20. februar 2006Nr. 6
Kunngerð um upphædd til uppihald í sambandi við arbeiði skipað gjøgnum Nordjobb
Við heimild í § 33, nr. 10 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verður ásett:
§ 1. Upphæddin, sum verður hildin neyðug til uppihald, er fyri álmanakkaárið 2006 kr. 65.000. Hon verður minkað í mun til longdina á dvølinum í Føroyum og alt álmanakkaárið.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 34 frá 1. juni 2004 um ásetan av neyðugari upphædd til uppihald í samband við arbeiði skipað gjøgnum Nordjobb.
Fíggjarmálaráðið, 20. februar 2006
Bárður Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)