Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. apríl 2003Nr. 62
Kunngerð um próvtøku við útbúgvingina av sjúkrarøktarfrøðingum
Við heimild í § 7 í løgtingslóg nr. 2 frá 22. januar 2003 um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum verður ásett:
Kapittul 1
Endamál
§ 1. Endamálið við próvtøkuni er at døma, um og í hvønn mun førleikin hjá tí lesandi samsvarar við tey mál og krøv, sum eru sett útbúgvingini í kunngerð um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum, námsskipanini o.s.fr. Próvtøkan er støðið undir próvtøkuskjalinum, sbr. § 24, stk.1.
Kapittul 2
Próvtøkuhættir, døming o.a..
§ 2. Próvtøkuhættirnir skulu leggja upp fyri endamálinum við útbúgvingini og tryggja, at dømingin verður framd fyri hvønn einstakan lesandi sær. Royndirnar kunnu verða skipaðar sum einstaklingsroyndir ella bólkaroyndir, tó soleiðis, at í seinna førinum verður dømingin gjørd fyri hvønn einstakan lesandi sær. Í útbúgvingini kann tó ein uttanhýsis roynd verða gjørd sum bólkaroynd við felags døming. Í námsskipanini verður ásett, hvussu nógv lesandi kunnu luttaka í eini bólkaroynd.
Stk. 2. Próvdømingin tekur støði í:munnligum royndum, skrivligum royndum og praktiskum royndum, herundir einari ella fleiri uppgávuloysnum,luttøku í undirvísing, skeiðum, evnislestrum, venjingum e.l.samansetingum av nr. 1- 2 ella kliniskari praksis
Stk. 3. Í námsskipanini kann verða ásett, at áðrenn ein uppgávuloysn verður dømd, skal ein fyrilestur um uppgávusloysnina verða hildin ella skal ein munnlig verja av uppgávuloysnini fara fram. Dømingin verður tá gjørd við støði í eini samlaðari meting av tí skrivligu uppgávuloysnini og tí munnliga avrikinum.
Stk. 4. Rektarin kann bjóða teimum lesandi møguleika at nýta teldu við royndirnar. Frammanundan ger rektarin reglur hesum viðvíkjandi.
§ 3. Við próvdømingina av bachelorverkætlanini skal, umframt fakliga innihaldið, eisini leggjast dentur á førleikan hjá tí lesandi at stavseta og málbera seg. Í námsskipanini verða reglur ásettar fyri, á hvønn hátt førleikin hjá tí lesandi at stavseta og málbera seg verður taldur við í samlaðu próvdømingina av avrikinum, sbr. § 22, stk. 1, nr. 9, tó so, at fakliga innihaldið skal viga mest.
Stk. 2. Um so er, at førleikin at stavseta og málbera seg verður taldur við í øðrum royndum, er reglan í stk.1, 2. pkt. galdandi.
§ 4. Royndirnar verða tiknar á føroyskum.
Stk. 2. Um undirvísingin í einum faki er farin fram á einum fremmandamáli, verður royndin tikin á viðkomandi máli. Rektarin kann gera undantøk frá hesi reglu.
Stk. 3. Rektarin kann annars, har viðurskiftini gera tað møguligt, loyva einum lesandi, sum ynskir tað, at taka eina roynd á einum fremmandamáli.
§ 5. Royndirnar eru annaðhvørt innanhýsis ella uttanhýsis.
Stk. 2. Við innanhýsisroyndir er at skilja royndir, sum verða dømdar av undirvísarum, t.e. lærarum og/ella praktikkvegleiðarum, við útbúgvingina (próvhoyrarum) ella av próvhoyrarum og einum ella fleiri próvdómarum, sum eru útnevndir av skúlanum millum undirvísararnar ella undirvísarar á samsvarandi skúlum.
Stk. 3. Við uttanhýsisroyndir er at skilja royndir, sum verða dømdar av próvhoyrarum og einum ella fleiri próvdómarum, ið eru tilnevndir av Mentamálaráðnum.
