Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. mai 1997Nr. 59
Kunngerð um próvtalsstiga og aðra døming (próvtalskunngerðin), sum sett er úr gildi við kunngerð nr. 73 frá 31. mai 2013 1)
2) 3) 4) Við heimild í § 6, litra c) í løgtingslóg nr. 43 frá 5. mai 1987 um Føroya Yrkisskúla fyri fiskaídnað og havbúnað við seinni broytingum, § 13, litra d í løgtingslóg nr. 69 frá 28. mai 1980 um læraraútbúgving við seinni broytingum, § 7, nr. 3 í løgtingslóg nr. 65 frá 5. juni 1984 um sjómansútbúgving við seinni broytingum, § 6, litra c í løgtingslóg nr. 50 frá 28. apríl 1992 um maskinmeistaraútbúgving og aðrar maskin- og eltøkniútbúgvingar við seinni broytingum, § 14, stk. 2 í løgtingslóg nr. 127 frá 21. mai 1993 um hægri handilsútbúgving við seinni broytingum, § 9 í løgtingslóg nr. 129 frá 21. mai 1993 um hægri tøkniliga útbúgving við seinni broytingum, í § 17, stk. 2, í løgtinslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 10. mai 2000, § 6, stk. 1 í løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 1995 um studentaskúlar v.m. við seinni broytingum, í § 7, stk. 1, í løgtingslóg nr. 107 frá 29. juni 1995 um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m. við seinni broytingum, í § 14 í løgtingslóg nr. 107 frá 29. desember 1998 um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið (FHS-útbúgvingar) og í § 14 í løgtingslóg nr. 41 frá 23. apríl 1999 um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-útbúgvingar) § 7 í løgtingslóg nr. 2 frá 22. januar 2003 um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum verður fyrisett:
§ 1. Til próvtøkur, sum eru partar í einari heildarpróvtøku, og til próvtøkur í støkum lærugreinum verða næmingar dømdir einsæris eftir hesum próvtalsstiga (13-stiganum):
13: verður givið fyri framúr sjálvstøðugt og avbera gott avrik
11: verður givið fyri sjálvstøðugt og avbera gott avrik
10: verður givið fyri avbera gott, men av handahógvi merkt avrik
9: verður givið fyri gott avrik, sum er eitt sindur yvir miðal
8: verður givið fyri miðalgott avrik
7: verður givið fyri toluligt avrik, sum er eitt sindur undir miðal
6: verður givið fyri avrik, sum akkurát kann verða góðtikið
5: verður givið fyri ivasamt avrik, ið er ikki nøktandi
03: verður givið fyri sera ivasamt ófullfíggjað avrik, ið er ikki nøktandi
00: verður givið fyri út av lagi ringt avrik
Stk. 2. Krøvini, sum ásett eru í próvtalsstiganum um einstaka avrikið, skulu samstundis verða nýtt til ársmet og samsvarandi støðumet.
Stk. 3. Í hægri framhaldsútbúgvingunum kann umframt verða nýtt dømingin “Staðið/Ikki staðið” til próvtøkur, sum eru partar av heildarpróvtøku, smbr. § 11, stk. 1, og sum fevnir um í mesta lagi 1/3 av útbúgvingini.
Stk. 4. Í reglunum fyri tær einstøku yrkisútbúgvingarnar kann vera ásett, at nýtt kann verða onnur døming enn “Staðið/Ikki staðið” ella annar próvtalsstigi enn 13-stigin. Dømingin “Staðið/Ikki staðið” kann ikki verða umroknað til próvtal á 13-stiganum.
Stk. 5. Ásetingarnar í kunngerðini um dømingina “Staðið/Ikki staðið” kunnu somuleiðis verða nýttar til dømingina “Góðtikið/Ikki góðtikið”.
Stk. 6. Tá ið próvtalsstigin verður týddur til enskt og danskt, verða nýtt tey heiti, sum eru tilskilað í fylgiskjali 1 og 2 í hesi kunngerð.
