Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. mai 1992Nr. 61
Kunngerð um reglur fyri skeinkingarloyvisnevndina, sum broytt við kunngerð nr. 76 frá 17. juni 2010
Við heimild í § 9, stk. 4 í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Høvuðsuppgávan hjá loyvisnevndini er at veita og endurnýggja skeinkingarloyvi til rúsdrekka og at taka aftur loyvi eftir § 14 í lógini.
§ 2. Áðrenn mál verða løgd fyri loyvisnevndina til endaliga støðutakan, skulu tey vera fyrireikað av løgregluni, soleiðis at umsóknartilfarið er greitt hjá loyvisnevndini at taka støðu til.
§ 3. Formaðurin boðar til fundar við hóskandi freist so ofta tørvur er á tí, ella um tveir av limunum krevja tað, við upplýsing um dagsskrá.
Stk. 2. Fundurin er viðtøkuførur, tá meirilutin av nevndarlimunum er á fundi. Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta. Standa atkvørðurnar á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi.
Stk. 3. Fundarfrágreiðing verður skrivað frá hvørjum fundi. Ein minniluti kann krevja sína støðu tikna við í fundarfrágreiðingina. Fundarfrágreiðingin verður undirskrivað av teimum limunum, sum vóru á fundi.
§ 4.1) Loyvisnevndin kann útvega sær hjálp til skrivaraarbeiði o.a. Samsýning til nevndarlimirnar skal landsstýrið góðkenna.
§ 5. Formaðurin skal ansa eftir, at avgerðir hjá nevndini verða framdar. Avgerðirnar hjá nevndini skulu undirskrivast av formanninum ella øðrum, sum fær heimild til tess.
§ 6. Limirnir í nevndini hava tagnarskyldu eftir § 152 í revsilógini.
§ 7. Henda kunngerð fær gildi 1. juni 1992.