Stk. 4. Minst ein triðingur av útbúgvingini skal verða skjalprógvaður í uttanhýsisroyndum. Uttanhýsisroyndirnar skulu fata um tey týðandi økini í útbúgvingini.
Stk. 5. Dømingin av luttøkuni hjá teimum lesandi í undirvísingini sbrt. § 2, stk. 2, nr. 2, verður gjørd av læraranum í avvarðandi faki.
§ 6. Próvdómararnir skulu síggja til,at krøvini til royndirnar í útbúgvingini, herundir skrivligu uppgávurnar, eru í samsvari við tey mál, sum eru ásett í kunngerðum og námsskipan, at royndirnar verða tiknar í samsvari við galdandi reglur, og at tey lesandi fáa eina einsháttaða og rættvísa viðferð og avrik teirra eina álítandi døming, sum er í samsvari við reglurnar um próvdøming og aðrar reglur.
Stk. 2. Meðan tingast verður um próvtalið, skal próvdómarin gera skrivligar viðmerkingar um avrikið og ásetingina av próvtalinum, sum hann persónliga seinni kann nýta í sambandi við eina møguliga kæru. Skrivligu viðmerkingarnar skulu goymast í eitt ár.
§ 7. § 6, stk. 2 er á sama hátt galdandi fyri próvhoyrarar.
§ 8. Við dømingina verða givin próvtøl eftir 13 stiganum ella dømingin Staðið/Ikki staðið ella Góðkent/Ikki góðkent, sbr. kunngerð um próvtalsstiga og aðra døming. Bachelorverkætlanin verður dømd eftir 13 stiganum. Fyri luttøku í undirvísing sbrt. § 2, stk. 2, nr. 2, verður givið dømingin Staðið/Ikki staðið ella Góðkent/Ikki góðkent.
Stk. 2. Dømingin Staðið/Ikki staðið ella Góðkent/Ikki góðkent kann bara verða nýtt við royndir, sum samanlagt telja í mesta lagi 1/3 av útbúgvingini.
Stk. 3. Stk. 2 er ikki galdandi í teimum førum, sum eru umtalað í § 25.
§ 9. Ein roynd o.a er staðin, tá próvtøkuúrslitið er Staðið, Góðkent ella próvtal 6 ella meira, sí tó stk. 2-4. Allar royndir skulu standast hvør sær, sí tó stk. 2. Royndir o.a., sbrt. § 2, stk. 2, íroknað lutarroyndir, sum lesandi hava staðið, kunnu ikki takast umaftur.
Stk. 2. Í námsskipanini kann verða ásett, at samansetingar av royndum skulu standast samlað. Ì tílíkum førum skal miðaltalið av teimum próvtølum, sum telja við, vera í minsta lagi 6 uttan avrunding uppeftir.
Stk. 3. Tað kann verða ásett í námsskipanini, at ein roynd er samansett av fleiri lutarroyndum. Er samlaða royndin staðin, kunnu lutarroyndir við próvtalinum 5 ella minni ikki verða tiknar umaftur.
Stk. 4. Tað kann verða ásett í námsskipanini, at samansetingar av royndum skulu standast í somu lestrarhálvu.
§ 10. Verður ein roynd bert hildin eina ferð um árið, skal ein lesandi, sum orsakað av sjúku ikki hevur kunnað tikið royndina, hava møguleika at melda seg aftur til próvtøku í somu ella næstu lestrarhálvu.
Stk. 2. Ein lesandi, sum bert manglar at standa eina av teimum royndum, sum hann sbrt. námsskipanini skuldi havt staðið í eini lestrarhálvu, skal hava møguleika at melda seg aftur til próvtøku í somu lestrarhálvu ella beint aftaná.
§ 11. Tað áliggur rektaranum at kunna tey lesandi um:
Próvtøkureglurnar yvirhøvur.
Tær reglur, ið eru galdandi í sambandi við sjúku.
Serligu próvtøkureglurnar, ið eru galdandi í hvørjum einstøkum faki.
Fylgjurnar av ikki at halda reglurnar um próvtøku.
Møguleikarnar at kæra um próvtøku.
