 1.5 Upprunaland á vøruni: | 1.6 Nær kemur vøran til Føroyar:
| ||
| 1.7 Vøruframleiðari (navn og bústaður):
Løggildingarnummar:
| 1.8 Bingjunummar:
Seglnummar:
| ||
| 1.9 Flutningseind : | 1.10 Flutningsfyritøka (navn og bústaður):
| ||
| 1.11 Slag av hoyggi ella agni :
| 1) 1.12 Nettovekt (kg):
| ||
| 1.13 Tal av kolli:
| |||
|
Undirritaði innflytari váttar, at innflutningurin fer fram sambært reglunum í kunngerð nr. 58 frá 30. apríl 2002 um veterinert eftirlit í samband við samhandil, inn- og útflutning av djóraúrdráttum og øðrum úrdráttum, sum ikki eru ætlaðir til matna.
| |||
|
_________________________ Staður |
______________________ Dagfesting | ||
|
_________________________________ Undirskrift hjá innflytara/ábyrgdarpersóni |
________________________ (Navn við spjaldrastavum) | ||
| |||
Skjal 2.
Skjal, sum skal nýtast í sambandi við, at tað frammanundan verður boðað frá vøru, sum verður innflutt til Føroya úr triðjalandi.
Eru rættingar gjørdar í skjalinum ella er naka strikað út í tí, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan ikki hevur váttað, er skjalið ógildað!
| 1. Fráboðan av vøru, sum verður innflutt til Føroya úr triðjalandi. (Skal fyllast úr av innflytara ella fulltrúa hansara og verða sent Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í seinasta lagi 1 verkadag, áðrenn vøran væntandi kemur til Føroya). |
| |||||
| Upplýsingar um viðkomandi partí |
| |||||
| Marknaeftirlitsstøð |
|
| ||||
| Upprunaland/sendaraland/sendari |
|
| ||||
| Innflytari |
|
| ||||
| Ætlanarstaður í samhandilsumráðnum (land/virki/bústaður) |
|
| ||||
| Tollmyndugleiki á ætlanarstaðnum |
|
| ||||
| Flutningsfar: |
|
| ||||
| Um loftvegis flutningur: rutunummar |
|
| ||||
| Um sjóvegis flutningur: navn á skipi og bingjunummar |
|
| ||||
| Nummar á innsigli |
|
| ||||
|
|
| |||||
| KN-koda | Vørulýsing | Goymsluháttur | Tal á kolli | Bruttovekt | Nettovekt |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
| |||||
| Nær úrdrátturin væntandi kemur (dato og klokkutíð):
| Nummar á upprunaskjali: | Klarerari (fulla navn og bústaður): | Dato: |
| ||
|
| Útflýggjannarstaður: |
| ||||
|
| ||||||
| Útflýggjannardato: | Undirskrift: | |||||
|
|
| |||||
| Útflýggjannarmyndugleiki: | ||||||
| 2. Avgerð um viðkomandi partí (embætisdjóralæknin hevur ábyrgdina av útfyllingini. Tað, sum ikki er galdandi, verður strikað út og tað, sum er galdandi, verður rammað inn) | ||||
|
|
| |||
Umskifti til fría umferð í samhandilsøkinum
· Úrdráttur skikkaður til matna · Úrdráttur skikkaður til fóður ætlað til (land og virki):_______________________ ____________________________________ · Úrdráttur skikkaður til heilsufrøðiliga nýtslu ætlað til (land og virki):__________ ____________________________________ · Úrdráttur ikki skikkaður til matna og fóður · Úrdráttur til aðra tekniska viðgerð (tilskila hvørja):______________________ ___________________________________ · Úrdráttur til aðra nýtslu (tilskila hvørja): ___________________________________ | Innflutningur undir tolleftirliti til samhandilsøkið
· Úrdráttur, sum er sendur víðari til triðjaland uttan umskipan (tilskila hvat triðjaland, talan er um):________ ____________________________________ · Úrdráttur, sum ætlanin er at leggja í frísonu ella frígoymslu (tilskila hvørja sonu ella goymslu):_________ ____________________________________ · Úrdráttur á tollgoymslu (tilskila hvørja goymslu):___________________________ · Úrdráttur, sum, við serligum krøvum, er sendur víðari til eitt ES-limaland (tilskila land og virki):___________________ ____________________________________ | |||
| Avvíst partí. Orsøk: | Avgerð:
| Verður sent aftur innan:
Verður fyribeint innan:
Verður viðgjørt samsvarandi:
| ||
| Fulla navnið á marknaeftirlitsstøðini:
| Dato: | Embætisdjóralæknin á marknaeftirlitsstøðini (spjaldrastavir):
Undirskrift:
| ||
| Viðmerkingar.
