23. apríl 2003Nr. 61
Kunngerð um broyting í kunngerð um próvtalsstiga og aðra døming
§ 1
Í kunngerð nr. 59 frá 13. maj 1997 um próvtalsstiga og aðra døming (próvtalskunngerðin), sum seinast broytt við kunngerð nr. 66 frá 27. apríl 2001, verður gjørd henda broyting:
Í innganginum verður aftaná “§ 14 í løgtingslóg nr. 41 frá 23 apríl 1999 um støðisútbúgving innan tøkni ( SIT- útbúgvingar)” sett: “§ 7 í løgtingslóg nr. 2 frá 22. januar 2003 um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 23. apríl 2003
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)