Møguleikarnar at gera nýtslu av teldu við próvtøku.
Stk. 2. Rektarin skal í seinasta lagi, tá boð verða givin um, nær ein roynd verður hildin, boða frá, hvørjum hjálparamboðum tey lesandi ætlast at gera nýtslu av og møguligum avmarkingum í, hvørji hjálparamboð kunnu takast við.
§ 12. Rektarin kann fyri hvørja einstaka roynd áseta, nær tilmelding og frámelding frá royndini í seinasta lagi skal fara fram. Um frámelding ikki verður gjørd rættstundis, verður royndin tald við, sbr. § 17, stk. 1. Hetta er tó ikki galdandi, um tann lesandi orsakað av sjúku ikki fær komið til royndina, sbr. § 10, stk. 1.
Stk. 2. Rektarin kann gera undantøk frá ásettu freistini sbrt. stk. 1, tá serlig viðurskifti gera seg galdandi.
§ 13. Fyri at kunna halda fram í útbúgvingini, skal tann lesandi, áðrenn endan av 2. lestrarhálva eftir lestrarbyrjan, fara upp til tær royndir, sum tann lesandi eftir reglunum í námsskipanini skal luttaka í, áðrenn endan av 2. lestrarhálva.
§ 14. Hevur tann lesandi ikki staðið roynd í várhálvuni, kann hann fara upp til nýggja roynd í august, og úrslitið av royndini skal verða fráboðað tí lesandi, áðrenn september er lokin.
Stk. 2. Hevur tann lesandi ikki staðið roynd í heysthálvuni, kann hann fara upp til nýggja roynd í januar/februar, og úrslitið av royndini skal verða fráboðað tí lesandi, áðrenn mars er lokin.
§ 15. Tann lesandi skal hava staðið royndirnar sbrt. § 13, áðrenn 4. lestrarhálva aftan á lestrarbyrjan er lokin, fyri at kunna halda fram við útbúgvingini.
§ 16. Rektarin kann fyri tann einstaka lesandi gera undantøk frá teimum tíðarfreistum, sum eru ásettar í sambandi við royndir í §§ 13-15, um so er, at serlig viðurskifti gera seg galdandi.
§ 17. Ein lesandi kann í mesta lagi fara upp 3 ferðir til somu roynd ella aðra døming, sí tó § 15. Rektarin kann lata ein lesandi fara upp eina 4. og eina 5. ferð, um serlig viðurskifti gera seg galdandi. Spurningurin um vantandi lestrarførleika kemur ikki inn undir serlig viðurskifti.
Stk. 2. 3., 4. og 5. ferð ein lesandi fer upp til eina innanhýsis roynd, sum verður dømd av próvhoyrara einsamøllum, kann tann lesandi krevja, at ein próvdómari verður við til próvtøkuna.
Stk. 3. Ein lesandi, sum 2. ferð skal hava luttøku sína í undirvísingini dømda, sbr. § 2, stk. 2, nr. 2, kann krevja at fara til roynd í staðin fyri. 3., 4. og 5. ferð kann tann lesandi krevja, at próvdómari verður við til royndina. Ein roynd kann tó ikki koma í staðin fyri luttøku í undirvísing, har praktiskar venjingar eru partur av undirvísingini.
Stk. 4. Eitt tilboð til tann lesandi um endurpróvtøku sbrt. § 18, stk. 2 og 3, § 30, stk. 2, nr. 3, § 31, stk. 2, nr. 2, ella § 39, stk. 1, nr. 3, verður ikki talt sum ein nýggj roynd.
§ 18. Verða próvdómararnir varugir við týðandi brek við royndini, skulu teir beinanvegin boða rektaranum frá hesum og koma við tilráðing um, hvussu bøtast kann um brekið.
Stk. 2. Eftir tilráðing frá próvdómarunum kann rektarin, um tann lesandi ikki hevur fingið boð um dømingina, ógilda royndina og seta í verk eina serliga endurpróvtøku.
