Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. mai 2017Nr. 61
Kunngerð um tilgerð og útgerð hjá akførum, sum broytt við kunngerð nr. 135 frá 1. september 2020
(Útgerðarkunngerðin)
Við heimild í § 3, § 10, stk. 1, § 35 b, stk. 1 og 2, § 35 c, stk. 1, 2 og 4, § 39, stk. 3 og § 58 a, stk. 1 og 5 í løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 12. mai 2015, verður ásett:
Kapittul 1
Reglur fyri øll akfør
§ 1. Øll akfør skulu vera tilgjørd og hildin í slíkum standi, at tey kunnu verða nýtt uttan vanda ella ónáðir fyri onnur og uttan at skaða vegirnar.
§ 2. Øll akfør skulu vera soleiðis tilgjørd, at førarin kann nýta tey ymisku tólini í akfarinum uttan at hansara ansni fyri ferðsluni annars verður órógvað.
§ 3. Øll akfør skulu vera soleiðis tilgjørd, at tey ikki geva óneyðugan royk og larm.
Kapittul 2
Bilar
§ 4. Bilur skal vera tilgjørdur soleiðis, at
1) førarin hevur neyðuga útsýnið frameftir og til síðurnar,
2) í minsta lagi 20 prosent av loyvdu heildarvektini liggur á stýrihjólunum,
3) bilurin innan er tilgjørdur soleiðis, at hann ikki er til óneyðugan vanda fyri førara og ferðafólk, og
4) útstandandi partarnir á bilinum ikki eru til óneyðugan vanda fyri onnur ferðandi.
§ 5. Bilur skal hava:
1) Tilskilan av merki, flokki og skrokknummari.
2) Róður, sum bilurin kann verða stýrdur við lætt, trygt og skjótt.
3) Ferðmátara.
4) Fjaðring á øllum hjólum.
5) Dekk á øllum hjólum við mynsturdýpd í minsta lagi 1,6 mm á bili til í mesta lagi nýggju persónar og bili við loyvdari heildarvekt uppá í mesta lagi 3.500 kg. Á øðrum bilum skal mynsturdýpdin vera í minsta lagi 1 mm.
6) Skermar yvir øll hjól.
7) Bremsu, ið virkar á øll hjól og sum við allari ferð og tyngd kann bremsa bilinum á ein tryggan, skjótan og virknan hátt.
8) Parkeringsbremsu, ið virkar á hjólini á í minsta lagi einum ási, og sum kann halda bilinum steðgaðum í brekku.
9) Neyðbremsu, ið kann bremsa bilinum á tryggan og virknan hátt. Neyðbremsan kann vera parkeringsbremsan á bilinum, um hendan lýkur treytirnar um neyðbremsu, ella vera bremsan á biinum, um hendan er soleiðis háttað, at reglurnar um neyðbremsu eru loknar, sjálvt um brek kemur á bremsuna.
10) Spegl, ið geva føraranum neyðuga útsýnið aftureftir og á skák aftureftir.
11) Ljóðdoyvara í útstoytingarskipanini.
12) Floytu við støðugum tóna.
Stk. 2. Um eginvektin fer upp um 400 kg skal bilurin hava bakkigear ella annan útbúnað at bakka við.
Stk. 3. Í einum persónbili til í mesta lagi nýggju persónar skulu róður og róðursleggur vera tryggjað fyri samanstoyti.
Stk. 4. Bilur, ið verður nýttur at draga viðfest akfar, skal hava koplingarskipan.
§ 6. Framrúturin skal vera av lamineraðum glasi, meðan aðrir rútar skulu vera av lamineraðum ella herdum glasi ella av brotpettatryggjaðum klárum plasttilfari. Til at halda framrútin reinan skulu uttan vera sjálvvirkandi rútastrúkarar og rútavaskarar.
§ 7. Persónbilur til í mesta lagi nýggju persónar og vørubilur, hvørs loyvda heildarvekt ikki fer upp um 3.500 kg skal hava trygdarsela á øllum sitiplássum. Selarnir skulu vera DS-, E ella e-merktir trífestisselar. Har tað er trupult ella ógjørligt at festa tílíkar selar, kunnu hesir vera mjadnaselar. Festini á trygdarselunum skulu í styrki samsvara eginleikunum hjá trygdarselunum.
§ 8. Persónbilur til í mesta lagi nýggju persónar og vørubilur, hvørs loyvda heildarvekt ikki fer upp um 3.000 kg, skal hava mekaniska tjóvarítrygging.
Stk. 2. Persónbilur til í mesta lagi nýggju persónar og vørubilur skal hava stoytdoyvara við øll hjól. Lastbilur skal hava stoytdoyvara við framhjólini.
Stk. 3. Lokaður vøru- ella lastbilur skal vera avskildraður millum førararúmið og vørurúmið. Ongin persónur kann vera millum forsetrið og avskildringina ella í lokaða vørurúminum. Lastbilur við heildarvekt omanfyri 8.000 kg, kann tó hava eina eyka seturrekkju aftan fyri førarasetrið, um bilurin er tilgjørdur til tess.
§ 9. 1) Ein bilur skal hava lyktir og endurskin eftir hesum reglum:
1) Tvær hvítar ella gulligar nærljóslyktir, ið venda frameftir, E- ella e-merktar, við assymetriskum ljósi ella, sum eru DOT-merktar og, sum uttan at blinda, kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 30 metrar, og tvær, fýra ella seks hvítar ella gulligar fjarljóslyktir, ið venda frameftir, E- ella e-merktar, sum kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 100 metrar, og sum eru settar til eina eftirlitslampu við føraraplássið, og sum skulu vera íbundnar soleiðis, at í mesta lagi fýra fjarljóslyktir kunnu vera tendraðar samstundis. Bilur, hvørs loyvda heildarvekt fer upp um 3.500 kg, kann hava tvær ella fleiri fjarljóslyktir, ið venda frameftir, E- ella e-merktar, sum kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 100 metrar og sum eru settar til eina eftirlitslampu við føraraplássið.
