Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. januar 1995Nr. 6
Kunngerð um gjaldsreglur fyri dagstovnar og dagrøkt, sum broytt við kunngerð nr. 84 frá 7. oktober 1999
Við heimild í § 43, stk. 4, 1. og 3. pkt. í “Lov for Færøerne om børneforsorg“, smb. lógarkunngerð nr. 104 frá 2. mars 1988, sum broytt við lóg nr. 154 frá 15. mars 1989 og lóg nr. 393 frá 20. mai 1992, hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Gjaldið fyri at hava børn á dagstovnum verður ásett av stovnsnevndini, tá talan er um sjálvsognarstovnar, av býráðnum/bygdaráðnum, tá talan er um kommunalar stovnar, og av leiðaranum, tá talan er um stovnar, sum leiðarin eigur. Gjaldið skal bera 30% av útreiðslunum av stovninum, burtursæð frá húsaútreiðslum. Fíggjarætlan stovnsins skal nýtast sum grundarlag fyri ásetanini av gjaldinum.
Stk. 2. Gjaldið skal vera tað sama fyri øll børn á stovninum í ávikavist barnagarði ella vøggustovu.
§ 2. Gjaldið fyri at hava børn í dagrøkt verður ásett av býráðnum/bygdaráðnum, tá talan er um kommunalar skipanir, og av stovnsnevndini, tá talan er um sjálvsognarstovnar. Gjaldið skal bera 30% av útreiðslunum til dagrøktarskipanina, burtursæð frá møguligum húsaútreiðslum. Fíggjarætlanin fyri skipanina skal nýtast sum grundarlag fyri ásetanini av gjaldinum.
Stk. 2. 1) Gjaldið sambært stk. 1 kann ásetast soleiðis, at gjaldið fyri børn undir 3 ár og fyri børn yvir 3 ár kann verða ymiskt, men skal tó leggjast eftir teimum veruligu útreiðslunum, sum aldursbólkurin hevur.
Stk. 3. Um eftirstøðan fyri at hava barn á dagstovni ella í dagrøkt fer upp um 3 mánaðir, kann kommunan ella stovnurin avgera at siga plássið upp, tó soleiðis, at kommunan ella barnaverndin frammanundan hava viðgjørt spurningin, um heimild er at nýta frípláss.
§ 3. Umsókn um frípláss verður latin inn til barnaverndina á serligum umsóknarbløðum, sum verður útvegað av barnaverndini. Á umsóknarblaðið skal verða skrivað talið á børnum undir 18 ár, sum búgva heima, skattskylduga inntøkan hjá báðum foreldrunum, og onnur viðurskifti, sum umsøkjarin ynskir, at barnaverndin tekur til umhugsunar.
Stk. 2. Umsóknarbløðini skulu latast barnaverndini í seinasta lagi 1. juli.
§ 4. Barnaverndin játtar frípláss fyri 1 ár í senn, og verður hetta ár at rokna frá 1. august til 31. juli. Tá børn koma á dagstovn, ella tá ið søkt verður aftaná 1. juli, verður játtan av fríplássi roknað til næsta 31. juli.
§ 5. Tá avgerð skal takast um frípláss, skal barnaverndin ganga út frá skattskyldugu inntøkuni fyri seinast farna skattaárið (inntøkuárið), sum ásett av líkningarmyndugleikanum hjá báðum samlivandi foreldrum og talinum av børnum undir 18 ár.
Stk. 2. Býr barnið bert saman við øðrum av foreldrunum, men soleiðis at viðkomandi er gift/ur við ella livir saman við øðrum persóni uttan at vera gift/ur, tá skal samlaða inntøkan hjá teimum samlivandi roknast sum inntøkugrundarlag.
Stk. 3. Við avgerðini verður at nýta “Útrokningarinntøka“, sum er skattskylduga inntøkan eftir stk. 1 ella stk. 2, lækkað fyri hvørt heimabúgvandi barn yngri enn 18 ár, við barnaupphædd, sum fyri tíðarskeiðið 1. januar 1995 til 31. juli 1995 er kr. 7.902,-.
Stk. 4. Barnaverndarnevndin skal hereftir nýta hjáheftu talvu yvir tann prosentpart av gjaldinum sambært § 1, sum samsvarar útrokningarinntøkuni.
Stk. 5. Barnaverndarnevndin skal í hvørjum einstøkum føri taka støðu til, um skattskylduga inntøkan gevur eina rætta mynd av núverandi fíggjarorku og livifóti familjunnar. Um so er ikki, skal nevndin taka støðu til umsóknina eftir tí, sum verður hildið rímiligt og ikki nýta talvuna.