§ 2. Avrik verða dømd og støðumet verða givin eftir teimum fakligu krøvunum, sum eru ásett fyri ta ávísu útbúgvingina (treytaleys próvtalsgeving). Avrikið verður dømt ella støðumetið verður givið eftir endamálsorðingini fyri lærugreinina eins og eftir lýsta innihaldinum í undirvísingini. Roynt má ikki vera at fremja eitt ávíst slag av próvtalsbýti (treytað próvtalsgeving).
Stk. 2. Tá ið ein próvtøka/roynd er byrjað, skal avrikið dømast, uttan so at próvtøkan/royndin verður steðgað vegna burturvísing, ella vegna sjúku, ið gevur næminginum rætt at fara til sjúkrapróvtøku.
§ 3. Í allari døming eftir 13-stiganum skal avrikið ella støðumetið fyrst verða flokkað í ein av hesum 4 próvtalsflokkum:
1) Avbera gott avrik, próvtølini 13, 11 og 10.
2) Miðalgott avrik, próvtølini 9, 8 og 7.
3) Avrik, sum akkurát verður góðtikið, próvtalið 6.
4) Ivasamt avrik, próvtølini 5, 03 og 00.
Stk. 2. Eftir at flokkað er í próvtalsflokkarnar 1, 2, 3 og 4, verður síðani viðvíkjandi próvtalsflokkunum 1, 2 og 4 gjørt av, hvat próvtal í flokkingini avrikið ella støðumetið skal hava.
Stk. 3. Próvtalið verður ásett við støði í eini heildarmeting av, í hvønn mun avrikið ella støðumetið lúka lýstu krøvini.
§ 4. Upp í próvtalsflokkingina “avbera gott” (próvtølini 13, 11 og 10) hoyra avrik og støðumet, har næmingurin
1) sýnir víðtøkna og holla vitan og víðtøknan og hollan førleika í lærugreinini,
2) skilur greitt í millum tað, sum er týdningarmikið, og tað, sum ikki er týdningarmikið,
3) sýnir ógvuliga víðtøkna vitan um hugtøk ávikavist víðtøknan førleika í hugtøkum og háttaløgum,
4) greiðir frá hesum og skipar eitt evni á tílíkan hátt, at næstan allir viðkomandi tættir verða tiknir fram,
5) gevur eina nøktandi grundgeving fyri at taka fram hesi viðurskifti,
6) ber saman ella setur saman hugtøk, háttaløg og upplýsingar á sera hollan hátt og metir um og algildar eftir teimum, og
7) nýtir sína vitan ávikavist sín førleika til kend greiðsluevni á sera hollan hátt og møguliga eisini til ókend greiðsluevni, og at hann dugir at seta saman viðkomandi meginreglur á tílíkan hátt, at ymiskar loysnir verða settar fram.
Stk. 2. Próvtalið 13 er eitt undantakspróvtal. Próvtalið verður givið fyri framúr sjálvstøðugt og avbera gott avrik ella samsvarandi støðumet. Fortreytin fyri próvtalinum er, at næmingurin sýnir eitt einastandandi avrik, og at hann skjótt fatar og til fulnar skilir eitt ivamál ella eitt evni, og at hann samstundis sýnir sjálvstøðuga støðutakan og hevur yvirlit yvir stórar partar av tilfarinum og samanhangið í tí.