2) Tvær hvítar støðulyktir, ið venda frameftir, og tvær ella fýra reyðar lyktir, ið venda aftureftir, sum allar týðiliga síggjast í minsta lagi 300 metrar uttan at blinda. Støðulyktir, ið eru bygdar saman við gulligum nær- ella fjarljóslyktum, kunnu hava henda lit. Bilur, hvørs loyvda heildarvekt fer upp um 3.500 kg, kann hava 6 reyðar lyktir, ið venda aftureftir.
3) Í minsta lagi eina hvíta lykt, ið kann lýsa á ta aftaru nummarplátuna soleiðis, at hon kann verða lisin í minsta lagi 20 m frástøðu.
4) Í minsta lagi tvær og í mesta lagi 4 reyðar steðgilyktir, ið venda aftureftir, og sum hava eina munandi størri ljósstyrki enn baklyktin. Persónbilur, hvørs loyvda heildarvekt ikki fer upp um 3.500 kg skal hava tríggjar reyðar steðgilyktir.
5) Skaðablunk, ið er kravdu leiðvísandi blunklyktirnar ella aðrar lyktir við samsvarandi eginleikum, og sum eru settar til soleiðis, at tær allar blunka samstundis.
6) Makað tal av reyðum endurskinum, ið venda aftureftir, og eru E-, e- ella DOT-merkt, og sum ikki eru tríhyrnt.
7) Eina leiðvísandi gula blunklykt framman í hvørjari síðu, eina á síðuni og eina aftan í hvørjari síðu. Leiðvísandi blunklyktirnar skulu blunka í minsta lagi 60 í mesta lagi 120 ferðir um minuttin og skulu vera settar til eina eftirlitsskipan við føraraplássið.
Stk. 2. Bilur, sum er yvir 6 m langur, ella sum er góðkendur at vera partur av einum bilarað, skal á báðum síðum hava gul endurskin og gular lyktir, ið týðiliga síggjast í minsta lagi 300 m uttan at blinda.
Stk. 3. Bilur, sum er meira enn 2,10 m breiður, skal hava tvær hvítar frámerkislyktir, ið venda frameftir, og tvær reyðar frámerkislyktir, ið venda aftureftir, sum tíðiliga síggjast í minsta lagi 300 m uttan at blinda.
Stk. 4. Bilur við framstandandi kranabjálka ella líknandi skal hava serligt frámerki.
Stk. 5. Lastbilur og liðbussur skulu vera útgjørdir við endurskinsplanka.
§ 10. Støðulyktirnar, baklyktirnar, nummarplátulyktirnar, frámerkislyktirnar og møguligu gulu síðufrámerkislyktirnar á einum bili skulu ikki kunna verða sløktar, tá ið nær- ella fjarljóslyktirnar ella tokuframlyktirnar eru tendraðar.
§ 11. 1) Bilur kann hava hesar lyktir og endurskin:
1) Tvær hvítar ella gulligar tokulyktir, ið venda frameftir, settar á soleiðis, at tær ikki blinda.
2) Eina ella fleiri hvítar bakkilyktir, ið venda aftureftir, og sum bara kunnu lýsa, tá ið bilurin er í bakkgeari.
3) Eina ella tvær reyðar tokulyktir, ið venda aftureftir, og sum bara kunnu verða tendraðar tá fjar-, nær- ella tokuframlyktirnar eru tendraðar, og sum skulu verða settar til eina eftirlitslampu við føraraplássið.
4) Í minsta lagi tvær hvítar ella gular frámerkislyktir, ið venda frameftir, og í minsta lagi tvær reyðar frámerkislyktir, ið venda aftureftir, um so er, at bilurin er breiðari enn 1,8 m.
5) Hvít endurskin, ið venda frameftir, reyð endurskin, ið venda aftureftir, og sum ikki eru tríhyrnt, og gul endurskin, ið venda til síðurnar.
6) Eina leitilykt og eina ella fleiri arbeiðslyktir við hvítum ella gulligum ljósi, ið bara kunnu verða tendraðar, tá kravdu lyktirnar á bilinum eru tendraðar.
7) Eina ella fleiri gular merkingarlyktir.
8) Eina ella fleiri gular síðufrámerkislyktir. Aftasta síðufrámerkislyktin kann tó verða reyð.
9) Tvær hvítar ella gulligar koyriljóslyktir, ið venda frameftir.
10) Tvær snarilyktir, ið venda frameftir og sum tendra á tí síðuni, ið snarað verður til.
Stk. 2. 1) Lastbilur, vognrað, smábussur og bussur kann hava tvær ella fleiri hvítar bakkilyktir og tvær ella fleiri reyðar steðgilyktir, ið venda aftureftir.
Stk. 3. 1) Lastbilur, vognrað, smábussur og bussur kann á hvørjari síðu framman, hava tvær gular leiðvísandi blunklyktir, á hvørjari síðu tvær gular leiðvísandi blunklyktir og á hvørjari síðu aftan, tvær ella fleiri gular leiðvísandi blunklyktir.
Stk. 4. Bilur kann hava skelti við hvítum ella gulum ljósi yvir framrútinum.
Stk. 5. Nær- ella fjarljóslyktirnar á bili kunnu vera gjørdar sum framumkoyringartekin.
Stk. 6. Á bili, sum ikki er longri og breiðari enn ávikavist 6 m og 2 m, kunnu støðu- og baklyktirnar ella síðublunklyktirnar vera soleiðis samanbundnar, at tær kunnu verða tendraðar í einu síðuni á bilinum, hóast aðrar lyktir undantikið nummarplátulyktirnar samstundis eru tendraðar (parkeringslyktir).
§ 12. Lyktir og endurskin, ið eru eitt par, skulu vera eins og sett á bilin symmetriskt.
§ 13. Lastbilur við floksgóðkendari heildarvekt uppá 3.500 kg ella meira skal í høgru síðu umframt tað kravda síðuspeglið hava eitt víðvinkulspegl, nærøkisspegl og frontspegl, um lastbilurin hevur frambygt førarahús. Nærøkisspeglið kann tó ikki verða sett í bilin, um ikki tað kann verða fest í minsta lagi 2 metrar yvir vegnum.
