Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. februar 2015Nr. 6
Kunngerð um heimaundirvísing og sjúkraundirvísing, sum broytt við kunngerð nr. 126 frá 12. september 2018
Við heimild í § 21, stk. 6 og § 28, stk. 3 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan verður ásett:
Endamál og skipan
§ 1. Næmingur, sum vegna sjúku, smittuvanda ella vælferð er burtur frá skúla í longri tíð, hevur rætt til heimaundirvísing ella sjúkraundirvísing.
Stk. 2. Skúlaleiðarin skal sbrt. § 45, stk. 1 og § 55, stk. 5 í lógini taka stig til, at næmingur, sum er burtur frá skúla sbrt. stk. 1, fær heimaundirvísing ella sjúkraundirvísing, tá ið sjúkrafráveran er longur enn 2 vikur.
Stk. 3. Flokslærarin boðar leiðsluni frá fráveru hjá næmingi og tá ið stig eiga at verða tikin til heimaundirvísing og sjúkraundirvísing.
Stk. 4. Við afturvendandi styttri fráveru vegna sjúku og fráveru vegna varandi sjúku er stk. 1 eisini galdandi, tá ið fráveran samanlagt er 2 vikur.
§ 2. 1) Skúlaleiðarin søkir í samráð við foreldur ella avvarðandi Mentamálaráðið um tímar til heimaundirvísing ella sjúkraundirvísing.
Stk. 2. 1) Er talan um likamliga sjúku og smittuvanda, verður umsóknin send Undirvísingarstýrinum saman við læknaváttan.
Stk. 3. 1) Tá ið talan er um aðra sjúkrafráveru, skal váttan frá Sernámi leggjast við umsóknini umframt møgulig frágreiðing frá øðrum serkønum eitt nú sálarfrøðingi, barnavernd, skúlaleiðara ella leiðara í Førleikastovuni. Umsóknin saman við váttan og møguligari frágreiðing verður send Undirvísingarstýrinum.
Stk. 4. Tað er ábyrgd hjá foreldrum ella avvarðandi at útvega læknaváttan.
Undirvísingin
§ 3. Heimaundirvísing og sjúkraundirvísing skal vera í tráð við námsætlanirnar og ársætlanina hjá flokkinum.
Stk. 2. Um næmingur ikki er førur fyri at taka lut í vanligu undirvísingini, verður undirvísingin eitt tíðarskeið í ein til fýra mánaðir skipað eftir eini einstaklings undirvísingarætlan, sum tekur støði í førleika, tørvi og umstøðum næmingsins.
Stk. 3. Skúlaleiðarin tryggjar í samráð við Sernám, at undirvísingin sambært einstaklings undirvísingarætlanini verður skipað við atliti at gera næmingin føran fyri aftur at luttaka í vanligu undirvísingini og sosiala felagsskapinum.
Stk. 4. Skúlaleiðarin eftirmetir støðu næmingsins í samráð við Sernám og tekur avgerð um, eftir tilmæli frá sálarfrøðingi ella serlækna, um tíðarskeiðið sbrt. stk. 2. í serligum føri verður longt.
§ 4. Heimaundirvísing og sjúkraundirvísing skulu taka atlit at heilsustøðu, aldri og umstøðum næmingsins.
Stk. 2. Undirvísingin verður skipað í samráð við foreldur ella avvarðandi og næmingin.
Stk. 3. Skúlaleiðarin skal í sambandi við aðra sjúkrafráveru skipa fyri í samráð við avvarðandi førleikastovu, Sernám, foreldur ella avvarðandi og næmingin, at undirvísingin verður skipað við atliti at serligu avbjóðingum næmingsins.
§ 5. Lærari, sum undirvísir næmingi, ið hevur fingið játtað heimaundirvísing ella sjúkraundirvísing, skal kunna seg um heilsustøðu, trivnaðarligu førleikar og fakligu førleikar næmingsins og umstøður annars, ið kunnu ávirka undirvísingartilgongdina sbrt. § 3, stk. 1.
Stk. 2. Skúlaleiðarin hevur skyldu til at veita lærara, ið skal undirvísa næmingi, ið fær heimaundirvísing og sjúkraundirvísing, neyðugar upplýsingar sbrt. stk. 1.
Stk. 3. Tá ið heimaundirvísing og sjúkraundirvísing enda, skal lærari, sum hevur undirvíst næminginum, tryggja, at skúlin fær upplýsingar um heimaundirvísing og sjúkraundirvísing, úrtøku og støðu næmingsins.
§ 6. Um næmingur verður útskrivaður frá sjúkrahúsi til víðari viðgerð á øðrum stovni ella heima, skal skúlaleiðarin í samráð við tann, ið hevur havt sjúkraundirvísingina, kunna avvarðandi stovn ella skúla um undirvísingina, so at sjúkraundirvísingin kann halda fram so skjótt sum til ber.
Lærarar
§ 7. Skúlaleiðarin virkar fyri í tann mun tað ber til, at lærari næmingsins undirvísir næmingi, ið hevur fingið játtað heimaundirvísing og sjúkraundirvísing.
Stk. 2. Skúlaleiðari tryggjar í samráð við Sernám, at lærari, ið undirvísir næmingi, tá ið talan er um aðra sjúkrafráveru sbrt. § 2, stk. 2, hevur serligan førleika ella royndir at átaka sær undirvísingina.
Stk. 3. Í serligum føri og tá ið talan er um undirvísing uttanlands, kunnu onnur, ið hava viðkomandi útbúgving og royndir, átaka sær heimaundirvísing og sjúkraundirvísing.
Undirvísingarstað og høli
§ 8. Heimaundirvísing og sjúkraundirvísing verða skipað á sjúkrahúsi, stovni ella heima.
Stk. 2. Heimaundirvísing og sjúkraundirvísing, sum verða játtað næmingum, sum eru heima, kann eisini fara fram uttan fyri heimið og verða skipað í bólkum ella sum einstaklinga undirvísing.
Stk. 3. Heimaundirvísing og sjúkraundirvísing, sum verður játtað í sambandi við sjúkralegu uttanlands, fer fram á sjúkrahúsi, sjúklingahotelli ella í øðrum egnaðum hølum.
§ 9. Stovnurin, har heimaundirvísing og ella sjúkraundirvísingin fer fram, skal útvega høli og innrætta hesi til endamálið.
Gildiskoma
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2015.
Mentamálaráðið, 2. februar 2015
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)