§ 5. Upp í próvtalsflokkin “miðal” (próvtølini 9, 8 og 7) hoyra avrik og støðumet, har næmingurin
1) sýnir rúma og nøkulunda holla vitan ávikavist rættiliga rúman og nøkulunda hollan førleika í lærugreinini,
2) greiðir frá evninum, ið verður viðgjørt, á tílíkan hátt, at aðaltættir verða tiknir fram,
3) sýnir víðtøkna vitan um hugtøk og háttaløg, ávikavist víðtøknan førleika í hugtøkum og háttaløgum,
4) greiðir frá hesum á tílíkan hátt, at nógvir viðkomandi tættir verða tiknir fram,
5) gevur eina nøkulunda nøktandi grundgeving fyri at taka fram hesi viðurskifti,
6) ber saman ella setur saman hugtøk, háttaløg og upplýsingar á rættiliga hollan hátt og metir um og algildar eftir teimum, og
7) nýtir sína vitan ávikavist sín førleika til kend greiðsluevni á rættiliga hollan hátt.
§ 6. Próvtalið 6 er markið fyri at standa, tá ið krav er um at standa. Próvtalið svarar tí til eitt avrik ella støðumet, har næmingurin hevur tað minstamark av fatan, kunnleika og førleika, sum kann verða góðtikin, fyri at próvtøkan/royndin verður góðtikin sum staðin. Viðvíkjandi tí fatan, sum næmingurin sýnir, umframt tí kunnleika og tí førleika, sum næmingurin sýnir, má tað positiva og negativa íkastið í avrikinum vera nøkulunda javnt býtt, tó skal tað positiva íkastið hava yvirvág. Í skrivligum og munnligum avrikum, har tað rímiliga neyvt ber til at siga, hvussu stóran brotpart av uppgávuni ella av evninum, sum er sett fram, næmingurin hevur megnað at loyst, skal hesin brotpartur vera størri enn 1/2.
§ 7. Upp í próvtalsflokkin “ivasamt” (próvtølini 5, 03 og 00) hoyra avrik og støðumet, har næmingurin
1) sýnir avmarkaða og ivasama vitan og avmarkaðan og ivasaman førleika í lærugreinini,
2) hevur ilt við at skilja ímillum tað, sum er týdningarmikið, og tað, sum ikki er týdningarmikið,
3) sýnir ov lítla vitan um hugtøk og háttaløg ávikavist ov lítlan førleika í hugtøkum og háttaløgum,
4) greiðir frá hesum á tílíkan hátt, at bert fáir viðkomandi tættir eru tiknir fram,
5) gevur eina ófullfíggjaða grundgeving fyri at taka fram hesi viðurskifti,
6) ber saman ella setur saman hugtøk, háttaløg og upplýsingar á ein ivasaman hátt, og metir um og algildar eftir teimum, og
7) nýtir sína vitan ávikavist sín førleika til kend greiðsluevni á ivasaman hátt.
Stk. 2. Próvtalið 00 er eitt undantakspróvtal. Próvtalið verður givið fyri eitt avrik ella eitt støðumet, har næmingurin hevur sýnt púrt onga fatan av pensum í lærugreinini í tí ávísu útbúgvingini. Próvtalið 00 verður eisini givið, tá als einki fakligt avrik verður sýnt.
§ 8. Próvdómari ella próvhoyrari gevur próvtalið. Tá ið bæði próvdómari og próvhoyrari skulu døma, verður próvtalið ásett eftir samráðing teirra millum.
Stk. 2. Eru próvdómari og próvhoyrari ikki samdir um eina felags døming, áseta teir hvør sítt próvtal. Próvtalið fyri próvtøkuna verður miðaltalið av hesum báðum próvtølunum, hækkað/lækkað til næsta próvtal á próvtalsstiganum. Liggur miðaltalið mitt í millum tvey próvtøl, verður endaliga próvtalið næsta hægra próvtalið, um próvdómari hevur givið hægra próvtalið, og annars næsta lægra próvtalið. Er ósemja um, um støðumetið ella avrikið skal verða dømt “Staðið” ella “Ikki staðið”, er døming próvdómarans avgerðandi.
