Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. januar 2009Nr. 6
Kunngerð um gjøld fyri veterinerar og heilsufrøðiligar kanningar og eftirlit, sum seinast broytt við kunngerð 38 frá 20. mars 2023
Við heimild í § 39 í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1986 um matvørur, § 1 í løgtingslóg nr. 23 frá 13. mars 1986 um Heilsufrøðiliga Starvsstovu, § 39, stk. 1 og § 47 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum) verður ásett:
Øki og allýsingar
§ 1. Kunngerðin fevnir um gjøld til fígging av umsjón, herupppií eftirlit, løggilding, skráseting, góðkenning, fráboðan, váttan og kanningar í sambandi við matvørur, livandi dýr, fyritøkur, umframt útbúnað og framleiðslu, heruppií non-food framleiðslu og ikki animalska framleiðslu.
Gjald fyri úrdráttir úr dýrum til matna úr triðjalandi
§ 2. Fyri eftirlit við kjøti, sum ikki er skorið frá beini, og sum verður innflutt til Føroya úr triðjalandi, verða 80 kr. goldnar fyri tonsið, tó ikki minni enn 1000 kr. fyri hvørja sending.
Stk. 2. Fyri aðrar úrdráttir úr dýrum verða í minsta lagi 1000 kr. goldnar fyri hvørja sending.
Stk. 3. Gjaldið eftir stk. 1 og 2 skal innflytarin ella føroyska umboð hansara gjalda BIP-myndugleikanum á staðnum, har sendingin kemur í land. Gjaldið skal vera goldið, áðrenn sendingin kann verða givin leys, um ikki annað er avtalað við BIP-myndugleikan.
Gjald í sambandi við landing av fiski og fiskavørum til matna av triðjalands fiskiskipi
(beinleiðis landing av feskum fiski)
§ 3. Fyri eftirlit við fiski og fiskavørum til matna, sum verða landað beinleiðis frá einum fiskiskipi, ið siglur undir triðjalands flaggi, verða 8 kr. goldnar fyri tonsið upp til 50 tons, og 4 kr. fyri tonsið omanfyri 50 tons.
Stk. 2. Uttan mun til ásetingina í stk. 1 skal gjaldið ikki fara upp um 1000 kr. fyri hvørt lossað vørupartí, um so er, at veruligi kostnaðurin ikki fer upp um hesa upphædd, og talan er um hesi fiskasløg:
1) Sild (Clupea harengus),
2) Sardinir (Sardina pilchardus),
3) Makrel (Scomber scombus),
4) Makrel (Scomber japonicus),
5) Rossamakrel (Tranchurus),
6) Ansjós (Engraulis spp.), og
7) Picarels (Maena smaris).
Stk. 3. Gjaldið eftir stk. 1 og 2 skal innflytarin ella føroyska umboð hansara gjalda Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Gjaldið skal vera goldið, áðrenn sendingin kann verða givin leys, um ikki annað er avtalað við Heilsufrøðiligu starvsstovuna.
Gjald í sambandi við innflutning av fiski og fiskavørum til matna úr triðjalandi
§ 4. 1) Fyri eftirlit við fiski og fiskavørum til matna, sum verða innflutt úr triðjalandi, t.e. fiskur og fiskavøra, ið skal um eina marknaeftirlitsstøð, verða hesi gjøld tikin:
1) 77 evrur fyri hvørja sending upp til 6 tons, og síðani
2) 12 evrur fyri hvørt tonsið upp til 46 tons, ella
3) 590 evrur fyri hvørja sending omanfyri 46 tons.
Stk. 2. 1) Gjøldini eftir stk. 1 verða, fyri sendingar, sum eru býttar sundur í smærri vørupartí, ásett soleiðis:
1) 840 evrur fyri hvørt skipið við last upp til 500 tons,
2) 1680 evrur fyri hvørt skipið við last upp til 1000 tons,
3) 3360 evrur fyri hvørt skipið við last upp til 2000 tons, og
4) 5040 evrur fyri hvørt skipið við last omanfyri 2000 tons.
Stk. 3. Gjaldið eftir stk. 1 og 2 skal innflytarin ella føroyska umboð hansara gjalda BIP-myndugleikanum, har landað verður. Gjaldið skal vera goldið, áðrenn sendingin kann verða givin leys, um ikki annað er avtalað við BIP-myndugleikan.
Gjald fyri úrdráttir úr dýrum, sum ikki eru ætlaðir til matna
§ 5. Fyri eftirlit við úrdráttum úr dýrum, sum ikki eru ætlaðir til matna, verður eitt gjald tikið, sum dekkar veruligu útreiðslurnar av eftirlitinum.
