13. februar 2024Nr. 6
Kunngerð um summartíð 2024, 2025, 2026, 2027 og 2028
Við heimild í § 1 í løgtingslóg nr. 66 frá 21. mai 1980 um summartíð verður ásett:
§ 1. Í árunum 2024, 2025, 2026, 2027 og 2028 verður nýtt serstøk tíðarrokning um summartíð í hesum tíðarskeiðum:
1) Í 2024 í tíðini millum 31. mars og 27. oktober.
2) Í 2025 í tíðini millum 30. mars og 26. oktober.
3) Í 2026 í tíðini millum 29. mars og 25. oktober.
4) Í 2027 í tíðini millum 28. mars og 31. oktober.
5) Í 2028 í tíðini millum 26. mars og 29. oktober.
§ 2. Summartíðin byrjar á fyrstnevnda degi í hvørjum av tíðarskeiðunum kl. 01.00, og verður klokkutíðin tá broytt og sett til kl. 02.00.
Stk. 2. Summartíðin endar á síðstnevnda degi í hvørjum av tíðarskeiðunum kl. 02.00, og verður klokkutíðin tá broytt til kl. 01.00.
Stk. 3. Tann farni tímin verður í tíðarrokning tilskilaður sum kl. 01.00 B og tann komandi tímin sum kl. 01.00 A.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Løgmálaráðið, 13. februar 2024
Bjarni Kárason Petersen (sign.)
landsstýrismaður
/ Nella Festirstein (sign.)