Stk. 3. Eru fleiri próvdómarar ella próvhoyrarar uppi í dømingini, hava teir í felag próvdómara- ávikavist próvhoyraramyndugleika smbr. stk. 1. Í hvørjum bólki, ávikavist próvdómarabólkinum og próvhoyrarabólkinum, verður dømingin, um talan er um ósemju, ásett sum miðaltalið av teimum einstøku dømingunum hækkað/lækkað til næsta tal á próvtalsstiganum. Hækkað verður, um miðaltalið liggur mitt millum tvey próvtøl.
Stk. 4. Óansæð reglurnar í stk. 2 og 3, kann ikki verða avrundað til próvtølini 13 og 00.
Stk. 5. Stk. 1-3 verður somuleiðis nýtt, tá ið ikki verður dømt eftir 13-stiganum, smbr. § 1, stk. 2 og 3.
Stk. 6. Stk. 2 og 3 verða ikki nýtt, um so er, at avgerð verður tikin av landsstýrismanninum, einum avgerðarfólki (uppmanni) ella øðrum sambært reglum, ið eru ásettar fyri tær einstøku útbúgvingarnar.
§ 9. Tá ið heildarpróvtal verður ásett við støði í fleiri partspróvtølum fyri ymisk avrik ella støðumet, er próvtalið miðaltalið av partspróvtølunum hækkað/lækkað til næsta próvtal á próvtalsstiganum. Hækkað verður, liggur miðaltalið mitt millum tvey próvtøl. Í reglunum fyri tær einstøku útbúgvingarnar kann verða ásett, at partspróvtølini telja ymisliga, tá ið heildarpróvtalið verður ásett.
Stk. 2. Hóast reglurnar í stk. 1 kann ikki verða avrundað til próvtølini 13 og 00. Ásetanin í stk. 1 verður somuleiðis nýtt, tá ið dømingin er ikki eftir 13-stiganum, smbr. § 1, stk. 2 og 3.
§ 10. Er krav um at standa til eina próvtøku, eina roynd ella í samband við støðumet, er kravið lokið, um næmingurin fær í minsta lagi 6 ella dømingina “Staðið”.
Stk. 2. Eru fleiri próvtøl partur í heildini, er kravið í stk. 1 lokið, er miðaltalið í minsta lagi 6. Kravið um eitt miðaltal, sum í minsta lagi er 6, kann ikki verða lokið við hækking. “Staðið” skal vera fingið til allar próvtøkur/royndir o.a., tá ið dømingin “Staðið/Ikki staðið” verður nýtt. Harumframt kunnu í reglunum fyri tær einstøku útbúgvingarnar verða ásett krøv um, at eitt ávíst próvtal á próvtalsstiganum skal vera fingið til eina ella fleiri próvtøkur/royndir o.a., sum eru partar í miðaltalinum.
§ 11. Í próvskjalinum skal verða tilskilað, hvørjar próvtøkur eru partar í heildarpróvtøkuni, og hvussu úrslitið av dømingini er. Úrslitið av heildarpróvtøku kann verða tilskilað við einum miðaltali, smbr. § 12. Miðaltalið verður roknað við einum desimali. Í reglunum fyri ta einstøku útbúgvingina kann verða ásett, at miðaltalið verður roknað eftir miðaltølum í ávísum bólkum av próvtølum. Í hesum føri skal kravið um staðið sambært § 12, stk. 2 vera lokið fyri hvønn bólk sær. Tá ið miðaltalið verður roknað, verða lærugreinir, har dømingin “Staðið/Ikki staðið” er brúkt, ikki tiknar uppí.
Stk. 2. Ásett er í reglunum fyri ta einstøku útbúgvingina, hvørji próvtøl eru partar í heildarpróvtøkuni.
Stk. 3. Í reglunum fyri ta einstøku útbúgvingina kann verða ásett, at tey einstøku próvtølini, ið eru partar í heildarpróvtøkuúrslitinum, telja ymisliga, tá ið miðaltalið verður roknað.