Kapittul 3
Traktorar
§ 14. Traktorur skal vera tilgjørdur soleiðis, at
1) førarin hevur neyðuga útsýnið frameftir og til síðurnar, og
2) í minsta lagi 20 prosent av loyvdu heildarvektini hvílir á stýrandi hjólunum.
Stk. 2. Útstandandi partarnir á traktorinum skulu ikki vera til óneyðugan vanda fyri onnur ferðandi. Arbeiðstól, sum eru fest á traktorin verða mett sum útstandandi partar.
§ 15. Traktorur skal hava:
1) Tilskilan av merki, flokki og skrokknummari.
2) Róður, sum traktorurin kann verða stýrdur lætt, trygt og skjótt við.
3) Bremsu, ið virkar á hjólini á í minsta lagi einum ási, og sum við allari ferð og tyngd kann bremsa traktorinum á ein tryggan, skjótan og virknan hátt.
4) Parkeringsbremsu, ið virkar á hjólini á í minsta lagi einum ási ella steingir gearskipanina á traktorinum, og sum kann halda traktorinum steðgaðum í brekku.
5) Ljóðdoyvara í útstoytingarskipanini.
6) Floytu við støðugum tóna.
7) Bakkgear.
8) Koplingsskipan til viðfest akfar.
Stk. 2. Skrásettur ella góðkendur traktorur skal hava luftgummiringar á øllum hjólunum. Aðrir traktorar skulu lúka treytirnar í § 22, stk. 2.
Stk. 3. Bensinrikin traktorur, ið ikki hevur bensinpumpu, skal hava ein krana á brennievnisleidninginum millum tanga og motor.
Stk. 4. Traktorur, ið hevur føraraverju við bakveggi, skal hava í minsta lagi eitt føraraspegl, ið kann geva føraranum neyðuga útsýnið aftureftir.
§ 16. Rútar skulu vera av herdum ella brotpettaleysum glasi. Bakrútur kann tó vera av gjøgnumskygdum plasttilfari. Til at hava rútin reinan skal uttan vera rútastrúkari.
§ 17. Traktorur skal hava lyktir og endurskin eftir hesum reglum:
1) Tvær hvítar ella gulligar nærljóslyktir, ið venda frameftir, sum uttan at blinda kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 30 m.
2) Tvær hvítar støðulyktir, ið venda frameftir og tvær ella fýra reyðar lyktir, ið venda aftureftir, sum allar síggjast í minsta lagi 300 m uttan at blinda. Støðulyktir, ið eru samanbygdar við gulligar nærljóslyktir, kunnu hava henda lit.
3) Makað tal av reyðum endurskinum, ið venda aftureftir, og eru E, e- ella DOT-merkt og sum ikki eru tríhyrnt.
4) Eina ella tvær gular leiðvísandi blunklyktir í hvørjari síðu framman og aftan ella eina gula leiðvísandi blunklykt á hvørjari síðu, ið sæst bæði frameftir og aftureftir, og sum blunka í minsta lagi 60 ferðir og í mesta lagi 120 ferðir um minuttin, og um førarin ikki sær lyktirnar beinleiðis, eru settar til eina eftirlitsskipan við føraraplássið.
Stk. 2. Traktorur sum ikki er partur av einum vognraði, skal hava serligt tríhyrnt endurskin aftan og sum er ætlað seintkoyrandi akførum.
Stk. 3. Skrásettur traktorur skal hava:
1) Í minsta lagi eina hvíta lykt, ið kann lýsa á ta aftaru nummarplátuna soleiðis, at hon kann vera lisin í minsta lagi 20 m frá traktorinum.
2) Tvær reyðar steðgilyktir aftan.
§ 18. Støðulyktir, baklyktir og møgulig nummarplátulykt á einum traktori skulu ikki kunna verða sløktar, tá ið nær- ella fjarljóslykir ella tokuframlyktir eru tendraðar.
§ 19. Traktorur kann hava tvær ella fýra hvítar ella gulligar fjarljóslyktir, ið venda frameftir, steðgilyktir, skaðablunk og tær í § 11 nevndu lyktir og endurskin.
Stk. 2. Lyktir ella endurskin, ið eru eitt par, skulu vera eins og sett á traktorin symmetriskt.
§ 20. Traktorur, sum arbeiðsamboð eru fest á, skal lúka tær treytir, ið eru nærri ásettar um ásetan av støðuljósum, bakljósum og reyðum endurskinum, ið venda aftureftir, uttan so, at traktorurin verður frámerktur við gulari frámerkislykt, ið er týðiliga sjónlig frá øllum síðum, og harumframt endurskinum, ið lúka treytirnar um ásetan av kravdum endurskinum.
Kapittul 4
Motoramboð
§ 21. Motoramboð skal vera gjørt soleiðis, at
1) førarin hevur neyðuga beinleiðis útsýnið frameftir og til síðurnar,
2) í minsta lagi 20 prosent av heildarvektini liggur á teimum stýrandi hjólunum og
3) kranabjálkar, grabbar og aðrir útstandandi partar, ikki elva øðrum óneyðugan vanda.
§ 22. Motoramboð skal hava:
1) Róður, sum akfarið kann verða stýrt lætt, trygt og skjótt við.
2) Bremsu, ið virkar á hjólini á í minsta lagi einum ási og sum við allari ferð og tyngd kann bremsa akfarið á ein tryggan, skjótan og virknan hátt.
3) Parkeringsbremsu, ið virkar á í minsta lagi einum ási ella steingir gearskipan motoramboðsins, og sum kann halda akfarinum steðgaðum í brekku.
4) Ljóðdoyvara í útstoytingarskipanini.
5) Floytu við støðugum tóna.
6) Bakkgear.
Stk. 2. Motoramboð skal hava luftgummiringar, annan elastiskan hjólklædning ella hava slættar valsar.
Stk. 3. Um eitt motoramboð er gjørt soleiðis, at førarin ikki hevur beinleiðis útsýni aftureftir, skal tað hava spegl, ið geva føraranum neyðuga útsýnið.
Stk. 4. Motoramboð, ið hevur rútar í førarahúsinum skal lúka treytirnar í § 16.
