Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. mai 2002Nr. 60
Kunngerð um sáttmálaskylduga útbúgving, upptøku í skúla, floksbýtistal og skúlasamstarv
Við heimild í § 5, stk. 1, 2 og 3 og § 6, stk. 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar verður ásett:
§ 1. Tær yrkisútbúgvingar, ið nevndar eru í fylgiskjali 1 til hesa kunngerð, koma undir sáttmálaskyldu.
Stk. 2. Tær yrkisútbúgvingar, ið nevndar eru í fylgiskjali 2 til hesa kunngerð, eru av landsstýrismanninum stovnsettar.
Stk. 3. Teir skúlar, ið nevndir eru í fylgiskjali 2, eru góðkendir at hava undirvísing í teimum yrkisútbúgvingum, sum teir í sama fylgiskjali eru knýttir at.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin hevur umsjón við, at fyrisitingarligu viðurskiftini við atliti at góðkenning eftir stk. 2 er í lagi og í samsvari við fakliga og námsfrøðiliga førleikan, ið krevst.
§ 2. Skúli skal í seinasta lagi 1. apríl lata Mentamálastýrinum endaligt yvirlit yvir talið av flokkum komandi fíggjarár.
Stk. 2. Aftaná 1. mai í hvørjum einstøkum fíggjarári kunnu lærlingar einans verða tiknir inn á skúla, um pláss er fyri teimum sambært tí í stk. 1 upplýsta flokkatalinum.
§ 3. Við støði í yvirlitinum í fylgiskjali 2, skulu teir skúlar, ið hava undirvísing innan somu yrkisútbúgvingar, gera eina sínámillum samstarvsavtalu um upptøku av lærlingum og floksbýtistal í sambandi við skyldugu skúlagongdina.
Stk. 2. Avtalan skal góðkennast av landstýrismanninum, áðrenn skúli tekur lærlingar inn á skúla.
Stk. 3. Broytingar í samstarvsavtaluni skulu góðkennast av landsstýrismanninum.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálastýrið, 13.mai 2002
Óli Holm (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)
Fylgiskjal 1
Mai 2002
Samsvarandi § 1, stk. 1 í hesi kunngerð, koma hesar yrkisútbúgvingar undir sáttmálaskyldu:
|
Byggiyrkið |
Matvøruyrkið: |
|
Bygningsmálari |
Bakari |
|
Bygningssnikkari |
Kokkur |
|
Gartnari |
Kondittari |
|
Glarsmiður |
Køksatstøðari |
|
Gólváleggjari |
Matstovuatstøðari |
|
Gróthøggari |
Meiaristur |
|
Maskinsnikkari |
Reseptiónistur |
|
Møbilsnikkari |
Slaktari |
|
Múrari |
Tænari |
|
Skipssnikkari |
Viðskerafrúgv |
|
Timburmaður |
|
|
Træskipasmiður |
Metallyrkið: |
|
Urgubyggjari |
Edilmálmasmiður (Gullsmiður) |
|
|
HVS-smiður/montørur |
|
El- og Samskiftisyrkið: |
Ídnaðartøkningur |
|
Automatikktøkningur (Automatikmekanikari) |
Kølimontørur |
|
Datamekanikari |
Maskinsmiður |
|
Elektrikari |
Metallsmiður |
|
Elektrotøkningur ( Elektromekanikari) |
Plastbátasmiður |
|
Elektronikktøkningur (Elektronikmekanikari) |
Plátu- & Konstruktiónssmiður |
|
Miðlatøkningur (Miðlatøknimekanikari) |
Rustfastur kleinsmiður |
|
Miðlaatstøðari (AV-atstøðari) |
Rørsmiður |
|
IT-supportari (KT-stuðul) |
Stálskipasmiður |
|
Radio- og sjónvarpstólatøkningur (Radiomekanikari) |
|
|
|
Tænastu- og Tilvirkisyrkið: |
|
Fiskaídnaðar- og Havbúnaðaryrkið: |
Hárfríðkari |
|
Alari |
Klædnavirkari |
|
Fiskavirkari |
Kosmetikari |
|
|
Optikari |
|
Flutningsyrkið: |
Ortopædistur |
|
Bilelektromekanikari |
Skósmiður |
|
Bilmálari |
Skorsteinssópari |