Stk. 3. Verður rektarin annars varugur við eitt týðandi brek við royndini, áðrenn tann lesandi hevur fingið boð um dømingina, kann hann, aftan á at hava fingið ummæli frá tí, sum hevur ábyrgdina av royndini, ógilda royndina og seta í verk eina serliga endurpróvtøku. Rektarin skal boða Mentamálaráðnum frá, tá roynd verður ógildað og endurpróvtøka sett í verk.
§ 19. Ein lesandi, sum við eina roynd undir eftirliti av órøttum útvegar sær ella einum øðrum lesandi hjálp til at svara eini skrivligari uppgávu ella hevur við sær hjálparamboð, sum ikki eru loyvd, ella sum undir egnum navni letur inn arbeiði hjá einum øðrum, kann verða vístur burtur frá royndini.
Stk. 2. Um illgruni tekur seg upp við eina roynd ella aftan á eina roynd, at ein lesandi av órøttum hevur útvegað sær ella givið hjálp ella undir egnum navni hevur latið inn arbeiðið hjá einum øðrum, verður hetta fráboðað rektaranum. Verður illgrunin staðfestur, tekur rektarin avgerð um møguliga burturvísing frá royndini. Ein burturvísing hevur við sær, at eitt møguligt próvtal fyri royndina verður ógildað.
Stk. 3. Burturvísing frá royndini eftir stk. 1 og 2 er eisini galdandi fyri tær royndir, sum í sama próvtøkuskeiði koma eftir ta royndina, sum var orsøk til burturvísingina. Rektarin kann í serligum førum gera av, at tann lesandi skal burturvísast frá skúlanum eina ella fleiri lestrarhálvur. Í slíkum føri verður ein ávaring givin um, at endurtøka kann hava við sær varandi burturvísing.
Stk. 4. Um tann lesandi órógvar við sínum atburði, kann rektarin burturvísa honum ella henni frá royndini. Í minni álvarsligum førum gevur rektarin fyrst eina ávaring.
§ 20. Við royndir, har tann lesandi ikki fær dømingina beint eftir royndina, ásetur rektarin eina dagfesting, tá dømingin verður kunngjørd, sí tó § 14 stk. 1 og 2.
Stk. 2. Dagfestingin verður fráboðað teimum lesandi, samstundis sum fráboðað verður um royndina, annaðhvørt við uppslagi ella á annan hátt.
Stk. 3. Um dømingin ikki kann gerast rættstundis, verður nýggj dagfesting ásett fyri kunngeringina. Dagfestingin verður fráboðað teimum lesandi á sama hátt, sum fráboðað varð um royndina.
§ 21. Rektarin kann bjóða lesandi við niðursettum likamligum ella sálarligum virkisførleika, lesandi við øðrum móðurmáli enn føroyskum og lesandi við samsvarandi trupulleikum serligar royndartreytir í teimum førum, tá skúlin metir, at hetta er neyðugt til tess at javnseta hesi við onnur í royndarstøðuni. Tað er ein treyt, at hesi tilboð ikki lækka um støðið á royndini.
§ 22. Í námsskipanini ásetur skúlin reglur um:
1) Nær í útbúgvingini royndirnar skulu vera, herundir hvørjar royndir tey lesandi skulu hava luttikið í, áðrenn 2. lestrarhálva er lokin.
2) Skipan av sjúkraroynd og umroynd uttan fyri vanligu próvtøkutíðarskeiðini.
3) Royndarhættir, íroknað um tann lesandi møguliga kann velja millum fleiri royndarhættir, og hvussu nógv lesandi kunnu vera í eini bólkaroynd.
4) Próvtøkukrøv, íroknað møguligar bundnar treytir, sum eru galdandi fyri royndina.
5) Við hvørjar royndir próvtøl verða givin, og við hvørjar dømingin Staðið/Ikki staðið ella Góðkent/Ikki góðkent verða givin.
6) Talið av royndum, íroknað lutarroyndir, og hvussu nógv tey próvtølini viga, sum verða givin í teimum einstøku royndunum.
7) Hvørjar royndir vera dømdar av próvdómarum, sum Mentamálaráðið tilnevnir.
