18. juni 2026Nr. 60
Kunngerð um broyting í kunngerð um niðurberjing og eftirlit við ILA (Infectious Salmon Anaemia, ISA)
(Stytt brakklegging fyri alibrúk og rakstrareindir har ILA er staðfest)
§ 1
Í kunngerð nr. 19 frá 14. mars 2005 um niðurberjing og eftirlit við ILA (Infectious Salmon Anaemia, ISA) verður í § 31, stk. 2 “6 mánaðir” broytt til: “3 mánaðir”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 18. juni 2026
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Pól E. Egholm (sign.)