21. januar 2022Nr. 6
Kunngerð um summartíð 2022 og 2023
Við heimild í § 1 í løgtingslóg nr. 66 frá 21. mai 1980 um summartíð verður ásett:
§ 1. Í árunum 2022 og 2023 verður nýtt serstøk tíðarrokning um summartíð í hesum tíðarskeiðum:
1) Í 2022 í tíðini millum 27. mars og 30. oktober.
2) Í 2023 í tíðini millum 26. mars og 29. oktober.
§ 2. Summartíðin byrjar á fyrstnevnda degi í hvørjum av tíðarskeiðunum kl. 01.00, og verður klokkutíðin tá broytt og sett til kl. 02.00.
Stk. 2. Summartíðin endar á síðstnevnda degi í hvørjum av tíðarskeiðunum kl. 02.00, og verður klokkutíðin tá broytt til kl. 01.00.
Stk. 3. Tann farni tímin verður í tíðarrokning tilskilaður sum kl. 01.00 B og tann komandi tímin sum kl. 01.00 A.
Løgmansskrivstovan, 21. januar 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
/ John Rajani (sign.)