Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. januar 2012Nr. 6
Kunngerð um ískoyti til gjald fyri veiting hjá statsautoriseraðum fótterapeuti
Við heimild í § 8, stk. 3 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd verður ásett:
§ 1. Heilsutrygd veitir, eftir ávísing frá lækna, persónum, har sjúka hevur munandi avleiðingar í gerandisdegnum, ískoyti til viðgerð hjá statsautoriseraðum fótterapeuti, um lækni hevur staðfest eina av fylgjandi diagnosum:
1) Diabetes mellitus.
2) Unguis incarnatus (niðurgrógvin negl), tá tørvur er fyri fótaviðgerð.
3) Arr og sárviðgerð eftir skurð- og stráluviðgerð.
4) Svára liðagikt.
5) Svárt psoriasis.
6) Svárt lymfødem.
§ 2. Ískoyti sambært § 1, nr. 1 er 350 kr. fyri hvørja viðgerð og 720 kr. fyri árligt eftirlit. Ískoyti sambært § 1, nr. 2– 6 er 175 kr. fyri hvørja viðgerð.
Stk. 2. Ávísingin kann í mesta lagi vera fyri 6 veitingar.
Stk. 3. Persónar við diabetes mellitus hava eftir fyrstu ávísing áhaldandi rætt til 6 veitingar um árið.
Stk. 4. Gera heilt serligar umstøður seg galdandi, og lækni metir tað vera neyðugt, kann ávísing til persónar við diabetes mellitus verða longd við upp til 6 veitingum.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi 1. februar 2012.
Heilsumálaráðið, 30. januar 2012
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)