Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. juni 1999Nr. 60
Kunngerð um forboð fyri innflutningi og sølu av ávísum matvørum úr Belgia
Við heimild í § 12, sbr. § 8 og § 51, stk. 2 í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m. verður ásett:
§ 1. Tað er forboðið at innflyta ella á annan hátt selja egg, mjólk, mjólkarúrdáttir, smør, flogfenað, neytakjøt, svínakjøt ella aðrar matvørur, har omanfyri nevndu eru partur av, og sum hava uppruna í ella eru sendar úr Belgia, uttan so, at tað kann skjalprógvast, at matvørurnar ikki innihalda restir av dioxin.
Stk. 2. Forboðið er ikki galdandi fyri matvørur sum innihalda egg og vørur av eggum, á hægst 2%, uttan so, at matvørurnar ikki innihalda tilfar nevnt í stk. 1.
§ 2. Um so er, at egg, mjólk, mjólkarúrdráttir, smør, flogfenaður, neytakjøt, svínakjøt ella aðrar matvørur, har omanfyri nevndu eru partar av, er framleiddar efter 14. januar 1999,og sum hava uppruna í ella eru sendar úr Belgia, eru á føroyska marknaðinum í dag, skulu hesar matvørur fyribeinast, uttan so, at tað kann skjalprógvast, at matvørurnar ikki innihalda restir av dioxin.
§ 3. Skjalprógv fyri § 1 og § 2 skal vera í samsvar við avgerðina hjá ES-nevndini nr. 1999/363/EF ella avgerð hjá ES-nevndini nr. 1999/368/EF ella vera ein svarseðil frá eini góðkendari kanningarstovu, sum prógvar, at matvørurnar ikki innihalda dioxinrestir.
Stk. 2. Skjalprógv skal goymast í 2 ár.
Stk. 3. Útreiðslurnar til skjalprógv í hesum sambandi eru óviðkomandi fyri almennar myndugleikar.
§ 4. Brot á hesa kunngerð verður revsað við bót, hefti ella fongsul í upp til 1 ár.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálastýrið, 11. juni 1999
Finnbogi Arge (sign.)
landsstýrismaður
/ Arni Poulsen (sign.)