8) Hvørjar royndir og aðrar dømingar telja við í próvtøkuni, íroknað krøv um luttøku í undirvísingini.
9) Hvussu dømingin av førleikanum hjá teimum lesandi at stavseta og málbera seg verður tald við í samlaðu dømingina av próvtøkuavrikinum.
10) Hvussu fyrilestur um ella munnlig verja av eini uppgávuloysn skal fara fram.
11) Próvtøkumálið.
12) Møguligar serligar royndartreytir fyri lesandi.
Stk. 2. Í námsskipanini skal vera ásett, at rektarin, har serlig viðurskifti gera seg galdandi, kann geva undantaksloyvi frá teimum reglum í námsskipanini, sum eru ásettar av skúlanum einsamøllum.
§ 23. Munnligu royndirnar eru almennar, sí tó stk. 2.
Stk. 2. Við munnligu royndirnar kann rektarin avmarka atgongdina til próvtøkuhølini vegna plásstrot, og atgongd kan noktast einstaklingum, eins og teir kunnu burturvísast, um hetta verður hildið at vera neyðugt til tess at tryggja neyðuga friðin í samband við próvtøkuna. Rektarin kann haraftrat gera undantøk frá ásetingini í stk. 1, um serligar umstøður, herundir atlitið til tann lesandi, tala fyri tí.
Stk. 3. Ljóð- og myndaupptøkur eru ikki loyvdar við próvtøku uttan í teimum førum, tær eru partur av próvtøkuni. Upptøkurnar verða í tílíkum førum gjørdar av skúlanum.
Stk. 4. Bara próvhoyrararnir og próvdómararnir kunnu vera til staðar, meðan tingast verður um próvtalið við munnligar royndir. Rektarin kann tó áseta, at komandi próvhoyrarar kunnu verða til staðar, meðan tingast verður um próvtalið.
Kapittul 3
Próvtøkuskjøl o.a.
§ 24. Rektarin skrivar út prógv, tá útbúgvingin er lokin, eisini til fult útbúgvin, sum hava kært sbrt. kapittul 4.
Stk. 2. Prógvið skal, umframt upplýsingar um navnið hjá tí útbúna og myndugleikanum, sum gevur prógvið, í minsta lagi skila til:
1) Hvørjum útbúgvingarpørtum, roynd er tikin í.
2) Úrslit av royndum.
3) Útbúgvingarpartar, ið eru skjalprógvaðir á annan hátt.
4) Hvussu nógv teir einstøku útbúgvingarpartarnir, sbr. nr. 1. og 3, telja í ECTS stigum.
5) Góðskrivaðar royndir.
6) Próvtøkumálið, um so er at royndin er tikin á einum fremmandamáli undantikið donskum, norskum og svenskum.
7) Heitið, útbúgvingin gevur rætt til.
8) Heitið á útbúgvingini umsett til enskt.
Stk. 3. Tann útbúni hevur rætt til at fáa prógvið orðað á enskum.
Stk. 4. Sum skjal til prógvið skrivar skúlin út eitt Diploma Supplement á enskum máli, sum í samsvari við tann standard, sum er ásettur av ES-nevndini, Evroparáðnum og UNESCO/CEPES, lýsir ta yrkisligu stevnuna, innihaldið, støðið og endamálið við útbúgvingini og gevur upplýsingar um skúlan, og hvørja støðu hann hevur í føroyska útbúgvingarkervinum.
Stk. 5. Í próvnum skulu ikki vera upplýsingar um serligar royndartreytir, sbr. § 21.
Stk. 6. Prógvið fyri eina útbúgving, sum er tikin við fleiri skúlar, verður skrivað út á tí skúlanum, har tann lesandi seinast hevur verið innskrivaður.
Stk. 7. Til lesandi, sum gevast við útbúgvingini í úrtíð, skrivar skúlin eftir umbøn frá tí lesandi út skjalprógv fyri teir partar av útbúgvingini, sum tann lesandi hevur staðið, uppgivið í ECTS stigum.
