Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. september 2004Nr. 60
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan løgmans nr. 12 frá 1. apríl 2004 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 43 frá 23. juni 2004 verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 6, landsstýrismaðurin í innlendismálum verður í kapitlinum “Umsitingarøkið” skoytt uppí: “Somuleiðis umsitur landsstýrismaðurin tyrluflúgving”.
2) Í § 6, landsstýrismaðurin í innlendismálum verður í kapitlinum “Tænastuboð” skoytt uppí at enda: “Strandfaraskip Landsins”.
3) Í § 8, landsstýrismaðurin í vinnumálum verður í kapitlinum “Tænastuboð” strikað: “Strandfaraskip Landsins.”.
§ 2
Fráboðanin fær gildi dagin eftir kunngerðing og fekk virknaða frá 5. juli 2004.
Løgmansskrivstovan, 15. september 2004
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)