§ 6. Barnaupphæddin í § 5, stk. 3, verður hvørt ár javnað soleiðis, at hon fyri eitt barn er tað sama, sum barnaviðbót til fólkapensión í almanakkaárinum frammanundan.
Stk. 2. Fyri inntøkur lægri enn 146.000 kr. verður latið fult frípláss, og fyri hvørjar 1.000 kr. inntøkan er hægri enn 146.000 kr. lækkar fríplássið við 2% av gjaldinum sambært § 1. Fyri inntøkur omanfyri 191.000 kr. verður einki frípláss latið. Hetta verður hvørt ár at javna soleiðis, at talið 191.000 kr. verður broytt til 11/8 av inntøkuni, sum eitt fólk hevði havt, um tað hevði fingið hægsta dagpening sambært dagpeningalógini alt álmanakkaárið frammanundan. Hini tølini verða broytt samsvarandi.
Stk. 3. Á hvørjum ári innan 1. mai ger Almannastovan nýggjar útrokningar av markinum fyri frípláss og gevur boð til allar dagstovnar og viðkomandi barnaverndarnevndir um støddina av barnaupphæddini og markið fyri fríplássi fyri komandi tíðarskeið 1. august - 31. juli.
§ 7. Um inntøkan hjá foreldrunum, sambært § 5, stk. 1 ella stk. 2, í tíðarskeiðinum 1. august - 31. juli broytist til at vera munandi minni enn í inntøkuárinum, sum er grundarlag fyri avgerðina um frípláss sambært § 5, kann barnaverndarnevndin játta frípláss eftir meting um framtíðarinntøkuna.
Stk. 2. Foreldrini hava skyldu til at boða barnaverndarnevndini frá varandi broytingum í inniverandi árinum í teirra inntøkuviðurskiftum ella øðrum viðurskiftum, sum hava týdning fyri rættin til heilt ella partvíst frípláss.
Stk. 3. Ein inntøkuøking ella inntøkuminking uppá minni enn 20% gevur vanliga ikki orsøk til eina nýggja útrokning av gjaldinum. Gjaldið kann javnast við afturvirkandi gildi til tað mundið, tá umstøður foreldranna broyttust.
§ 8. Barnaverndarnevndin kann í einstøkum førum, har frípláss ikki kann verða veitt eftir § 5, men har uppihald í dagstovni/dagrøkt er serliga neyðugt av sosialum og pædagogiskum orsøkum, gera av at veita heilt ella partvís frípláss, um gjaldsspurningurin forðar fyri, at barnið annaðhvørt fer ella verður verandi í dagstovni/dagrøkt.
Stk. 2. Tá ið eitt barn við víðgongdum likamligum ella sálarligum breki av viðgerðarligum orsøkum er á dagstovni/dagrøkt, verður foreldragjaldið sett niður í hálvt gjald. Er barnið einans á dagstovni/dagrøkt hálva tíð ella minni, fellur foreldragjaldið burtur. Munurin millum vanligt gjald og foreldragjaldið verður tikin við í uppgerð kommununnar sambært § 9, stk. 2.
Stk. 2. Játtan eftir stk. 1 og 2 er treytað av góðkenning frá Almannastovuni.
§ 9. Barnaverndarnevndin gevur skrivlig boð um avgerð sína til foreldrini, stovnin og býráðið/bygdaráðið.
Stk. 2. Barnaverndin boðar foreldrunum frá, hvør inntøka er nýtt sum grundarlag fyri útrokningini av fríplássinum. Somuleiðis skulu foreldrini verða kunnað um skyldur sínar eftir reglunum í § 7, stk. 2 og 3.
Stk. 2. Við endan av hvørjum mánaði letur stovnurin býráðnum/bygdaráðnum talið yvir tey børn, sum í farna mánaði hava verið á stovninum við fríplássi ella lækkaðum gjaldi eftir § 8, stk 2. Á talvuni skulu standa nøvn barnsins, skrásetingar nr. hjá barnaverndarnevndini, støddin á fríplássinum ella lækkaða gjaldinum, og upphæddin í krónum fyri hvørt barnið og tilsamans.
Stk. 3. Beinanvegin, tá talvan er móttikin, rindar býráðið/bygdaráðið stovninum samlaðu upphæddina.
Stk. 4. Hesar útreiðslur tekur kommunan við í endurgjaldsuppgerð síni til Almannastovuna yvir goldnar barnaverndarútreiðslur í fíggjarárinum.
§ 10. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er lýst, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 41 frá 22. mars 1993 um gjaldsreglur fyri dagstovnar og dagrøkt.
1) Broytt við kunngerð nr. 84 frá 7. oktober 1999, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. oktober 1999.”