Stk. 5. Motoramboð, ið verður nýtt sum dráttarmegi hjá viðfestiakfari, skal hava koplingsskipan.
§ 23. Motoramboð skal hava lyktir og endurskin sambært ásetingunum fyri traktorar, sbr. §§ 17 og 18.
Stk. 2. Skrásetingarskyldugt motoramboð, sum er yvir 6 m langt, skal á báðum síðum hava gular frámerkislyktir, ið síggjast týðiliga í minsta lagi 300 m uttan at blinda.
Stk. 3. Motoramboð, ið er ætlað at verða ført av gangandi, skal í lyktatendringartíðini hava í minsta lagi eina hvíta ella gulliga frámerkislykt, ið vendir frameftir og eina reyða frámerkislykt, ið vendir aftureftir. Báðar lyktir skulu vera ásettar í vinstru síðu á akfarinum og síggjast týðiliga í minsta lagi 300 m uttan at blinda.
Stk. 4. Motoramboð, ið er breiðari enn 2,50 m skal í lyktatendringartíðini hava gular merkingarlyktir.
Stk. 5. Motoramboð, sum er yvir 6 m langt, skal á báðum síðum hava gul endurskin.
§ 24. Motoramboð, ið er ætlað at verða ført av gangandi, skal vera gjørt soleiðis, at tað steðgar av sær sjálvum, um førarin sleppur handtakinum.
Kapittul 5
Motorsúkklur
§ 25. Motorsúkklur skulu vera gjørdar soleiðis, at í minsta lagi 25 prosent av tænastuvektini, t.e. vektin á motorsúkkluni við tilhoyri, rakstrarmiðlum og førara, liggur á framásinum.
Stk. 2. Á motorsúkklu, hvørs eginvekt er meiri enn 120 kg og á motorsúkklu við síðuvogni, skal ikki vera gjørligt at sløkkja støðuljósini, tá ið nær- ella fjarljóslyktirnar eru tendraðar. Tað skal ikki vera gjørligt at sløkkja nummarplátulykt og baklykt, tá ið aðrar kravdar lyktir eru tendraðar.
Stk. 3. Síðuvognur skal vera settur fastur í høgru síðu á motorsúkkluni og skal hava eitt hjól.
§ 26. Motorsúkkla skal hava:
1) Tilskilan av merki, flokki og skrokknummari.
2) Róður, sum motorsúkklan kann verða stýrd lættliga, trygt og skjótt.
3) Fjaðring á framhjólunum og stoytdoyvara í fjaðringini.
4) Luftgummiringar á hjólunum við mynsturdýpd í minsta lagi 1 mm.
5) Skermar yvir hjólini.
6) Bremsu, ið virkar á øll hjól, og sum við allari ferð og tyngd kann bremsa motorsúkkluni á ein tryggan, skjótan og virknan hátt.
7) Ljóðdoyvara í útstoytingarskipanini.
8) Floytu við støðugum tóna.
9) Eitt føraraspegl í hvørjari síðu. Tó nýtist motorsúkkla, ið hevur eina ferð, ið ikki fer upp um 100 km/t, ikki at hava spegl í høgru síðu.
Stk. 2. Bremsan á tvíhjólaðari motorsúkklu skal vera tvær sjálvstøðugar bremsuskipanir, sum í minsta lagi virka á hvør sítt hjól. Bremsurnar á trýhjólaðum motorsúkklum skulu lúka krøvini í § 5 um bremsur til bilar.
Stk. 3. Á tvíhjólaðum motorsúkklum skal brennievnistangin vera hóskandi ásettur, og skal ein krani vera á brennievnisleidninginum millum tanga og motor, um motorsúkklan ikki hevur bensinpumpu.
Stk. 4. Framrútur ella vindskermur skal vera av brotpettatryggum glasi ella av egnaðum plasttilfari. Framrútur og vindskermur, ið er um allan sjónarring førarans, skal uttan hava sjálvvirkandi rútastrúkara.
Stk. 5. Tveyhjólað motorsúkkla skal hava fóthvílarar til førara og ferðafólk. Serstakt ferðafólkasetur skal hava handtak til nýtslu hjá ferðafólkinum.
Stk. 6. Síðuvognur skal hava tilskilan av merki, flokki og skrokknummari og skal hava luftgummiring á hjólinum og skerm.
Stk. 7. Motorsúkkla, ið verður nýtt at draga viðfest akfar, skal hava koplingarskipan.
§ 27. Motorsúkkla skal hava lyktir og endurskin eftir hesum reglum:
1) Eina ella tvær hvítar ella gulligar nærljóslyktir, ið venda frameftir og, sum uttan at blinda, kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 30 m, og eina ella tvær hvítar ella gulligar fjarljóslyktir, ið kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 100 m.
2) Eina ella tvær hvítar støðulyktir, ið venda frameftir og eina ella tvær reyðar lyktir, ið venda aftureftir, og sum allar týðiliga síggjast í minsta lagi 300 m uttan at blinda. Støðulyktir, ið eru bygdar saman við gulligum nær- ella fjarljóslyktum, kunnu hava henda lit.
3) Í minsta lagi eina hvíta lykt, ið kann lýsa á nummarplátuna soleiðis at hon kann verða lisin í minsta lagi 20 m aftanfyri motorsúkkluna.
4) Eina ella tvær reyðar steðgilyktir, ið venda aftureftir og hava munandi størri ljósstyrki enn baklyktin.
5) Í minsta lagi eitt reytt endurskin, ið vendir aftureftir og E-, e- ella DOT-merkt og sum ikki er tríhyrnt.
6) Gular leiðvísarablunklyktir í báðum síðum framman og aftan á motorsúkkluni.
Stk. 2. Tríhjólað motorsúkkla skal tó hava tvær nærljóslyktir, tvær fjarljóslyktir, tvær støðulyktir, tvær baklyktir, og tvey reyð endurskin, ið venda aftureftir. Tríhjólað motorsúkkla skal hava leiðvísarablunklyktir og steðgilyktir eftir reglunum um bilar, tó ikki krav um leiðvísarablunklykt á síðunum.
