Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. januar 2025Nr. 6
Kunngerð um avtalur o.a. innan somu fyritøku ella samtak
Við heimild í § 4, stk. 2, í løgtingslóg nr. 72 frá 22. mai 2023 um kapping verður ásett:
§ 1. Avtalur, viðtøkur og samskipað framferð innan somu fyritøku ella samtak, fevna í hesi kunngerð um:
1) loddrættar samtaksavtalur sambært § 2, treytað av, at dótturfyritøkurnar ikki hava nakað veruligt sjálvræði til at skipa teirra framferð á marknaðinum,
2) vatnrættar samtaksavtalur, sambært § 3, ella
3) innanhýsis avtalur í lutafeløgum, um hesar avtalur eru avmarkaðar til tað, ið er neyðugt til tess at tryggja ein nøktandi rakstur av lutafelagnum og varðveitslu av styrki í gjørdum avtalum, sambært § 4.
§ 2. Við loddrættar samtaksavtalur í hesi kunngerð er at skilja avtalur o.a., sum eru gjørdar millum fyritøkur, ið hava tað í § 6 í vinnufelagalógini ásetta tilknýtið.
Stk. 2. Við veruligt sjálvræði, sambært § 1, nr. 1, er at skilja, at dótturfyritøkurnar ikki eru undir fyriskipanarrættinum hjá móðurfyritøkuni.
§ 3. Við vatnrættar samtaksavtalur í hesi kunngerð er at skilja avtalur o.a., gjørdar millum tvær ella fleiri fyritøkur, sum við skrivligari avtalu ella sambært áseting í viðtøkunum hjá fyritøkunum geva seg undir felags leiðslu, ella eru undir avgerandi ávirkan frá slíkari, við teirri fyritreyt, at:
1) felags leiðslan samskipar atferðina hjá luttakandi fyritøkunum á marknaðinum,
2) luttakandi fyritøkurnar eru varandi undirgivnar felags leiðsluni, og
3) ein skipan er gjørd um býti av handilsligum váða og fíggjarligum úrslitum.
§ 4. Við lutafyritøkur í hesi kunngerð er at skilja eindir, ið hava tað í § 4 í vinnufyritøkulógini nevnda endamál.
Stk. 2. Við innanhýsis avtalur, sambært § 1, nr. 3, er at skilja avtalur o.a., gjørdar millum lutafelagið og limir tess ella sínámillum avtalur o.a. hjá limunum, t.d. um sínámillum skuldarbinding hjá limunum, atkvøðu og umboðan í lutafelagnum, og sum ikki hava týðandi ávirkan á onnur, enn limirnar og lutafelagið.
Stk. 3. Við nøktandi rakstur av lutafelagnum, sambært § 1, nr. 3, er at skilja vanlig gagnnýtsla av kapasitetinum hjá felagnum.
Stk. 4. Við varðveitslu av styrki í gjørdum avtalum, sambært § 1, nr. 3, er at skilja skylda hjá limunum at lata síni áhugamál sum keyparar ella veitarar verða røkt gjøgnum lutafelagið í eitt avmarkað tíðarskeið. Um lutafelagið ikki hevur eina ráðandi støðu, er hetta tíðarskeið í mesta lagi tvey ár. Um lutafelagið hevur eina ráðandi støðu, skal tíðarskeiðið vera munandi styttri.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 10 frá 11. mars 2008 um avtalur v.m. innan somu fyritøku ella samtak, kunngerð nr. 7 frá 13. mars 2008 um virksemið hjá Kappingareftirlitinum og kunngerð nr. 8 frá 13. mars 2008 um starvs- og fundarskipan fyri Kappingarráðið.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 23. januar 2025
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)