Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. mai 2020Nr. 62
Kunngerð um serligar reglur um próvtøkur, orsakað av COVID-19
Við heimild í § 1 í løgtingslóg nr. 48 frá 7. apríl 2020 um serligar reglur um próvtøkur, orsakað av COVID-19, § 14, stk. 3 og 4 og § 16, stk. 2 og 5 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 7. juni 2007, løgtingslóg nr. 67 frá 26. mai 2011 og løgtingslóg nr. 44 frá 30. apríl 2018, § 19 í løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar, § 14 í løgtingslóg nr. 107 frá 29. desember 1998 um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið og eftir ummæli frá yrkisútbúgvingarráðnum, § 14 í løgtingslóg nr. 41 frá 23. apríl 1999 um støðisútbúgving innan tøkni og eftir ummæli frá yrkisútbúgvingarráðnum og § 17, stk. 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 26. mars 2002 og løgtingslóg nr. 52 frá 17. mai 2011 og eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum, verður ásett:
Fólkaskúlin
§ 1. Landsroyndir sambært § 14 í løgtingslóg um fólkaskúlan fyri næmingum í 4. og 6. flokki verða fluttar til september mánað 2020. Landsroyndirnar verða fyri næmingum, ið tá ganga í 5. og 7. flokki.
§ 2. Próvtøkur fólkaskúlans í 9. og 10. flokki, ið verða skipaðar sambært § 16 í løgtingslóg um fólkaskúlan, verða avlýstar. Í próvtøkulærugreinunum verða ársmet givin heldur enn próvtøkumet.
Gymnasialt miðnám
§ 3. Í løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar verða § 1, stk. 8 og § 18, stk. 1 og 2 fyribils ikki brúktar.
Stk. 2. Próvtøkur, ið eru skipaðar sambært løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar og kunngerð um próvtøkur í miðnámsútbúgvingunum, verða í 2020 skipaðar sambært skjali 1.
Yrkisnám
§ 4. Í løgtingslóg um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið verður § 13 fyribils ikki brúkt.
Stk. 2. Próvtøkur, ið eru skipaðar sambært løgtingslóg um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið og kunngerð um próvtøku í grundútbúgvingini innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið (FHS) og innan hægri handilspróvtøku (HH), verða í 2020 skipaðar sambært skjali 1.
§ 5. Í løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni verður § 13 fyribils ikki brúkt.
Stk. 2. Próvtøkur, ið eru skipaðar sambært løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni og kapitli 4 í kunngerð um felagsreglur í yrkisnámi, verða í 2020 skipaðar sambært skjali 1.
§ 6. Próvtøkur í almennum lærugreinum og yrkislærugreinum, ið eru skipaðar sambært løgtingslóg um yrkisútbúgvingar og kapitli 4 í kunngerð um felagsreglur í yrkisnámi, verða í 2020 skipaðar sambært skjali 1.
Aðrar ásetingar
§ 7. Broytingar sambært §§ 4-6 umfata bert, hvussu nógvar próvtøkur næmingar skulu til, og hvørjar lærugreinar næmingar skulu til próvtøku í. Broytingin umfatar ikki galdandi reglur um fyrireikingartíð, hjálparmiðlar, próvdøming, próvtøl, kærumøguleikar o.tíl.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn frá útbúgvingarstovni góðkenna frávik frá ásetingunum í hesi kunngerð, tá ið umsóknin er grundað á óvanlig viðurskifti.
Gildiskoma
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. oktober 2020.
Uttanríkis- og mentamálaráðið, 13. mai 2020
Jenis av Rana (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)
Skjal 1
Yvirlit yvir próvtøkur á gymnasialum miðnámi og yrkisnámi
Farið verður til próvtøku eftir hesum leisti:
Talva 1.
