Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. januar 2021Nr. 6
Kunngerð um krøv til innflutning, útflutning, goymslu o.a. av vápnum og lóðri, sum broytt við kunngerð nr. 42 frá 6. apríl 2022
1) Við heimild í § 3 c, § 3 h, stk. 2 og 3 og § 4, stk. 1-3 í løgtingslóg nr. 43 frá 22. mai 1969 um vápn o.a., sum broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 22. mai 2015 og løgtingslóg nr. 158 frá 20. november 2020, verður ásett:
Innflutningur av vápn
§ 1. Umsókn um loyvi at flyta inn, útvega sær ella hava vápn ella ganga við vápni sum tilskilað í § 1, stk. 1 í løgtingslógini verður at senda landfútanum gjøgnum sýslumann ella løgregluna, har sum umsøkjarin býr ella røkir vinnu.
Stk. 2. Umsókn um loyvi at flyta inn, útvega sær, hava vápn ella ganga við vápni sum tilskilað í § 1, stk. 2 í løgtingslógini og loyvi til gerð av vápnum sum tilskilað í § 1, stk. 3 í løgtingslógini og tilfari til verður at senda landfútanum gjøgnum sýslumannin ella løgregluna, har umsøkjarin býr ella røkir vinnu. Síðani sendur landfútin landsstýrismanninum umsóknina til avgerð.
Stk. 3. Umsóknin skal siga frá slag av vápni, herundir tilfari, og lóðri, og hvussu tey ætlast nýtt.
Útflutningsloyvi til vápn og lóður
§ 2. Landfútin letur útflutningsloyvi til vápn og lóður nevnd í § 1, stk. 1 í løgtingslógini.
Stk. 2. Umhvørvisstovan letur útflutningsloyvi til vápn og lóður nevnd í § 2, stk. 1 í løgtingslógini.
Stk. 3. Í umsóknini sambært stk. 1 og 2 skal upplýsast:
1) Navn, bústaður og persóntal hjá viðkomandi.
2) Nummar á vápnaprógvi.
3) Slag, navn, modell og seriunummar á skotvápni.
4) Navn, stødd og nøgd av lóðri, um lóður eisini skal útflytast.
5) Endamálið við útflutninginum.
Stk. 4. Tað er ein treyt fyri at fáa útflutningsloyvi, at umsøkjarin hevur vápnaprógv við vápnatrygdarskeiði.
§ 3. 1) Útflutningsloyvi til vápn o.a., fevnd av § 2, stk. 1, nr. 1 í løgtingslógini, kunnu hava eina gildistíð upp til 1 ár.
Vápnapass 1)
§ 3 a. 1) Umhvørvisstovan gevur eftir umsókn út vápnapass til vápn, fevnd av § 2, stk. 1, nr. 1 í løgtingslógini.
Stk. 2. Ein treyt fyri at fáa vápnapass er, at umsøkjari hevur vápnaprógv við vápnatrygdarskeiði.
Stk. 3. Vápnapassið skal hava hesar upplýsingar:
1) Navn, føðingardag og bústað hjá vápnapasshavara,
2) undirskrift hjá vápnapasshavara,
3) passmynd av vápnapasshavara,
4) navn, modell og seriunummar á vápnum og skrásetingarnummar í vápnaskránni,
5) vápnapassnummar, og
6) gildistíðina á vápnapassinum.
Stk. 4. Tá søkt verður um vápnapass, skal umsøkjari lata Umhvørvisstovuni:
1) Upplýsingar um navn, føðingardag, persónstal og bústað,
2) mynd av sínari undirskrift,
3) passmynd, sum ikki er eldri enn 2 ár,
4) upplýsingar um navn, modell og seriunummar á skotvápnum, sum søkt verður um vápnapass til, og
5) sítt vápnaprógvnummar.
Stk. 5. Fyri at fáa vápnapass útflýggjað skal rindast eitt gjald upp á 500 kr. til Umhvørvisstovuna.
§ 3 b. 1) Vápnapass hevur eina gildistíð upp á 5 ár og kann nýtast við ferðing til skotkappingar, ítróttarlegur, veiðu o.tíl. í loyvistíðarskeiðinum, um vápnapasshavari kann skjalprógva endamálið við ferðini.
Stk. 2. Vápnapass loyvir eisini vápnapasshavara at hava eina rímiliga mongd av lóðri við til tey vápn, sum eru fevnd av vápnapassinum, og sum viðkomandi hevur við á ítøkiligu ferðini.
Goymsla av skotvápnum og lóðri
§ 4. Skotvápn fevnd av løgtingslógini skulu goymast:
1) í vápnaskápi, sum er læst,
2) í rúmi, sum er læst, ella
3) við vápnalási, sum er læst.
Stk. 2. Lóður fevnt av løgtingslógini skal goymast:
1) í vápnaskápi, sum er læst, ella
2) í rúmi, sum er læst.
§ 5. Loyvi kann gevast vinnurøkjandi at hava handil við vápnum og lóðri, sum hava tørvandi kunnleika til vápn og handil við vápnum og sum hava líkindir at goyma vápn til lítar, og at ikki annað kann sigast, enn at hann hevur so mikið gott orð á sær, at tað má ætlast ekkaleyst at geva loyvi at røkja handil við vápnum.
Stk. 2. Handlandi við vápnum skulu hava skyldu at ganga eftir teimum forskriftum í virki sínum, sum landfútin fyrisetur, harundir at halda serstaka bók yvir keyp og sølu av vápnum og lóðri og hava skyldu, tá ið løgreglan krevur, at flýggja henni bókina og teir fakturar og eftirskjøl av teim, sum viðkoma vápnahandlinum. Bókin skal tilskila, hvør hevur fingið vápn og lóður og skal vísa til numrini á loyvunum.
§ 6. Um burturmiss av vápnum skal landfútin hava frásøgn beinanvegin.
Kæra 1)
§ 6 a. 1) Avgerðir hjá Umhvørvisstovuni sambært § 2 og § 3 a í hesi kunngerð kunnu kærast til Vinnukærunevndina. Kærufreistin er 4 vikur.
Stk. 2. Eftir 1. juli 2022 kunnu avgerðir sambært stk. 1 kærast til Føroya Kærustovn.
Revsing, gildiskoma og úrgildisseting 1)
§ 7. Brot á ásetingarnar í hesi kunngerð verða revsað við sekt.
Stk. 2. Revsingin kann herðast til fongsul í upp til 2 ár, um brotið er framt tilætlað ella av grovum ósketni, undir ávirkan av rúsdrekka ella rúsevnum o.tíl. og um sama brot verður endurtikið.
§ 8. Henda kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og samstundis fer út gildi kunngerð nr. 57 frá 12. september 1969 um vápn v.m.
Løgmansskrivstovan, 13. januar 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)