§ 25. Hevur rektarin góðkent, at partar av eini útbúgving frá einum føroyskum ella útlendskum hægri læristovni, sum tann lesandi hevur fullført/staðið/fingið góðkennt, verða góðskrivaðir, skal dømingin flytast yvir sum Staðið/Góðkennt ella sum próvtøl eftir 13 stiganum, um so er, at viðkomandi útbúgvingarpartur verður dømdur eftir 13 stiganum við báðar útbúgvingarstovnarnar. Viðkomandi útbúgvingarstovnar kunnu tó avtala annað.
§ 26. Skúlin hevur, við virðing fyri upphavsrættindum hjá tí lesandi, ognarrættin til tey úrslit ella framleiðslur, sum koma fram í sambandi við eina roynd, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Um so er at stovnar uttanfyri skúlan eru tiknir við í sambandi við royndina, verður nærri avtala gjørd millum tann lesandi, skúlan og viðkomandi stovn um, í hvønn mun skúlin, tann lesandi ella stovnurin, hevur rætt til at nýta úrslit frá royndini.
§ 27. Skúlin varðveitir tær upplýsingar, sum neyðugar eru til tess at skriva út prógv, í 20 ár, aftan á at prógv ella roynd er lokin. Upplýsingar um, hvør hevur tikið prógv í teimum einstøku útbúgvingunum, verða varðveittar í minsta lagi 50 ár.
Kapittul 4
Kærur um próvtøku o.a.
§ 28. Kærur um royndir ella aðra døming, sum er partur av próvtøkuni, undantikið døming av kliniskari praksis, verða av tí lesandi latnar rektaranum. Kæran skal vera skrivlig og grundgivin.
§ 29. Kæran skal verða latin inn í seinasta lagi 2 vikur eftir, at dømingin er kunngjørd. Freistin er tó í fyrsta lagi frá tí degi, sum er ásettur fyri kunngeringina, sbr. § 20, stk. 2 og 3.
Stk. 2. Rektarin kann gera undantøk frá stk.1, har serlig viðurskifti gera seg galdandi.
§ 30. Um kæran viðvíkur formligum spurningum, tekur rektarin avgerð í málinum.
Stk. 2. Rektarans avgerð kann vera,
1) at ógilda royndina og seta í verk eina serliga endurpróvtøku
2) at døma av nýggjum
3) at geva tilboð um endurpróvtøku, ella
4) at avvísa kæruna.
Stk. 3. Rektarin kann avgera at útnevna nýggjar próvhoyrarar og -dómarar við eina nýggja próvdøming og við endurpróvtøku.
Stk. 4. Avgerðin hjá rektaranum kann kærast til landssatýrismannin, sbr. § 47, stk. 1.
§ 31. Um kæran viðvíkur
1) próvtøkugrundarlagnum (próvtøkuspurningar, uppgávur o.tíl.) og samband tess við pensum
2) próvtøkugongdini ella
3) dømingini,
leggur rektarin skjótast gjørligt kæruna fyri tann ella teir upprunaligu próvhoyrararnar og -dómararnar, sum síðani taka avgerð í málinum.
Stk. 2. Próvhoyrararnir og -dómararnir kunnu
1) døma av nýggjum,
2) bjóða endurpróvtøku ella
3) avvísa kæruna.
Stk. 3. Kæran kann bert avvísast, um próvhoyrararnir og -dómararnir eru samdir um tað.
Stk. 4. Er ósemja um, annaðhvørt kæran skal avvísast, ella um nýggj døming skal fara fram, verður dømt av nýggjum. Er ósemja um, annaðhvørt kæran skal avvísast, ella tilboð skal gevast um endurpróvtøku, verður endurpróvtøka boðin.
Stk. 5. Er ósemja um, annaðhvørt nýggj døming skal fara fram av einum skrivligum avvriki, ella tilboð skal gevast um endurpróvtøku, verður nýggj døming framd av nýggjum próvhoyrarum og -dómarum. Er ósemja um, annaðhvørt ein nýggj døming skal fara fram av einum munnligum avvriki, ella tilboð skal gevast um endurpróvtøku, verður endurpróvtøka boðin.
