Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. januar 2023Nr. 6
Kunngerð um broyting í kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a.
(Kommunur fáa sjálvar heimild at áseta gjald fyri búpláss, umlætting og heimahjálp o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 126 frá 17. desember 2014 um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a., sum broytt við kunngerð nr. 160 frá 9. desember 2020, verða gjørdar hesar broytingar í samráð við kommunurnar:
1. § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Gjaldsgrundarlagið fyri vistarhald og tænastu í eldrabústaði og fyri umlætting og heimahjálp verður ásett í hesi kunngerð.”
2. Í § 3 verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 3. Afturat inntøkuni sbrt. stk. 2 skulu leggjast útgjald av uppsparing eftir reglunum í eftirlønarlógini, undantikið kapitalútgjald.”
Stk. 3-6 verða eftir hetta stk. 4-7.
3. § 4 verður orðað soleiðis:
“§ 4. Í seinasta lagi 1. desember lýsir kommunan gjøldini fyri komandi árið.”
4. Yvirskriftin yvir § 6 verður orðað soleiðis:
“Eldrabústaður”
5. Í § 6, stk. 1 verður “á ellis- og røktarheiminum ella á eldrasambýlinum” broytt til: “í eldrabústaðnum”.
6. § 7 verður orðað soleiðis:
“§ 7. Pensjónistur, sum fær uppihald á eldrabústaði, skal rinda eitt mánaðarligt gjald fyri vistarhald og tænastur.
Stk. 2. Vistarhald fevnir um húsaleigu, olju, el, mat, felagsútreiðslur o.t. Tænastur fevnir m.a. um røkt og praktiska hjálp.
Stk. 3. Kommunan ásetir hægst møguliga gjald fyri vistarhald og tænastur. Gjaldið kann ikki vera hægri, enn hvat kostnaður av vistarhaldi og tænastu veruliga er.”
7. § 8 verður orðað soleiðis:
“§ 8. Pensjónistur við inntøkugrundarlag upp til 50.000 kr. rindar 54 prosent av hægst møguliga gjaldi sbrt. § 7, stk. 3. Er inntøkugrundarlagið millum 50.000 kr. og 55.000 kr., rindar pensjónisturin 60 prosent av hægst møguliga gjaldi. Gjaldið hækkar við 0,85 prosentstigum fyri hvørjar 5.000 kr., inntøkugrundarlagið er hægri enn 50.000 kr.”
8. Í § 9, stk. 1 verður “á ellis- og røktarheimi ella á eldrasambýli” broytt til: “í eldrabústaði”.
9. § 9, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Gjald fyri umlætting er 40 prosent av hægsta møguliga gjaldi sbrt. § 7, stk. 3, umroknað til ein dagsprís.”
10. § 16, stk. 3-5 verða orðað soleiðis:
“Stk. 3. Kommunan ásetir hægst møguliga gjald fyri hvønn tíma fyri heimahjálp.
Stk. 4. Hægst møguliga gjald sbrt. stk. 3 kann ikki vera hægri enn kostnaðurin hjá kommununi at veita heimahjálp.
Stk. 5. Pensjónistur, hvørs árliga inntøka er lægri enn 50.000 kr. rindar ikki fyri heimahjálp. Er inntøkugrundarlagið millum 50.000 kr. og 55.000 kr., rindar pensjónisturin 25 prosent av hægst møguliga gjaldi sbrt. stk. 3. Gjaldið hækkar við 1,7 prosentstigum fyri hvørjar 5.000 kr., inntøkugrundarlagið er hægri enn 50.000 kr.”
11. § 16 a verður strikað.
§ 2
Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2023.
Stk. 2. Gjøldini, sum skulu galda frá 1. apríl 2023, skulu lýsast í seinasta lagi 1. mars 2023.
Stk. 3. Tey gjøld fyri búpláss, umlætting og heimahjálp, ið vóru galdandi 1. apríl 2023, verða framvegis í gildi í teimum kommunum, har nýggj gjøld ikki eru lýst til at galda frá 1. januar 2024.
Almanna- og mentamálaráðið, 30. januar 2023
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun M. Hansen (sign.)