Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. mai 2013Nr. 62
Kunngerð um Búnaðargrunn
Við heimild í § 9, stk. 5, 2. pkt., § 10 og § 10 a, stk. 2 í løgtingslóg nr. 34 frá 7. mai 2013 um Búnaðargrunn, verður ásett:
Kapittul 1
Lániumsóknir
§ 1. Umsókn skal sendast Búnaðargrunninum á serligum umsóknarskjali við øðrum viðkomandi upplýsingum hjáløgdum.
Stk. 2. Búnaðargrunnurin ger leiðbeining, ið lýsir, hvørjar upplýsingar skulu latast í sambandi við lániumsóknir. Tílíkar upplýsingar kunnu m.a. vera:
1) Upplýsingar um umsøkjara, og undir hesum um jarðarbrúkskunnleika.
2) Endamálið við ætlanini, sum lánið skal brúkast til.
3) Nágreinilig lýsing av ætlanini, og undir hesum kostnaðarætlan, tíðarætlan o.a.
4) Upplýsingar um lán, sum umsøkjarin hevur frammanundan.
5) Rakstrarætlan, ið vísir, um raksturin kann bera lánið.
6) Roknskapir fyri nøkur ár og frágreiðing um royndir við virkseminum higartil.
7) Umsøkjari skal harumframt lata allar aðrar upplýsingar, sum eru viðkomandi fyri lánsveitingina og viðgerðina hjá grunninum.
Kapittul 2
Treytir fyri at fáa lán
§ 2. Lán kunnu verða veitt til tey endamál, sum eru ásett í § 2 í lógini. Lán kann einans verða játtað, um raksturin kann bera lánið.
Stk. 2. Lán kunnu játtast festarum, jarðareigarum og teimum (persónar, feløg), sum reka virksemi, ið heimild annars er fyri at játta lán til sambært lógini.
Stk. 3. Tá lán verða veitt til felagshagar, er tað hagastýrið við heimild frá hagafundi, sum er lántakari.
Kapittul 3
Lánstreytir
§ 3. Grunnurin kann játta lán til hesar treytir:
1) afturgjaldstíð upp til 25 ár fyri lán til fasta ogn og upp til 10 ár fyri onnur lán,
2) renta upp til 1/5 lægri enn meðalrentan hjá peningastovnunum fyri samsvarandi lán.
Stk. 2. Lánstreytirnar í lánum, sum Jarðargrunnurin hevur veitt, verða ikki broyttar samsvarandi frammanfyri standandi.
Stk. 3. Lántakarin skal á hvørjum ári lata grunninum ársroknskap.
Kapittul 4
Viðgerð av umsóknum og lánsveiting
§ 4. Eftirkannast skal, um treytirnar fyri, at lán kann játtast, eru til staðar, og um allar viðkomandi upplýsingar eru fingnar samsvarandi krøvum grunsins.
Stk. 2. Støða skal takast til, um upplýsingarnar kunnu haldast at vera eftirfarandi, og um tær geva fullgóða lýsing av ætlanunum hjá umsøkjaranum.
Stk. 3. Metast skal um rakstrarætlanina hjá umsøkjaranum og framtíðarætlanir annars, hvørt hesar eru realistiskar í øllum liðum, og um útlitini fyri, at virksemið kann bera lánið. Á hesum grundarlagi verður gjørd ein samlað meting, og eitt tilmæli um møguliga lánsveiting verður gjørt.
§ 5. Grunnurin ger skrivliga mannagongd, sum skal fylgjast í sambandi við viðgerð av umsókn um lán. Upplýsingar og metingar, sum liggja til grund fyri endaligari støðutakan til lániumsókn, skulu skjalfestast.
§ 6. Tá játtað lán verða útgoldin, skal Búnaðargrunnurin tryggja sær, at tey verða brúkt til ætlaða endamálið. Hetta kann t.d. verða gjørt við at krevja skjalprógv fyri útreiðslunum.