§ 32. Verður avgjørt sbrt. § 30, stk. 2, nr. 2, ella § 31, stk. 2., nr. 1, at nýggj døming skal fara fram, skal nýggj døming fara fram fyri øll lesandi, hvørs próvtøka hevur sama brek. Rektarin kann avgera, at nýggir próvhoyrarar og -dómarar verða útnevndir til nýggju dømingina. Verður avgjørt at útnevna nýggjar próvhoyrarar og -dómarar, skulu allir veljast av nýggjum.
Stk. 2. Verður avgjørt sbrt. § 30, stk. 2, nr. 3, ella § 31, stk. 2, nr. 2 at geva tilboð um endurpróvtøku, skal tilboðið gevast øllum lesandi, hvørs próvtøka hevur sama brek. Rektarin kann avgera, at nýggir próvhoyrarar- og dómarar skulu koma í staðin fyri teir upprunaligu. Verður avgjørt at útnevna nýggjar próvhoyrarar og -dómarar, skulu allir veljast av nýggjum. Endurpróvtøka skal fara fram skjótast gjørligt.
§ 33. Í seinast lagi 2 vikur eftir, at kæran er próvhoyrarunum og -dómarunum í hendi, skal hon vera liðugt viðgjørd, og avgerðin vera boðað rektaranum, sum skjótast gjørligt boðar kæraranum frá avgerðini um próvdømingina.
Stk. 2. Um so er, at kæran ikki kann verða viðgjørd innan hesa tíðarfreist, skal rektarin skjótast gjørligt boða kæraranum frá hesum við grundgeving og upplýsing um, nær kæran kann væntast at vera liðugt viðgjørd.
§ 34. Úrslitið av eini kæru kann ikki vera eitt próvtal, sum er lægri enn tað upprunaliga.
§ 35. Avgerðin hjá próvhoyrarunum og -dómarunum, sbr. § 31, herundir ein møgulig nýggj døming, kann av kæraranum verða kærd til eina kærunevnd.
§ 36. Kærarin letur rektaranum kæruna. Kæran skal verða skrivlig og grundgivin.
Stk. 2. Kæran skal latast inn í seinasta lagi 2 vikur eftir, at kærarin er kunnaður um avgerðina við próvdømingina.
Stk. 3. Rektarin kann geva undantaksloyvi frá stk. 2, har serlig viðurskifti gera seg galdandi.
§ 37. Rektarin setir eina kærunevnd, tá tørvur er á tí og annars skjótast gjørligt, eftir at ein kæra er komin inn. Fastar kærunevndir kunnu setast.
Stk. 2. Nevndin er samansett av 2 próvdómarum, sum eru tilnevndir av landsstýrismanninum, einum undirvísara, sum hevur rætt til at halda próvtøkur og einum lesandi á fakøkinum.
Stk. 3. Rektarin útnevnir undirvísaran, sum skal hava rætt til at halda próvtøkur, og tann lesandi og varafólk fyri hesi.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin útnevnir ein av próvdómarunum til formann fyri nevndina.
§ 38. Fyri at taka avgerðir skulu allir limirnir í kærunevndini taka lut í tingingunum og øll skjøl í málinum skulu vera send til allar limirnar. Tingingarnar kunnu fara fram skrivliga, herundir við telduposti, um so er, at semja er millum limirnar í kærunevndini um skrivliga viðgerð.
Stk. 2. Um semja ikki fæst í kærunevndini, skulu tingingarnar enda við einum fundi, har allir limirnir skulu møta. Enda tingingarnar við atkvøðugreiðslu, er atkvøðan hjá formanninum avgerandi.
§ 39. Kærunevndin kann
1) hækka próvtalið, broyta Ikki staðið til Staðið ella Ikki góðkent til Góðkent,
2) taka avgerð um nýggja døming við nýggjum próvhoyrarum og -dómarum,
3) geva tilboð um endurpróvtøku við nýggjum próvhoyrarum og -dómarum ella
4) avvísa kæruna
Stk. 2. Um kærunevndin avger at samráðast um at hækka próvtalið, broyta Ikki staðið til Staðið ella Ikki góðkent til Góðkent skal tann lesandi í kærunevndini ikki verða til staðar, meðan málið verður viðgjørt.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin útnevnir nýggjar próvdómarar, sbr. stk. 1, nr. 2. Nýggjur próvhoyrari verður útnevndur av rektaranum.
