22. juni 2026Nr. 62
Kunngerð um at veita næmingastudning til fólkaháskúlar
Við heimild í § 5 í løgtingslóg nr. 101 frá 1. desember 1978 um studning til fólkaháskúlar, sum broytt við § 2 í løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996, verður ásett:
§ 1. Næmingastudningur verður veittur fólkaháskúlunum sambært § 3 av tí upphædd, sum á hvørjum ári verður sett av á løgtingsfíggjarlógini til hetta endamál, undir játtanini til fólkaháskúlar.
§ 2. Næmingastudningurin verður goldin fólkaháskúlunum eftir umsókn frá skúlunum. Næmingar, sum søkt verður um studning til, skulu undirskriva umsóknina.
§ 3. Næmingastudningurin er eins fyri allar næmingar skúlans. Studningurin kann í mesta lagi verða kr. 100,00 um dagin. Um játtanin á løgtingsfíggjarlógini ikki røkkur, verður studningurin lækkaður samsvarandi.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 22. juni 2026
Bárður á Lakjuni (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)