Stk. 3. Síðuvognur skal hava eina hvíta lykt, ið vendir frameftir og eina reyða lykt, ið vendir aftureftir, ið báðar týðiliga síggjast 300 m uttan at blinda, og reytt endurskin, ið vendir aftureftir.
§ 28. Motorsúkkla kann hava hesar lyktir og endurskin:
1) Eina ella tvær hvítar ella gulligar tokuframlyktir, ið eru ásettar soleiðis, at tær ikki blinda.
2) Eina ella tvær reyðar tokulyktir, ið venda aftureftir, og lúka krøvini til tokubaklyktir á bilum.
3) Tvær hvítar ella gulligar koyriljóslyktir, ið venda frameftir.
4) Skaðablunk.
5) Hvít endurskin, ið venda frameftir, reyð endurskin, ið venda aftureftir og ikki eru tríhyrnt, og gul endurskin til síðurnar.
6) Eina leitilykt og eina arbeiðslykt.
7) Gular síðumarkeringslyktir.
Stk. 2. Tríhjólað motorsúkkla kann hava eina ella tvær bakkilyktir.
Stk. 3. Nær- ella fjarljóslyktirnar á eini motorsúkklu, kunnu vera gjørdar sum framumkoyringartekin.
Kapittul 6
Lendisakfar
§ 29. Lendisakfar skal vera soleiðis tilgjørt, at
1) førarin hevur neyðuga útsýnið frameftir og til síðurnar,
2) í minsta lagi 20 prosent av loyvdu heildarvektini liggja á stýrandi hjólunum, og
3) útstandandi partar á lendisakfarinum skulu ikki vera til óneyðugan vanda fyri onnur ferðandi.
§ 30. Lendisakfar skal hava:
1) Tilskilan av merki, flokki og skrokknummari.
2) Róður, sum lendisakfarið kann verða stýrt lættliga, trygt og skjótt við.
3) Ferðmátara.
4) Fjaðring á øllum hjólum.
5) Dekk á øllum hjólum við mynsturdýpd í minsta lagi 1,6 mm.
6) Skermar yvir øll hjól.
7) Bremsu, ið virkar á øll hjól, og sum við allari ferð og tyngd kann bremsa lendisakfarinum á ein tryggan, skjótan og virknan hátt.
8) Parkeringsbremsu, ið virkar á hjólini á í minsta lagi einum ási, og sum kann halda lendisakfarinum steðgaðum í brekku.
9) Føraraspegl á báðum síðum.
10) Ljóðdoyvara í útstoytingarskipanini.
11) Floytu við støðugum tóna.
Stk. 2. Bremsan á lendsiakfari skal vera tvær ella fleiri sjálvstøðugar bremsuskipanir, ið virka á hjólini á í minsta lagi 2 ásum.
Stk. 3. Á lendisakfari skal brennievnistangin vera hóskandi ásettur, og ein krani skal vera á brennievnisleidninginum millum tangan og motorin.
Stk. 4. Framrútur ella vindskermur skal vera av brotpettatryggum glasi ella av egnaðum plasttilfari. Framrútur og vindskermur, ið er um allan sjónarring førarans, skal uttan hava sjávvirkandi rútastrúkara.
Stk. 5. Lendisakfar skal hava fóthvílarar til førara og ferðafólk. Serstakt ferðafólkasetur skal hava handtak til nýtslu hjá ferðafólkinum.
§ 31. Lendisakfar skal hava lyktir og endurskin eftir hesum reglum:
1) Eina ella tvær hvítar ella gulligar nærljóslyktir, ið venda frameftir, og sum uttan at blinda kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 30 m, og eina ella tvær hvítar ella gulligar fjarljóslyktir, ið kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 100 m.
2) Eina ella tvær hvítar støðulyktir, ið venda frameftir, og eina ella tvær reyðar lyktir, ið venda aftureftir, og sum allar týðiliga síggjast í minsta lagi 300 m uttan at blinda. Støðulyktir, ið eru bygdar saman við gulligum nær- ella fjarljóslyktum, kunnu hava henda lit.
3) Í minsta lagi eina hvíta lykt, ið kann lýsa á nummarplátuna soleiðis, at hon kann verða lisin í minsta lagi 20 m aftan fyri lendisakfarið.
4) Eina ella tvær reyðar steðgilyktir, ið venda aftureftir, og sum hava munandi størri ljósstyrki enn baklyktin.
5) Tvey reyð endurskin, ið venda aftureftir, og eru E-, e- ella DOT-merkt, og sum ikki eru tríhyrnd.
6) Makað tal av gulum leiðvísandi blunklyktum frammanfyri og aftanfyri á báðum síðum. Leiðvísandi blunklyktirnar skulu blunka í minsta lagi 60 og í mesta lagi 120 ferðir um minuttin, og tær skulu verða settar til eina eftirlitsskipan við føraraplássið.
Stk. 2. Um lendisakfar bert hevur eina reyða baklykt, skal akfarið hava tvær reyðar frámerkislyktir, ið venda aftureftir og sum týðiliga síggjast í minsta lagi 300 m uttan at blinda.
§ 32. Støðulyktirnar, baklyktirnar og nummarplátulyktirnar á einum lendisakfari skulu ikki kunna verða sløktar, tá ið nær- ella fjarljóslyktirnar ella tokuframlyktirnar er tendraðar.
§ 33. 1) Lendisakfar kann hava hesar lyktir og endurskin:
1) Eina ella tvær hvítar ella gulligar tokuframlyktir, ið eru ásettar soleiðis, at tær ikki blinda.
2) Eina ella tvær reyðar tokubaklyktir, ið lúka krøvini til tokubaklyktir á bilum.
3) Eina ella tvær hvítar bakkilyktir, ið venda aftureftir, og sum bara kunnu lýsa, tá ið lendisakfarið er í bakkgeari.
4) Skaðablunk.
5) Hvít endurskin, ið venda frameftir, reyð endurskin, ið venda aftureftir og ikki eru tríhyrnd og gul endurskin til síðurnar.
6) Eina leitilykt og eina arbeiðslykt.
