28. juni 1999Nr. 62
Kunngerð um broyting í kunngerð um forskriftir og forskriftaskyldu o.a.m.
§ 1
Í kunngerð nr. 14 frá 31. januar 1994 um forskriftir og forskriftaskyldu o.a.m. sum seinast broytt við kunngerð nr. 32 frá 16. apríl 1997 verður gjørd henda broyting:
Í § 35 verður sett sum stk. 3:
“Stk. 3. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi, tá heilivágur til dýr verður útflýggjaður frá neyðgoymslu, sum apoteksverkið eigur. Tað av landsapotekaranum góðkenda fyristøðufólkið á neyðgoymsluni kann í hesum førum útflýggja heilivágin eftir boðum frá farmaseuti ella vakthavandi.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almanna- og heilsumálastýrið, 28. juni 1999
Helena Dam á Neystabø (sign.)
landsstýrismaður
/ Høgni Joensen (sign.)