19. mai 2015Nr. 60
Kunngerð um broyting í kunngerð um endurgjald til gagn- og merggevar
(Heimildir lagdar til Landssjúkrahúsið)
§ 1
Í kunngerð nr. 105 frá 23. september 2003 um endurgjald til gagn- og merggevar verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 7, stk. 3 í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið við seinni broytingum, verður ásett:”
2. Í § 5 verður ”Familju- og heilsumálaráðið” broytt til: ”Landssjúkrahúsið”.
3. Í § 6 verður “Endur-gjaldið” broytt til: “Endurgjaldið”.
4. Í § 7, stk. 1 verður “Familju- og heilsumálaráðið” broytt til: “Landssjúkrahúsið”.
5. Í § 7, stk. 3 verður “Familju- og heilsumálaráðið” broytt til: “Landssjúkrahúsið”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 19. mai 2015
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)