7) Tríggjar hvítar ella gulligar nærljóslyktir, ið venda frameftir, og sum uttan at blinda kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 30 metrar, og tríggjar fjarljóslyktir, ið venda frameftir, ið kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 100 metrar.
§ 34. Lyktir og endurskin, ið eru eitt par, skulu vera eins og sett symmetriskt á lendisakfarið.
Stk. 2. Lendisakfar kann tó hava tríggjar eins nærljóslyktir, ið eru tríhyrnt symmetriskt ásettar.
Kapittul 7
Prutl
§ 35. Eitt prutl skal vera soleiðis tilgjørt, at tað ásetta ferðmarkið á 30 km/t fyri lítið prutl og 45 km/t fyri stórt prutl, ikki kann vera farið útum við meiri enn 20 prosent.
Stk. 2. Tað mugu ikki fremjast konstruktivar broytingar í motorinum og útstoytingarskipanini ella broytast í gervisskipanini millum motorin og trekkhjólið og í støddini á trekkhjólinum.
§ 36. Tá førarin fer frá einum tvíhjólaðum prutli, skal prutlið vera útgjørt við eini skipan til tjóvarítrygging, ið er sett saman av lási og ketu, gjørð ella líknandi við eini styrki, ið svarar til herða tilfar, ið er í minsta lagi 9 mm tjúkt.
§ 37. Eitt stórt prutl er eitt prutl við eini konstruktivt ásettari ferð sum er meira enn 30 km/t og í mesta lagi 45 km/t, ella eitt trýhjólað prutl, tó ikki avlamisprutl, við eini konstruktivt ásettari ferð, sum í mesta lagi er 30 km/t.
Lítið prutl
§ 38. Eitt lítið prutl kann ikki vera tilgjørt til meira enn ein persón.
§ 39. Lítið prutl skal hava:
1) Meginfloksgóðkenningarnummar og skrokknummar.
2) Róður, sum prutlið kann verða stýrt lættliga, trygt og skjótt.
3) Pedalur ella fóthvílarar.
4) Dekk við eini mynsturdýpd í minsta lagi 1 mm á hjólunum og skermar yvir hjólini.
5) Bremsu, sum við allari ferð og tyngd kann bremsa prutlinum á ein tryggan, skjótan og virknan hátt, og sum eru tvær sjálvstøðugar bremsuskipanir, ið virka á hvør sítt hjól.
6) Ringiklokku ella floytu við støðugum tóna.
§ 40. Eitt lítið prutl skal hava lyktir og endurskin eftir hesum reglum:
1) Eina hvíta ella gulliga nærljóslykt, ið vendir frameftir og, sum uttan at blinda, kann lýsa upp vegin í minsta lagi 30 m.
2) Eina reyða lykt, ið vendir aftureftir, og sum týðiliga sæst í minsta lagi 300 m uttan at blinda.
3) Eitt reytt endurskin, ið vendir aftureftir og er E-, e- ella DOT-merkt, og sum ikki er tríhyrnt.
Stk. 2. Eitt trýhjólað avlamisprutl, skal hava tvær baklyktir og tvey endurskin, ið venda aftureftir.
Stk. 3. Eitt lítið prutl kann hava eina hvíta ella gulliga fjarljóslykt, eina hvíta støðulykt, ið venda frameftir, gular leiðvísarablunklyktir frammanfyri og aftanfyri á báðum síðum, eina reyða steðgilykt, ið vendir aftureftir og hvít endurskin, ið venda frameftir og reyð endurskin, ið venda aftureftir og sum ikki eru tríhyrnd, eins og gul endurskin til síðurnar.
Stórt prutl
§ 41. Eitt stórt prutl skal lúka ásetingarnar í 5. kapitli um motorsúkklur, tó undantikið krav um fjarljóslyktir, nummarplátuljós og støðuljós. Tríhjólað stórt prutl skal tó hava støðuljós. Í eitt stórt prutl kann íkoplast ein viðfestivognur, men tað má ikki íkoplast ein síðuvognur til prutl.
Kapittul 8
Viðfestivognur og leguvognur til bil
§ 42. Viðfestivognur ella leguvognur skal vera gjørdur soleiðis, at teir útstandandi partarnir ikki elva til óneyðugan vanda fyri onnur ferðandi.
§ 43. Viðfestivognur og leguvognur skulu hava:
1) Tilskilan av merki, flokki og skrokknummari.
2) Fjaðring á øllum hjólum.
3) Dekk á øllum hjólum við mynsturdýpd í minsta lagi 1,6 mm á viðfestivogni og leguvogni við eini loyvdari heildarvekt í mesta lagi 3.500 kg, og í minsta lagi 1 mm á viðfestivogni og leguvogni við eini loyvdari heildarvekt yvir 3.500 kg.
4) Skermar yvir øll hjól.
5) Koplingarskipan, ið hóskar til koplingarskipanina á dragandi akfarinum.
6) Bremsu, ið virkar á øll hjól, og sum við allari ferð og tyngd kann bremsa vogninum á ein tryggan, skjótan og virknan hátt, og parkeringsbremsu, ið virkar á hjólini á í minsta lagi einum ási og kann halda vogninum steðgaðum í brekku. Hetta er tó ikki galdandi fyri viðfestivogn, hvørs loyvda heildarvekt, ikki fer upp um 750 kg og 50 prosent av tænastuvektini á akfarinum, sum dregur.
§ 44. Viðfestivognur og leguvognur skulu hava lyktir og endurskin eftir hesum reglum:
1) Makað tal av reyðum baklyktum, ið venda aftureftir, og sum týðiliga síggjast í minsta lagi 300 m uttan at blinda.
2) Í minsta lagi eina hvíta lykt, ið kann lýsa á nummarplátuna, soleiðis at hon kann verða lisin í minsta lagi 20 m aftan fyri vognin.
3) Tvær steðgilyktir, ið venda aftureftir, og sum hava eina munandi størri ljósstyrki enn baklyktirnar.
4) Makað tal av reyðum endurskinum, ið venda aftureftir og eru tríhyrnt og eru E-, e- ella DOT-merkt.
5) Makað tal av hvítum endurskinum, ið venda frameftir og eru E-, e- ella DOT-merkt.
