Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. januar 2020Nr. 6
Kunngerð um broyting í kunngerð um løggilding av serkønum veitarum mótvegis Arbeiðs- og brunaeftirlitinum
(Løggilding av serkønum veitarum at gera eftirlit við øðrum gassskipanum afturat smærri gassskipanum í húsvognum o.ø., umframt løggilding innan eftirlit við gassinnleggingum)
§ 1
Í kunngerð nr. 123 frá 22. august 2018 um løggilding av serkønum veitarum mótvegis Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, sum broytt við kunngerð nr. 87 frá 20. juni 2019, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Skjal 1 í kunngerð nr. 123 frá 22. august 2018 um løggilding av serkønum veitarum mótvegis Arbeiðs- og brunaeftirlitinum verður broytt sum ásett í skjali 1.
2. Skjal 10 í kunngerð nr. 123 frá 22. august 2018 um løggilding av serkønum veitarum mótvegis Arbeiðs- og brunaeftirlitinum verður orðað sum ásett í skjali 2.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 28. januar 2020
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)
Skjal 1
Í skjali 1, Yvirlit yvir skjøl, Skjal 10 verður “smærri gassskipanum til húsvognar o.a.” broytt til: “gassskipanum og gassinnleggingum.”
Skjal 2
“Skjal 10
Løggildingarøki nr. 9: Løggilding sum serkønt virki innan eftirlit við gassskipanum og gassinnleggingum
Eftirlitini skulu í minsta lagi fara fram sambært viðkomandi vegleiðing frá framleiðaranum, umframt møguligum servegleiðingum frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
Løggildingar
Løggilding sum serkønt virki innan eftirlit við gassskipanum og gassinnleggingum kann fevna um allar niðanfyristandandi gassskipanir og gassinnleggingar ella kann avmarkast til ávísar av hesum.
1) Flokkur 1: Smærri gassskipanir til húsvognar o.a.
2) Flokkur 2: Gassskipanir uttan útlufting til húsarhaldsnýtslu
3) Flokkur 3: Stórkøkar (matstovur o.a.)
4) Flokkur 4: Gassmotorar, gassturbinur og líknandi útbúnaður
5) Flokkur 5: Fyribils gassinnleggingar
6) Flokkur 6: Gassinnleggingar til nýtslu í kanningarstovum og undirvísingarhølum
7) Flokkur 7: Skúrvognar, matveitingarvognar o.tíl., ið ikki verður nýtt sum bústaður
Løggildingartreytir
1) Virkið skal hava fólk atknýtt við neyðugari vitan, førleikum, útbúgving og royndum við eftirliti við gassskipanum og gassinnleggingum.
2) Virkið skal skjalprógva innlit í bygningshátt og virkishátt á gassskipanum og gassinnleggingum.
3) Virkið skal hava vitan um, hvørjar kanningar og royndir skulu gerast, og skal kunna staðfesta manglar við viðkomandi skipan.
Virkið skal ráða yvir neyðugari útgerð.”