Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. januar 2005Nr. 6
Kunngerð um avreiðing av feskum uppsjóvarfiski at frysta ella meirvirka í Føroyum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 69 frá 16. mai 2012
1) Við heimild í § 9, stk. 4 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994, sum broytt við løgtingslóg nr. 84 frá 6. juni 1997, løgtingslóg nr. 69 frá 23. mai 2005 og løgtingslóg nr. 11 frá 26. februar 2010, verður ásett:
§ 1. 2) Kunngerðin er galdandi fyri avreiðingar av uppsjóvarfiskasløgunum: svartkjaftur, makrelur, sild og rossamakrelur, ið føroysk og útlendsk fiskifør avreiða at frysta ella meirvirka á landi í Føroyum.
Stk. 2. Kunngerðin er ikki galdandi fyri avreiðingar, ið fara beinleiðis frá einum fiskifari til eitt mjøl- og lýsiframleiðsluvirki.
§ 2. Øll veiðan, sum nevnt í § 1, stk. 1, skal avreiðast um eina innvigingarkipan, sum er góðkend av Fiskiveiðieftirlitinum.
Stk. 2. Øll veiðan skal vigast, áðrenn støddar-, góðsku- og slagskiljing fer fram.
Stk. 3. 1) Upplýsingar um landingina og avreiðingina skulu latast Fiskiveiðieftirlitinum sambært ásetingunum í kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum. 2% skulu dragast frá vektini fyri vætu.
Stk. 4. 1) (Strikað).
§ 3. Brot á § 2 verður revsað við bót sambært § 40, stk. 1 í lógini um vinnuligan fiskiskap.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 20. januar 2005
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)