Framt eftirlit:
Skjalaeftirlit __ Samleikaeftirlit __ Fysiskt eftirlit __
Starvsstovukanning og úrslit:
Starvsstovukanning, sum er i gongd:
| ||||
| Nummar á innsigli hjá heilsufrøðiligu tænastuni á marknaeftirlitsstøðini | ||||
Fylgiskjal 3
Model commercial document for import of fish or fishery products to be used as bait to Faroe Islands from third countries
|
Consignor: Name: Adress: Postal code:
|
Consignee: Name: Adress: Postal code:
| |||||
| Country Origin | ISO code | Region of origion | Code | Country of destination:
| ISO code | |
| Place of origin – establishment of origin: Name: Adress: Registration number:
|
| |||||
| Place of loading:
| Date of departure: | |||||
| Means of transport: Aeroplane Ship Railway wagon Road vehicle Other Identification: Documentary references: | Entry BIP in Faroe Islands Name and adress: | |||||
| Description of commodity / Identification of the commodities: Species (scientific name): Catching area and period: | Commody code (custom tariff) | |||||
| Quantity: | ||||||
| Temperature of product: Ambient Chiled Frozen
| Number of packages: | |||||
| Identification of container/sela number:
| Type of packaging: | |||||
| Commodities certified for: Non human consumption – for use as bait:
| ||||||
| I, the undersigned person responsible for the load detailed above, certify that to the best of my knowledge and belief the statements made in this document are true and complete. Place and date of declaration: Name and function (in capitals): Signature:________________________________________________________________________
| ||||||
Fylgiskjal 4
Krøv til heilsuváttanir í sambandi við innflutning av hoyggi úr Íslandi:
Íslendski embætisdjóralækni skal vátta:
· Úr hvørjum øki hoyggið er
· At bøurin ikki er taðaður við tøðum frá húsdjórum
· At eingi djór hava verið á beiti á bønum
· At ongar veterinerar avmarkingar, sum eru grundaðar á djórasjúkur, eru í økinum, har hoyggið er hoyggjað
· At sjúkurnar rinderpest og munn- og kleyvsjúku ikki hava verið í økinum seinastu 12 mánaðirnar, og at eingin koppseting fyri hesar sjúkur hevur verið seinastu 12 mánaðirnar
· At eingin fráboðan um sjúkur, sum skylda er at fráboða, hava verið í økinum ella innan fyri ein radius upp á 10 km frá økinum seinastu 30 dagarnar
· At hoyggj frá hesum bøi verður roknað frítt fyri paratuberkulosu, ridluskriða og aðar smittandi djórasjúkur
Hoyggið skal verða flutt í bingju ella í aðrari flutningseind, sum skal verða seglað. Nnummar á flutningseind og seglnummar skulu standa á váttanini. Váttanin skal vera dagfest og undirskrivað av embætisdjóralækna.
Skjal 5.
1 Váttan viðvíkjandi úrdrátti, sum skal leggjast á tollgoymslu, tollfría vørugoymslu og/ella goymslu í fríøki | ||||||||
|
| ||||||||
| Undirritaði váttar í sambandi við niðanfyri nevnada partí, at: | ||||||||
|
| Ætlanin við partínum er, at tað endaliga skal í fría umferð í ES | |||||||
|
| Partíið lýkur galdandi treytir við fríari umferð í ES í hyggju | |||||||
|
| Ætlanin við partínum er ikki, at tað endaliga skal í fría umferð í ES | |||||||
| Eyðmerking: | ||||||||
| Skjalnummar | Útflýggjannardato | Útflýggjannarstað | Útflýggjandi myndugleiki | |||||
|
|
|
|
| |||||
|
|
|
|
| |||||
|
|
|
|
| |||||
| Nummar á innsigli: | ||||||||
| KN-koda | Vørulýsing | Goymsluháttur | Tal á kolli | Bruttovekt | Nettovekt | |||
|
|
|
|
|
|
| |||
|
|
|
|
|
|
| |||
|
|
|
|
|
|
| |||
| Tilsamans: |
| |||||||
| Dato | Navn og bústaður hjá honum, sum hevur ábyrgdina fyri partínum | Undirskrift hjá honum, sum hevur ábyrgdina av partínum |
Skjal 6
Fráboðan um samhandil til Føroya og innflutning av animalskum non-food úrdráttum
Innflytari
| Navn: |
| Bústaður: |
| Postnummar: |
| Býur: |
hevur í tíðarskeiðinum ____________________ innflutt fylgjandi:
| Sendaraland (bert eitt land pr. skema): |
| Nøgd íalt (netto) og tal av partíum pr. produktkategori:
|
Til goymsluna (skal bert fyllast út í teim førum, tá goymslan hevur annan bústað enn innflytarin)
| Navn: |
| Bústaður: |
| Postnummar: |
| Býur: |
Dato:
Undirskrift:
Verður sent Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.