Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. mai 2021Nr. 59
Kunngerð um nýtslu av dekkum
Við heimild í § 10, stk. 1 og 2, og § 58 a, stk. 5 í løgtingslóg um ferðslu, sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 14. frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 10. mai 2000, verður ásett:
Allýsingar o.a.
§ 1. Vetrardekk eru dekk, ið serliga eru ætlað til vetrarkoyring, og sum eru merkt við:
1) M+S,
2) MS,
3) M&S,
4) M-S,
5) Mud and Snow, og
6) kavaflykru og fjallatindi, 3PMSF. Sí mynd í skjali 1.
Stk. 2. Í tíðarskeiðnum frá 1. desember til og við 30. apríl skulu dekkini hava eina mynsturdýpd, sum er í minsta lagi 3 mm.
Stk. 3. Í tíðarskeiðnum frá 1. mai til og við 30. november skulu dekkini hava eina mynsturdýpd, sum er í minsta lagi 1,6 mm.
Stk. 4. Summardekk eru vanlig dekk, ið ikki eru vetrardekk. Mynsturdýpdin skal verða hendan:
1) Fyri bilar, lendisakfør og viðfestisvognar við einari heildarvekt, sum í mesta lagi er 3.500 kg skal mynsturdýpdin í minsta lagi verða 1,6 mm.
2) Fyri onnur akfør, herundir eisini motorsúkklur og prutl, skal mynsturdýpdin í minsta lagi verða 1 mm.
Stk. 5. Píkadekk eru dekk við píkum.
Stk. 6. Píkaketur eru ketur við píkum, tindum ella líknandi.
Nýtsla av summardekkum, vetrardekkum og píkadekkum
§ 2. Ikki er loyvt at brúka summardekk í tíðarskeiðnum frá 1. desember til og við 30. apríl, uttan so, at akfarinum er tryggjað nóg gott vegtak, tá hálkað er, við at akfarið er skøtt við ketum á hjólunum á minst einum trekkási. Í hesum tíðarskeiði kunnu í staðin nýtast vetrardekk ella píkadekk.
Stk. 2. Á vognraði, har viðfestiakfarið hevur eina heildarvekt yvir 750 kg, skal viðfestiakfarið í tíðarskeiðnum og sbrt. treytunum í stk. 1, hava ketur á minst einum ási, um viðfestiakfarið ikki er skøtt við vetrardekkum.
Stk. 3. Motorsúkklur og prutl eru undantikin treytunum um vetrardekk og píkadekk, sbrt. stk. 1.
Stk. 4. Í tíðarskeiðnum 1. desember til og við 30. apríl kunnu vetrardekk einans verða nýtt, um øll hjól á akfarinum hava hesi.
§ 3. Ikki er loyvt at nýta píkadekk í tíðarskeiðnum frá 15. mai til og við 15. oktober.
Stk. 2. Tó kunnu neyðsendarakfør og akfør, sum verða nýtt í sambandi við vetrarhaldið hjá landi og kommunum, nýta píkar í nevnda tíðarskeiði teir dagar, ið hálka er. Sama er galdandi fyri stovnsbilar hjá Kriminalforsorgini og stovnsbilar hjá kommunalu heimatænastuni.
§ 4. Á bili, hvørs heildarvekt í mesta lagi er 3.500 kg, og motorsúkklu kunnu píkadekk einans verða nýtt, um øll hjól á akfarinum hava hesi. Tó kann annað dekkið vera uttan píkar, tá ið talan er um dupult monterað hjól, tvíburahjól.
Stk. 2. Á traktori, motoramboði, viðfestisvogni til traktor ella motoramboð, viðfestisamboði og øllum akførum, hvørs loyvda heildarvekt er yvir 3.500 kg, kunnu píkadekk einans verða nýtt, um øll hjól á sama ási hava tey. Tó kann annað dekkið vera uttan píkar, tá ið talan er um dupult monterað hjól, tvíburahjól.
§ 5. Ikki er loyvt at brúka píkaketur.
Tilgerð av píkadekkum
§ 6. Í píkadekkum er ikki loyvt at nýta rørpíkar, heilt spískar píkar ella píkar við fleiri tindum.
Stk. 2. Talið av píkum á hvørjum dekki má ikki víkja meiri enn 25% í mun til tað hjólið, sum hevur flest píkar.
§ 7. Píkadekk skulu annars lúka hesar ásetingar:
1) Akfør undir 3.500 kg:
a) Størsta vekt á píki:
i) Dekk til lættari lastvognar, C- ella LT-merkt dekk: 2,3 g.
ii) Onnur dekk: 1,1 g.
b) Størsta miðalútstikk av píkum á nýggjum, óbrúktum dekki: 1,2 mm.
c) Størsta útstikk av píki á brúktum dekkum: 2,0 mm.
d) Størsta píkatal á dekki:
i) Hjólstødd 13 tummar: 90 píkar.
ii) Hjólstødd 14 tummar - 15 tummar: 100 píkar.
iii) Hjólstødd 16 tummar ella størri: 130 píkar, tó 150 píkar fyri C- og LT-merkt dekk.
2) Akfør yvir 3.500 kg:
a) Størsta vekt á píki: 3,5 g.
b) Størsta miðalútstikk av píkum á nýggjum, óbrúktum dekki: 1,5 mm.
c) Størsta útstikk av píki á brúktum dekkum: 2,5 mm.
d) Størsta píkatal á dekki: 150 píkar.
3) Tað er bert loyvt at nýta vetrardekk sum píkadekk, motorsúkkla tó undantikin.
§ 8. Tað er bert loyvi at marknaðarføra píkadekk, sum eru tilgjørd í samsvari við ásetingarnar í §§ 6-7.
§ 9. Tað er bert loyvt at nýta píkadekk, sum eru tilgjørd í samsvari við ásetingarnar í §§ 6-7.
Revsing og gildiskoma
§ 10. Brot á §§ 2-9 verður revsað við sekt.
§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 126 frá 22. november 2013 um nýtslu av dekkum.
Skiftisregla
§ 12. Eftir 30. apríl 2025 kunnu dekk ikki verða nýtt sum vetrardekk, sum bert eru merkt við:
1) M+S,
2) MS,
3) M&S,
4) M-S, ella
5) Mud and Snow.
Fíggjarmálaráðið, 5. mai 2021
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
Skjal 1
Merking av dekkum við kavaflykru og fjallatindi
3PMSF