6) Eina gula leiðvísarablunklykt aftanfyri í báðum síðum. Leiðvísandi blunklyktirnar skulu blunka í minsta lagi 60 í mesta lagi 120 ferðir um minuttin og skulu vera settar til eina eftirlitsskipan við føraraplássið.
Stk. 2. Viðfestivognur ella leguvognur skal á báðum síðum hava gul endurskin, ið eru E-, e- ella DOT-merkt og kann hava gular síðufrámerkislyktir, ið síggjast í minsta lagi 300 m uttan at blinda.
Stk. 3. Viðfestivognur, leguvognur og viðfest akfar til motorsúkklu, kann hava skaðablunk og tær í § 11 nevndu lyktir og endurskin, tó soleiðis, at endurskin, ið venda aftureftir skulu vera tríhyrnt.
Stk. 4. Viðfestivognur og leguvognur, ið er góðkendur til óskoðaða samankopling og sum hevur eina breidd uppá meiri enn 1,60 m, skal hava tvær hvítar støðulyktir, ið venda frameftir. Lyktirnar skulu vera týðiliga sjónligar í minsta lagi 300 m burturfrá uttan at blinda.
Stk. 5. Lyktirnar á einum viðfestivogni ella leguvogni skulu vera elektriskt samanbundnar til tær samsvarandi lyktirnar á akfarinum, ið dregur.
Stk. 6. Lyktir og endurskin, ið eru makað, skulu vera eins og ásettar symmetriskt.
Stk. 7. Viðfestivognur og leguvognur, sum er breiðari enn 2,10 m, skal hava tvær hvítar frámerkislyktir, ið venda frameftir og tvær reyðar frámerkislyktir, ið venda aftureftir.
Stk. 8. Viðfestivognur og leguvognur, sum er yvir 6 m langur, skal á báðum síðum hava gular frámerkislyktir, ið týðiliga síggjast í minsta lagi 300 m uttan at blinda.
Stk. 9. Viðfestivognur og leguvognur, sum hevur eina heildarvekt yvir 3.500 kg, skal vera útgjørdur við endurskinsplanka.
Stk. 10. Viðfestivognur og leguvognur kann hava hesar lyktir og endurskin:
1) Tvær hvítar støðulyktir, ið venda frameftir.
2) Eitt ella tvey gul leiðvísandi blunklyktir framman í hvørjari síðu.
3) Eitt ella tvey gul leiðvísandi blunklyktir í hvørjari síðu.
4) Tvær ella tríggjar gular leiðvísandi blunklyktir aftan í hvørjari síðu.
5) Tríggjar, fýra ella seks steðgilyktir, ið venda aftureftir og sum hava eina munandi størri ljósstyrki enn baklyktirnar.
Kapittul 9
Viðfest akfar til motorsúkklu
§ 45. Viðfest akfar til motorsúkklu kann ikki vera tilgjørt til fólkaflutning.
Stk. 2. Viðfest akfar til motorsúkklu skal vera gjørt soleiðis, at teir útstandandi partarnir ikki elva til óneyðugan vanda fyri onnur.
§ 46. Viðfest akfar til motorsúkklu skal hava:
1) Tilskilan av merki, flokki og skrokknummari.
2) Eina ás við einum ella tveimum hjólum.
3) Fjaðring á øllum hjólum.
4) Luftgummihjól við mynsturdýpd í minsta lagi 1 mm.
5) Skermar yvir hjólini.
6) Koplingarskipan, ið hóskar til koplingarskipanina á dragandi akfarinum.
§ 47. Viðfest akfar til motorsúkklu skal hava lyktir og endurskin sambært § 44.
Kapittul 10
Viðfestivognur til traktor og motoramboð
§ 48. Viðfestivognur til skrásetingarskyldugan traktor, skal lúka treytirnar í §§ 42-44, undantikið treytirnar um, at fjaðring skal vera á hjólunum og at hjólini skulu hava skermar og bremsur á øllum hjólum.
§ 49. Ikki-skrásetingarskyldugur viðfestivognur til traktor, skal vera gjørdur soleiðis, at útstandandi partar ikki elva til vanda fyri onnur ferðandi.
Stk. 2. Viðfestivognur skal hava koplingarskipan, ið samsvarar koplingarskipanini hjá dragandi akfarinum.
Stk. 3. Viðfestivognur skal hava lyktir og endurskin eftir hesum reglum:
1) Tvær hvítar støðulyktir, ið venda frameftir, um breiddin á viðfestivogninum er meiri enn 1,60 m.
2) Tvær reyðar baklyktir, ið venda aftureftir.
3) Tvær reyðar frámerkislyktir, ið venda aftureftir, um breiddin á viðfestivogninum er meiri enn 2,10 m.
4) Gular síðufrámerkislyktir á báðum síðum, um longdin á viðfestivogninum er meiri enn 6,0 m.
5) Á skrásetingarskyldugum viðfestivogni til traktor, í minsta lagi eina hvíta lykt, ið kann lýsa á nummarplátuna.
6) Tvær gular leiðvísandi blunklyktir aftan í hvørjari síðu.
7) Tvær steðgilyktir aftan.
8) Endurskin aftan, sbr. § 17, stk. 2, um viðfestivognurin er aftasti vognur í einum vognraði.
Stk. 4. Viðfestivognurin kann hava lyktir sambært § 44.
§ 50. Viðfestivognur til motoramboð skal lúka treytirnar í § 48.
Kapittul 11
Viðfestiamboð
§ 51. Ikki-skrásetingarskyldugt viðfestiamboð skal lúka treytirnar í § 49.
§ 52. Skrásetingarskyldugt viðfestiamboð skal lúka treytirnar í 8. kapitli, tó skal húsvognur hava stoytdoyvara í fjaðringsskipanini. Eitt skrásetingarskyldug viðfestiamboð til motorsúkklu, skal lúka treytirnar í 9. kapitli.
Kapittul 12
Viðfest akfar til lendisakfar
§ 53. Viðfest akfar til lendisakfar kann ikki vera tilgjørt til fólkaflutning.
§ 54. Viðfest akfar til lendisakfar skal lúka treytirnar í §§ 42-44.