Stk. 4. Um so er, at kærunevndin samtykkir at hækka próvtalið, broyta til Staðið, broyta til Góðkent ella at døma av nýggjum orsakað av breki í einum ella fleiri av teimum førum, sum eru nevnd í § 31, hevur avgerðin gildi fyri øll tey, sum hava verið til próvtøku við sama breki. Hetta er eisini galdandi, tá kærunevndin bjóðar endurpróvtøku orsakað av týðandi brekum í einum ella fleiri av teimum førum, sum eru nevnd í § 31.
§ 40. Avgerðin hjá kærunevndini kann ikki kærast til annan umsitingarligan myndugleika, sí tó § 45, stk. 1.
§ 41. Avgerðin hjá kærunevndini verður fráboðað rektaranum skjótast gjørligt og við vetrarpróvtøku í seinasta lagi 2 mánaðir og við summarpróvtøku í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at kært er.
Stk. 2. Um so er, at kæran ikki kann verða viðgjørd innan hesa tíðarfreist, skal rektarin skjótast gjørligt geva kæraranum boð um hetta saman við grundgeving og upplýsing um, nær kæran væntast at verða viðgjørd.
§ 42. Rektarin gevur skjótast gjørligt kæraranum boð um avgerðina.
Stk. 2. Nýggj døming og endurpróvtøka skal fara fram skjótast gjørligt.
§ 43. Úrslitið av eini kæru kann ikki vera eitt lægri próvtal enn tað, próvhoyrararnir og -dómararnir hava givið sbrt. § 31, sbr. § 34.
Aðrar reglur
§ 44. Tann lesandi kann halda fram við útbúgvingini, meðan kæran verður viðgjørd uttan í teimum førum, har kunngerðin ella námsskipanin áseta nakað annað.
Stk. 2. Um próvskjalið er skrivað, sbr. § 24, stk. 1, og úrslitið av kæruni er eitt hægri próvtal, skrivar rektarin eitt nýtt prógv.
§ 45. Avgerðir, sum eru tiknar sbrt. § 31 og § 39, kunnu kærast til rektaran, um kæran viðvíkur formligum spurningum.
Stk. 2. Kæran skal sendast til rektaran í seinasta lagi 2 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað tí lesandi.
Stk. 3. Rektarin kann gera undantøk frá stk. 2, har serlig viðurskifti gera seg galdandi.
Stk. 4. Rektarans avgerðir sbrt. stk. 1 kunnu kærast til landsstýrismannin, sbr. § 47.
Kapittul 5
Undantaksreglur
§ 46. Landsstýrismaðurin tekur avgerð um at geva undantaksloyvi frá kunngerðini, tá serlig viðurskifti gera seg galdandi, undantikið í teimum førum, tá rætturin at geva undantaksloyvið liggur hjá rektaranum, sbr. § 4, stk. 2 og 3, § 12, stk. 2, § 16, § 17, stk. 1, § 29, stk. 2, § 36, stk. 3, og § 45, stk. 3.
Kapittul 6
Kærur um skúlans avgerðir
§ 47. Avgerðir, sum rektarin tekur sambært hesi kunngerð, kunnu kærast til landsstýrismannin, tá kæran snýr seg um formligar spurningar. Kæran verður latin rektaranum, sum ger eitt ummæli, sum kærarin skal hava høvi at gera viðmerkingar til innan 1 viku. Rektarin sendir kæruna, ummælið og møguligar viðmerkingar hjá kæraranum til Mentamálaráðið.
Stk. 2. Freistin at kæra eftir stk. 1 er 2 vikur frá tí degi, avgerðin er fráboðað kæraranum.
Kapittul 7
Gildiskoma
§ 48. Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið 23. apríl 2003
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)