Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. februar 2002Nr. 6
Kunngerð um motorpassaraútbúgving
Við heimild í § 6 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum og aðrar maskin- og eltøkniútbúgvingar verður ásett:
§ 1. Motorpassaraútbúgving fer fram á maskinmeistaraskúla ella øðrum skúla eftir góðkenning landstýrismansins.
Stk. 2. Ein og hvør, ið hevur fylt 18 ár og sum annaðhvørt
1. hevur staðið yrkisskeið á góðkendum sjóvinnuskúla ella
2. hevur havt maskintænastu við fiski- ella farmaskipi á 20 tons ella meira í 12 mánaðir,
og sum lýkur treytirnar um heilsukrøv hjá sjófólki ásettar av landsstýrinum, kann verða upptikin sum næmingur á motorpassaraútbúgvingina.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann gera frávik í upptøkutreytini eftir stk. 2, nr. 2, um umsøkjarin hevur aðrar royndir, sum kunnu javnmetast við tær har nevndu.
§ 2. Umsókn um upptøku verður send Maskinmeistarakúlanum saman við navna- ella dópsbrævi og siglingarbók ella leysabløðum, ið eru váttað av skipara ella mynstringarstjóra.
§ 3. Motorpassaraskeið varir 5 mánaðir og fatar um:
|
Lærugrein |
Vegleiðandi tímatal |
|
Føroyskt og teld |
60 tímar |
|
Rokning/Støddfrøði |
40 tímar |
|
Ravmagnslæru |
60 tímar |
|
Maskinlæru |
120 tímar |
|
Heilsulæru |
2 dagar |
|
Kølitøkni |
40 tímar |
|
Sveising |
40 tímar |
|
Verkstaðarlæru og viðlíkahald |
40 tímar |
|
Trygd á sjónum |
4 dagar |
|
Maskinsimulator |
40 tímar |
|
Eldsløkking skeið við Áir |
3 dagar |
|
Tænastukunnleika. |
40 tímar |
|
Tilsamans uml. |
552 tímar |
Stk. 2. Einstøku lærugreinirnar eru nærri lýstar í lærugreinaætlan skúlans.
§ 4. Landsstýrismaðurin ásetur eftir ummæli frá útbúgvingarráðnum, sbr. § 5 í lógini, býtið millum ástøðis- og yrkiskunnleika.
§ 5. Til próvtøkuna verða givin 7 próvtøl.
|
Lærugrein |
Skrivligt |
Munnligt |
Verkligt |
|
Ravmagnslæru |
1 próvtal |
|
|
|
Maskinlæru |
1 próvtøl |
1 próvtal |
|
|
Kølitøkni |
|
1 próvtal |
|
|
Verkstaðarlæru og viðlíkahald |
|
|
1 próvtal |
|
Sveising |
|
|
1 próvtal |
|
Tænastukunnleika, føroyskt og teld |
|
1 próvtal |
|
|
Íalt |
2 |
3 |
2 |
§ 6. Handverkarar, sum lúka upptøkukrøvini til maskinmeistaraútbúgving, kunnu fáa loyvi til at sleppa undan at fara til verkligu royndirnar í verkstaðarlæru/viðlíkahald og sveising.
§ 7. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 131 frá 14. september 1992 um motorpassaraútbúgving.
Vinnumálastýrið, 11/2-2002
Óli Holm (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)