Kapittul 13
Bulvognar
§ 55. Fyri motorriknan bulvogn eru reglurnar í 2. kapitli galdandi.
Stk. 2. Fyri bulvogn, ið verður drigin av motorriknum akfari eru galdandi reglurnar í 8. kapitli, undantikið § 43, stk. 1, nr. 2. og 3.
Stk. 3. Bulvognur ella tað dragandi akfarið skal hava gular merkingarlyktir.
Kapittul 14
Aðrar reglur
§ 56. Koyrt kann verða við bili, sum er í uppbygging ella til umvæling og við nýggjum bili millum skip og handilshøli, uttan at hesar reglur verða hildnar:
1) Reglur um framlyktir, tá koyrt ikki verður í lyktatendringartíð. Vikið kann tó altíð verða frá reglunum um, hvar lyktirnar skulu vera ásettar.
2) Reglur um baklyktir, nummarplátulyktir og frámerkislyktir. Akfarið skal tó, um koyrt verður í lyktatendringartíð, hava tvær baklyktir.
3) Reglur um endurskin um koyringin ikki fer fram í lyktatendringartíð.
4) Reglur um leiðvísingarblunklyktir, skaðablunk og steðgilyktir um týðilig tekngeving kann verða givin á annan hátt.
5) Reglur um spegl, trygdarbelti og skermar. Akfarið skal tó hava í minsta lagi eitt spegl.
6) Reglurnar um dekk, um so er, at dekkini hava eitt berievni, sum í minsta lagi svarar til tyngdina sum er.
Stk. 2. Fyri onnur akfør verða reglurnar í stk. 1 at nýta samsvarandi.
Stk. 3. Fyri viðfestivogn og leguvogn, kann afturat teimum í stk. 1 nevndu reglunum, eisini verða gjørt frávik viðvíkjandi kravinum um bremsu, um so er, at vognraðið ikki koyrir skjótari enn 30 km/t.
§ 57. Koyring uttan fyri lyktatendringartíðina, kann fara fram uttan at halda reglurnar um nýtslu av nærljósi, tokulyktum, ið venda frameftir ella serligum koyriljósi, sbr. § 35 a í ferðslulógini, í hesum førum:
1) Við motordrivnum akfari, sum liður í uppbygging av akfarinum ella umvæling, og
2) við hissini koyring við motorakførum, ið eru skrásett fyrstu ferð áðrenn 1. januar 1992 - ellisakfør.
§ 58. Er eitt motordrivið akfar, hvørs longd og breidd ikki fer upp um ávikavist 6 m og 2 m, í lyktatendringartíðini parkerað fram við vegjaðaranum í fjølbygdum øki, er bara neyðugt, at parkeringslyktirnar móti miðjuni á vegnum eru tendraðar uttan so, at akfarið er íkoplað øðrum akfari.
Stk. 2. Viðfestiakfar, ið ikki er íkoplað, skal tá tað í lyktatendringartíðini er steðgað ella parkerað á vegi, vera avmerkt við í minsta lagi tveimum reyðum lyktum, ið venda aftureftir, og tveimum hvítum lyktum, ið venda frameftir. Lyktirnar skulu lúka krøvini um ávikavist baklyktir og støðulyktir.
Stk. 3. Tann í stk. 1 og 2 nevnda avmerking er ikki neyðug um vegurin er so væl upplýstur, at tað er gjørligt týðiliga at síggja akfarið nóg langt burturfrá, ella um tað er steðgað ella parkerað á parkeringsøki ella á øðrum øki, ið er merkt til parkeringar.
Kapittul 15
Stakfyriskipanir
§ 59. Kunngerð frá Ferðslustýrinum um stakfyriskipanir um tilgerð og útgerð hjá akførum, er galdandi í Føroyum.
Stk. 2. Er ikki samsvar millum hesa kunngerð og kunngerðina um stakfyriskipanir sbr. stk. 1, er tað henda kunngerð, ið er galdandi.
Stk. 3. Kunngerðin um stakfyriskipanir kann síggjast hjá Akstovuni á heimasíðuni: www.akstovan.fo. Kunngerðin er undantikin lýsing eftir § 10 í ferðslulógini.
Kapittul 16
Revsing, gildiskoma og skiftisreglur
Revsing
§ 60. Brot á §§ 1-10, §§ 12-18, § 19, stk. 2, §§ 20-27, §§ 29-32, § 34, stk. 1, §§ 35-36, §§ 38-43, § 44, stk. 1, 2 og 4-9, §§ 45-48, § 49, stk. 1-3, §§ 50-57 og § 58, stk. 2 verður revsað við bót. Sama er galdandi fyri brot á tey eyka krøv, ið verða sett í kunngerð um stakfyriskipanir um tilgerð og útgerð hjá akførum.
Gildiskoma
§ 61. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 105 frá 21. juni 1995 um tilgerð og útgerð hjá akførum og kunngerð nr. 82 frá 13. desember 1963 um cyklur við hjálpimotori (prutl).
Skiftisreglur
§ 62. Reglurnar verða nýttar um akfør, ið verða skrásett, góðkend ella tikin í nýtslu fyrstu ferð her í landinum, eftir at kunngerðin er komin í gildi. Øll akfør kunnu tó beinan vegin verða tilgjørd í samsvari við kunngerðina.
Stk. 2. Higartil galdandi reglur og skiftisreglur viðvíkjandi tilgerð og útgerð eru framvegis galdandi fyri akfør, ið eru skrásett, góðkend ella tikin í nýtslu áðrenn henda kunngerð er komin í gildi við hesum uppískoytum:
1) § 5, stk. 1, nr. 5 og § 43, nr. 3.
2) Tilgerð og útgerð á floksgóðkendurm akfari má ikki broytast, sbr. tó stk. 1, 2. pkt.
3) Tilgerð og útgerð á ikki floksgóðkendum akfari má ikki broytast í mun til góðkenningina frá Akstovuni, sbr. tó stk. 1, 2. pkt.
Samferðslumálaráðið, 16. mai 2017
Henrik Old (sign.)
landsstýrismaður
/ Rúni Joensen (sign.)