Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. mai 2020Nr. 61
Kunngerð um afturbering av útreiðslum til filmsframleiðslu í Føroyum
Við heimild í § 6, stk. 2 og § 9, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 170 frá 20. desember 2017 um afturbering av útreiðslum til filmsframleiðslu í Føroyum verður ásett:
§ 1. Stýrið fyri Filmshúsið tekur avgerð um umsókn um afturbering av útreiðslum til filmsframleiðslu í Føroyum sambært løgtingslógini.
Stk. 2. Dagliga umsitingin í Filmshúsinum fyrireikar og ger tilmæli til stýrið viðvíkjandi umsóknum um afturbering av útreiðslum til filmsframleiðslu í Føroyum.
Stk. 3. Í sambandi við viðgerð av umsóknum um afturbering kann Filmshúsið útvega sær fakkøna hjálp eftir tørvi. Skrivstovuhaldið hjá Filmshúsinum, sum er hjá Vinnuframa, metir um upplýsingar um bókhaldsviðurskifti og roknskaparviðurskifti.
Stk. 4. Avgerð um heilt ella lutvíst at nokta umsókn um afturbering av útreiðslum til filmsframleiðslu er endalig innan fyrisitingina og kann ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.
§ 2. Fyri at fáa afturbering av parti av útreiðslunum, skulu føroysk fakfólk og føroyskir førleikar nýtast í framleiðsluni.
Stk. 2. Kravið um luttøku av føroyskum fakfólki og førleikum er tengt at, í hvønn mun hóskandi førleikar og fakfólk eru tøk í Føroyum til framleiðsluna. Dagliga umsitingin í Filmshúsinum ger eina meting av støðuni í sambandi við viðgerðina av einstøku umsóknini.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 12. mai 2020
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)