Gymnasialt miðnám |
Skrivligar próvtøkur |
Munnligar próvtøkur |
Próvtøkur tilsamans |
3. árs næmingar á hugbreyt, búskaparbreyt, náttúrubreyt, tilfeingisbreyt og tøknibreyt. |
Øll skulu til próvtøku í føroyskum.
|
Øll skulu til próvtøku í einari lærugrein sambært raðfestingarlistanum. |
Tvær: ein skrivlig og ein munnlig. Í restina av lærugreinunum, sum trektar eru til próvtøku, verður ársmetið flutt til próvtal. |
2. árs næmingar á fyrireinkingarbreyt. |
2 lærugreinar. Øll skulu til próvtøku í føroyskum. Hartil einari sambært raðfestingarlistanum. |
2 lærugreinar Øll skulu til próvtøku í føroyskum. Hartil einari sambært raðfestingarlistanum. |
Fýra: tvær skrivligar og tvær munnligar. Í restina av lærugreinunum verða ársmet givin sum próvtøl. |
1. og 2. árs næmingar á hugbreyt, búskaparbreyt, náttúrubreyt, tilfeingisbreyt og tøknibreyt. |
|
|
Eingin. Í lærugreinum, sum trektar eru til próvtøku, verður ársmetið flutt til próvtal.
|
1.árs næmingar á fyrireinkingarbreyt. |
|
|
Eingin. Í lærugreinum, sum enda í ár, verða ársmet givin sum próvtøl.
|
Næmingar, sum taka útbúgvingina yvir fleiri ár, og eru á næstsíðsta ella síðsta ári. |
Til próvtøku í føroyskum, um tey enda hesa lærugreinina í ár. |
Serstøk próvtøkuætlan. |
Serstøk próvtøkuætlan. Í restina av lærugreinunum, sum trektar eru til próvtøku, verður ársmetið flutt til próvtal. |
Stakgreinalesandi |
|
|
Í mesta lagi fýra. Miðað verður móti, at tvær eru skrivligar og tvær munnligar. Í restina av lærugreinunum verða ársmet givin sum próvtøl.
|
Sjálvlesandi |
|
|
Til próvtøku í øllum lærugreinum. Onkur próvtøka kann verða flutt til sjúkrapróvtøkuskeiðið. |
Næmingar, sum eru frítiknir fyri próvtøku í føroyskum, vegna fremmandmálsligt bakstøði. |
Øll skulu til próvtøku í einari lærugrein. Miðað verður eftir, at hetta verður ein mállærugrein, t.d. enskt. |
Øll skulu til próvtøku í einari lærugrein sambært raðfestingarlistanum. |
Tvær: ein skrivlig og ein munnlig. Í restina av lærugreinunum, sum trektar eru til próvtøku, verður ársmetið flutt til próvtal. |
Talva 2.
Yrkisnám |
Almennar lærugreinar |
Yrkislærugreinar |
Bil, El, Maskin, Smiðja, Timbur, Hárfríðkan og Matvøra |
Skúlin skipar sjálvur fyri innanhýsis próvtøkum í lærugreinum á D-, E- og F-stigi |
Skúlin skipar próvtøkurnar í samráð við Yrkisdepilin. |
Støðisútbúgving innan fyrisitingarøkið, handilsøkið og skrivstovuøkið (FHS) |
Næmingarnir fara til 1 próvtøku sambært raðfestingarlistanum. Í restini av lærugreinunum, sum trektar eru til próvtøku, verður ársmetið flutt til próvtal. |
Næmingarnir fara til próvtøku í føstu verkætlanini. |
Støðisútbúgving innan fyrisitingarøkið, handilsøkið og skrivstovuøkið Stakgreinalesandi (lærlingar) |
Næmingarnir fara til 1 próvtøku sambært raðfestingarlistanum. Í restini av lærugreinunum verða ársmet givin sum próvtal. |
Skúlin skipar henda partin í samráð við Yrkisdepilin. |
Klædnaatstøðingur og tilvirkisatstøðingur |
Skúlin skipar saman við Próvstovuni fyri próvtøkunum. |
Skúlin skipar próvtøkurnar í samráð við Yrkisdepilin. |
Aðrir næmingar, sum taka útbúgvingina eftir serligari skipan
Serstøk próvtøkuætlan verður gjørd fyri hesar næmingar. Hædd verður tikin fyri, at hesir næmingar ikki skulu til fleiri próvtøkur enn aðrir næmingar.