§ 12. Tá ið heildarpróvtal verður ásett sambært § 9, ella meting verður ásett sambært § 10, stk. 1, og krav er um at standa til próvtøku, roynd ella í sambandi við støðumet, og tá ið miðaltalið verður roknað sambært § 11, kunnu próvtølini telja ymisliga, soleiðis sum ásett er í reglunum fyri tær einstøku útbúgvingarnar.
Stk. 2. Við vigað miðaltal skilst samløgan av teimum einstøku próvtølunum, hvørt faldað við vektini av próvtalinum, býtt við samløgum av vektunum.
§ 13. Henda kunngerð fær gildi frá 1. mei 1997.
Stk. 2. Samstundis verða § 21, stk. 2 og 4 í kunngerð nr. 26 frá 7. mei 1991 um læraraútbúgving, § 10 í kunngerð nr. 146 frá 2. juli 1993 um próvtøkuhald innan maskinmeistaraútbúgving og § 10 í kunngerð nr. 147 frá 5. juli 1993 um próvtøkuhald innan heimaskipara-, skipara- og skipsføraraútbúgvingar strikaðar.
Fylgiskjal 1
Mei 1997
Umseting til enskt av 13-stiganum
13: Is given for the exceptionally independent and excellent performance.
11: Is given for the independent excellent performance.
10: Is given for the excellent but not particularly independent performance.
9: Is given for the good performance, a little above average.
8: Is given for the average performance.
7: Is given for the mediocre performance, slightly below average.
6: Is given for the just acceptable performance.
5: Is given for the hesitant and not satisfactory performance.
03: Is given for the very hesitant, very insufficient and unsatisfactory performance.
00: Is given for the completely unacceptable performance.
Fylgiskjal 2
Mei 1997
Umseting til danskt av 13-stiganum
13: Gives for den usædvanlig selvstændige og udmærkede præstation.
11: Gives for den udmærkede og selvstændige præstation.
10: Gives for den udmærkede, men noget rutineprægede præstation.
9: Gives for den gode præstation, der ligger lidt over middel.
8: Gives for den middelgode præstation.
7: Gives for den ret jævne præstation, der ligger lidt under middel.
6: Gives for den netop acceptable præstation.
5: Gives for den usikre og ikke tilfredsstillende præstation.
03: Gives for den meget usikre, meget mangelfulde og utilfredsstillende præstation.
00: Gives for den helt uantagelige præstation.
1) Sett úr gildi við kunngerð nr. 73 frá 31. mai 2013, har § 6 ljóðar soleiðis: “§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri næmingar, sum byrja útbúgving í august 2013 ella seinni. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 59 frá 13. mai 1997 um próvtalsstiga og aðra døming (próvtalskunngerðin). Stk. 3. Kunngerð nr. 59 frá 13. mai 1997 um próvtalsstiga og aðra døming (próvtalskunngerðin), er tó framhaldandi galdandi fyri lesandi, sum eru byrjað útbúgving áðrenn august 2013. Stk. 4. Hevur næmingur tikið ein part av útbúgvingini eftir gamla próvtalsstiganum, og verið burtur frá útbúgvingini longur enn eina lestrarhálvu, tekur útbúgvingarstovnurin støðu til, hvør próvtalsstigi skal vera galdandi fyri restina av útbúgvingini. Í hesum sambandi kunnu próvtøl, givin eftir gamla próvtalsstiganum, verða umroknað til nýggja próvtalsstigan. Soleiðis kann eisini verða farið framm, um næmingur av øðrum áðum hevur tikið ein part av útbúgvingini ella stakgreinir eftir gamla próvtalsstiganum. Stk. 5. Útbúgvingarstovnurin kann, í samráð við Mentamálaráðið, gera av, at nýggi próvtalsstigin skal vera galdandi fyri næmingar, ið eru byrjaðir fyri 1. august 2013.”
2) Broytt við kunngerð nr. 92 frá 20. juni 2000.
3) Broytt við kunngerð nr. 66 frá 27. apríl 2001.
4) Broytt við kunngerð nr. 61 frá 23. apríl 2003.