Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. januar 1999Nr. 6
Kunngerð um innlatingarfreistir av sjálvuppgávu fyri 1998 fyri roknskaparskyldug
Við heimild í § 105, stk. 1 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt sum broytt við m.a. løgtingslóg nr. 168 frá 30. desember 1997 verður ásett:
§ 1. Seinasta freist fyri at lata inn sjálvuppgávu við roknskapi er treytað av føðingardegnum, og eru freistirnar hesar:
Føðingardagur: Innlatingardagur:
1.1 ‑ 28.2 6.4.1999
1.3 ‑ 30.4 3.5.1999
1.5 ‑ 30.6 1.6.1999
1.7 ‑ 31.8 1.7.1999
1.9 ‑ 31.12 15.8.1999
Stk. 2. Økisskrivstovunum er tó heimilað, tá ið serligar grundir eru til tess, at longja freistina, sum nevnd er omanfyri, í avmarkaða tíð, tó ikki út um 15. august 1999.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin í skattamálum heimilar somuleiðis økisskrivstovunum, tá ið serligar grundir eru til tess, at longja freistina, sum er 1. juni 1999, at lata sjálvuppgávu inn frá deyðsbúgvum, feløgum, felagsskapum v.m., smb. § 1, stk. 1, nr. 7‑16 og § 2 í skattalógini, og sum hava roknskaparskyldu, tó ikki út um 15. august 1999.
Stk. 4 Treytin fyri, at freistin kann verða longd, er, at skrivlig umsókn verður send økisskrivstovunum, áðrenn freistin er úti, og at sjálvuppgávur, roknskapir og ognaruppgerðir fyri eldri ár eru innkomin til líkningarvaldið.
Stk. 5. Frammanfyri nevnda freist er eisini galdandi fyri at lata inn ognaruppgerð pr. 31. desember 1998.
Stk. 6. Hevur annar hjúnafelagin skyldu at føra roknskap, kunnu báðir lata inn sambært teirri freist, sum er lýst í hesi kunngerð. Hjúnafelagar, sum báðir hava skyldu at føra roknskap, kunnu báðir lata inn sambært teirri freist, sum er galdandi fyri tann hjúnafelagan, ið hevur tann seinna føðingardagin.
§ 2. Sjálvuppgávan er roknað fyri at vera innlatin rættstundis, tá ið hon í seinasta lagi síðsta innlatingardag er fingin Toll- og Skattstovu Føroya ella latin í postin. Sama er galdandi viðvíkjandi roknskapi og ognaruppgerð.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fíggjarmálastýrið, 13. januar 1999
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)