Stk. 2. Er talan um innflutning úr triðjalandi, um beinleiðis útflutning til triðjaland ella um útflutning til triðjaland um eitt ES-land, skal gjaldið verða goldið, áðrenn sendingin kann verða givin leys, um ikki annað er avtalað við BIP-myndugleikan.
Gjald í sambandi við eftirlit við restkonsentratiónum í akvakulturdýrum
§ 6. 2) Fyri eftirlit við úrdráttum úr akvakulturdýrum verða 26 kr. goldnar fyri hvørt tonsið av livandi vekt, sum verður tikið inn á virki í tíðarskeiðnum 1. januar til 31. desember. Gjaldið verður gjørt upp við støði í nøgdini av livandi vekt, sum var tikin inn á virkið kalendaraárið frammanundan.
Stk. 2. 3) Gjaldið eftir stk. 1, sum eisini dekkar kanningar fyri at útflyta til Russland, Kazakstan og Hvítarussland, t.e. Tollsamgongan, skulu laksasláturvirki rinda Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Gjald fyri eftirlit v.m. av livandi dýrum og úrdráttum úr dýrum í Føroyum og í samhandlinum innan ES
§ 7. 2) 1) Fyri váttan, kanning ella eftirlit við livandi dýrum, undir hesum eisini akvakulturdýr, ella úrdráttum úr dýrum, í Føroyum og í samhandlinum við ES, verða, umframt ein grundupphædd, ið fevnir um fyrireikingarkostnað og flutningskostnað upp á 2.500 kr., rindað hesi gjøld:
1) 500 kr. um tíman fyri hvørt eftirlitsfólk, um talan er um gerandisdagar millum kl. 06.00 og 17.00,
2) 750 kr. um tíman fyri hvørt eftirlitsfólk, um talan er um gerandisdagar millum kl. 17.00 og 22.00, og
3) 1.000 kr. um tíman fyri hvørt eftirlitsfólk, um talan er um gerandisdagar millum kl. 22.00 og 06.00, leygardagar eftir kl. 14 og sunnudagar og halgidagar.
Stk. 2. 1) Fyri at vátta pass ella annað skjal, tá ið ferðast verður við djórum, er grundupphæddin 500 kr. fyri hvørja málsviðgerð, og síðani 250 kr. fyri hvønn byrjaðan tíma, sum málsviðgerðin tekur.
Gjald fyri eftirlit við livandi dýrum úr triðjalondum
§ 8. Fyri eftirlit við neytum, hóvdýrum, svínum, seyði, geitum, flogfenaði og kaninum verða, umframt eina grundupphædd, sum er 135 kr., hesi gjøld tikin:
1) 230 kr. fyri hvørt ásett korter, um talan er um gerandisdagar millum kl. 06.00 og 17.00,
2) 295 kr. fyri hvørt ásett korter, um talan er um gerandisdagar millum kl. 17.00 og 22.00, og
3) 360 kr. fyri hvørt ásett korter, um talan er um gerandisdagar millum kl. 22.00 og 06.00, leygardagar eftir kl. 14.00 og sunnu- og halgidagar.
Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 skal tó í minsta lagi rindast:
1) 55 evrur fyri hvørja sending upp til 6 tons, og síðani
2) 9 evrur fyri hvørt tonsið upp til 46 tons, ella
3) 420 evrur fyri hvørja sending omanfyri 46 tons.
Stk. 3. Fyri onnur dýr enn tey, nevnd í stk. 1, skulu 9 evrur verða goldnar fyri hvørt dýr og í minsta lagi 55 evrur fyri hvørja sending.
Stk. 4. Gjaldið eftir stk. 1 og 2 skal innflytarin ella føroyska umboð hansara gjalda BIP-myndugleikanum. Gjaldið skal vera goldið, áðrenn sendingin kann verða givin leys, um ikki annað er avtalað við BIP-myndugleikan.
Gjald fyri starvsstovukanningar av royndum, sum eftirlitsmyndugleikin hevur tikið
§ 9. Tað verður rindað serstakt fyri neyðugar starvsstovuroyndir, sum eftirlitsmyndugleikin hevur tikið í sambandi við útinnanina av eftirlitinum eftir §§ 1-8.
Gildiskoma
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi Kunngerð nr. 124 frá 28. august 2001 um gjøld fyri veterinerar kanningar og veterinera umsjón.
Vinnumálaráðið, 26. januar 2009
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)