|
Bilmekanikari |
Tannklinikkatstøðari |
|
Bilplátusmiður |
Tanntøkningur |
|
Entreprenørmaskinumekanikari |
Ursmiður |
|
Flogmekanikari |
Veterinærheilsurøktari |
|
Lastbilamekanikari |
|
|
Súkklu-/motorsúkklumekanikari |
Skrivstovuyrkið: |
|
|
Advokatskrivari |
|
Grafikara- og Miðlayrkið: |
Almenn fyrisiting |
|
Bókbindari |
Ferðavinna |
|
Fotografur |
Fyrisiting |
|
Miðlagrafikari |
KT-fyrisiting |
|
Prentari |
Læknaskrivari |
|
Serigrafur |
Roknskap/grannskoðan |
|
Skeltimálari |
Speditión/shipping |
|
|
Trygging |
|
Handilsyrkið: |
|
|
Handilsbreyt við sergreinunum |
|
|
Innkeyp |
|
|
Logistikk |
|
|
Søla |
|
|
Tænasta |
|
|
Innkeyp |
|
|
Smásølubreyt við sergreinunum |
|
|
Blómuprýði |
|
|
Dekoratørur |
|
|
Húsbúni & Tilgerð |
|
|
Smásøluatstøðari |
|
|
|
|
Fylgiskjal 2
Mai 2002
Samsvarandi § 1, stk. 2 í hesi kunngerð, eru nevndu skúlar góðkendir at hava undirvísing í teimum í fylgiskjali 1 nevndu útbúgvingunum, sum koma undir sáttmálaskyldu, samanber tó § 3:
|
Yrki |
Skúlar |
|
|
|
|
|
|
Byggiyrkið: |
|
|
|
Bygningssnikkari |
Teknisku skúlarnir |
|
|
Timburmaður |
Teknisku skúlarnir |
|
|
|
|
|
|
El- og Samskiftisyrkið: |
|
|
|
Elektrikari |
Teknisku skúlarnir |
|
|
|
|
|
|
Fiskaídnaðar- & Havbúnaðaryrkið: |
|
|
|
Alari |
Fiskivinnuskúlin |
|
|
Fiskavirkari |
Fiskivinnuskúlin |
|
|
|
|
|
|
Flutningsyrkið: |
|
|
|
Bilmekanikari |
Teknisku skúlarnir |
|
|
|
|
|
|
Metallyrkið: |
|
|
|
Maskinsmiður |
Teknisku skúlarnir |
|
|
Metallsmiður |
Teknisku skúlarnir |
|
|
Plátu- & Konstruktiónssmiður |
Teknisku skúlarnir |
|
|
Rustfastur kleinsmiður |
Teknisku skúlarnir |
|
|
Rørsmiður |
Teknisku skúlarnir |
|
|
Stálskipasmiður |
Teknisku skúlarnir |
|
|
|
|
|
|
Skrivstovuyrkið: |
|
|
|
Fyrisiting |
Føroya Handilsskúli |
|
|
KT-fyrisiting |
Føroya Handilsskúli |
|
|
|
|
|
|
Tænastu- og Tilvirkisyrkið: |
|
|
|
Hárfríðkari |
Teknisku skúlarnir |
|
|
Harumframt eru skúlarnir góðkendir at hava undirvísing í ávísum skúlaskeiðum í hesum útbúgvingum, samanber tó § 3:
| ||
|
Yrki: |
Skúlar: |
Skúlaskeið: |
|
|
|
|
|
Byggiyrkið: |
|
|
|
Maskinsnikkari |
Teknisku skúlarnir |
1. |
|
Møbilsnikkari |
Teknisku skúlarnir |
1. |
|
Skipssnikkari |
Teknisku skúlarnir |
1. |
|
Træskipasmiður |
Teknisku skúlarnir |
1. |
|
|
|
|
|
El- & samskiftisyrkið: |
|
|
|
Automatikktøkningur (Automatikmekanikari) |
Teknisku skúlarnir |
1. |
|
Datamekanikari |
Teknisku skúlarnir |
1. |
|
Elektrotøkningur (Elektromekanikari) |
Teknisku skúlarnir |
1. |
|
Elektronikktøkningur (Elektronikmekanikari) |
Teknisku skúlarnir |
1. |
|
Radio- og sjónvarpstólamekanikari (Radiomekanikari) |
Teknisku skúlarnir |
1. |
|
|
|
|
|
Flutningsyrkið: |
|
|
|
Bilelektromekanikari |
Teknisku skúlarnir |
1. |
|
Bilplátusmiður |
Teknisku skúlarnir |
1. |
|
Entreprenørmaskinmekanikari |
Teknisku skúlarnir |
1. |
|
Lastbilamekanikari |
Teknisku skúlarnir |
1. |
|
Súkklu- og motorsúkklumekanikari |
Teknisku skúlarnir |
1. |
|
|
|
|
|
Metallyrkið: |
|
|
|
Rustfastur kleinsmiður |
Teknisku skúlarnir |
1., 2., 3. og 4. |
|
Plátu- og konstruktiónssmiður |
Teknisku skúlarnir |
1. og 2. |