Kapittul 5
Fígging av festikontu
§ 7. Fígging av festikontu kann heilt ella partvíst veitast til ætlanir, sum hava til endamáls at skapa varandi virðisøking av festinum, t.d. fyri at viga upp ímóti avleiðingum av sølu av fastari ogn burturav festinum.
Stk. 2. Fígging kann veitast til:
1) keyp av búnaðarjørð (Búnaðarstovan er tá formligur keypari),
2) ábøtur, velting og nýdyrking av búnaðarjørð og vegagerð í hesum sambandi
3) seyðahús, rættir og fjós. Til hesi endamál kann játtast upp til 50% av samlaða íløgukostnaðinum.
§ 8. Umsókn skal sendast Búnaðargrunninum á serligum umsóknarskjali hjálagt viðkomandi upplýsingar.
Stk. 2. Búnaðargrunnurin ger leiðbeining, ið lýsir, hvørjar upplýsingar skulu latast í sambandi við umsókn um fígging av festikontu. Upplýsingarnar, sum skulu latast, eru tær somu, sum tá talan er um lán.
Stk. 3. Treytirnar fyri at fáa fígging av festikontu og viðgerðin av umsóknum er tann sama sum fyri lán.
Kapittul 6
Avskriving av skuld
§ 9. Støðutakan til avskriving byggir á somu handilsligu treytir, sum fíggingarstovnar vanliga brúka, tá teir taka støðu til møguliga avskriving av skuld.
§ 10. Lántakari kann søkja Búnaðargrunnin um, at partur av skuldini verður eftirgivin. Hjálagt umsóknini skal vera:
1) roknskapir fyri seinastu 4 árini, ið eru uppsettir samsvarandi standard ársroknskapi hjá grunninum,
2) upplýsingar um hendingar eftir roknskaparlok, sum hava ávirkað fíggjarstøðuna,
3) váttan frá lántakara um, at hesin hevur latið allar upplýsingar, sum eru neyðugar til at gera ársúrslitið upp, og at roknskapirnir geva rættvísandi mynd av fíggjarstøðuni.
§ 11. Kannað verður, um upplýsingar, sum eru fingnar í umsóknini, eru nøktandi.
Stk. 2. Gjaldsevnini verða roknað við støði í úrslitinum áðrenn rentur og avskrivingar og roknaðari løn til festara og møguligan hjúnafelaga. Út frá hesum verður roknað, hvussu stórt lán virksemið er ment at bera, og úrslitið verður samanhildið við samlaðu skuldina og trygdarvirðini hjá grunninum.
Stk. 3. Á hesum grundarlagi verður gjørd ein samlað meting av støðu og útlitum, og eitt tilmæli um møguliga avskriving av skuld verður gjørt til stýrið.
Stk. 4. Grunnurin ger harumframt eina meting av rakstrinum hjá lántakara og undir hesum:
1) inntøkumøguleikar við forsvarligum og nøktandi rakstri,
2) væntaðir rakstrarkostnaðir við somu fortreytum,
3) møguliga roknaða løn til lántakara og møguliga hjúnafelaga við somu fortreytum.
Stk. 5. Um munur er á metingunum, sbrt. stk. 4, og veruligu tølunum, skal metingin eftir stk. 4 takast við í samlaðu metingina og tilmælið.
§ 12. Grunnurin ger skrivliga mannagongd, sum skal fylgjast í sambandi við viðgerð av umsókn um avskriving.
Stk. 2. Upplýsingar og metingar, sum liggja til grund fyri endaligari støðutakan til umsókn um avskriving av skuld, skulu skjalfestast.
Stk. 3. Gjørdur verður standard ársroknskapur, sum umsøkjari skal brúka.
Kapittul 7
Gildisreglur
§ 13. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. mai 2013.
Fiskimálaráðið, 22. mai 2013
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)