Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. juli 2026Nr. 63
Kunngerð um landbúnaðarstuðul fyri 2026
Við heimild í § 3, stk. 4, § 6 og § 21 í løgtingslóg nr. 89 frá 7. mai 2025 um landbúnaðarstuðul verður ásett:
Almennar ásetingar
§ 1. Landbúnaðarstuðul kann latast einstaklingum, virkjum og feløgum, treytað av, at umsøkjarin er bókhaldsskyldugur og meirvirðisgjaldsskrásettur sbrt. galdandi lóggávu, og sum hava ein árligan umsetning oman fyri 50.000 kr.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi fyri stuðul, sum verður latin eftir §§ 11 og 18-21.
§ 2. Búnaðarstovan umsitur allan landbúnaðarstuðulin.
Stk. 2. Umsóknir um stuðul eftir §§ 8-21 skulu skrivast á serligt oyðublað, ið er at finna á heimasíðuni hjá Búnaðarstovuni (www.bst.fo.)
§ 3. Tá søkt verður um stuðul, skulu hesar upplýsingar altíð latast:
1) navn á umsøkjara, p-tal ella v-tal og kontonummar,
2) adressa og teldupostadressa, og
3) hvønn stuðul, søkt verður um.
§ 4. Landbúnaðarstuðulin verður latin av konto 6.33.2.10 á løgtingsfíggjarlógini og verður latin, so leingi játtan er tøk.
§ 5. Stuðul verður latin upp í eitt ávíst krónutal, sbr. ásetingarnar í §§ 8-17.
§ 6. Stuðulin sbrt. § 6 í løgtingslógini verður í 2026 latin til grøði, fóður, flogfenað og egg.
§ 7. Stuðul eftir hesi kunngerð, verður latin einaferð um árið, sbr. stk. 2.
Stk. 2. Fyri stuðulin til mjólk, gøðingarkálvar, neytakjøt og seyðakjøt, kann Búnaðarstovan lata ávegisgjøld.
Stuðul
Mjólk
§ 8. Stuðulin til nýmjólk í fyrsta flokki er í mesta lagi 1,05 kr. fyri liturin av mjólk, sum er latin mjólkarvirki og váttaður á innvigingarlista.
Avloysaraskipan
§ 9. Stuðulin til avloysaraskipan hjá mjólkarbóndum er í mesta lagi 0,10 kr. fyri liturin av nýmjólk í fyrsta flokki, sum er latin mjólkarvirki og váttaður á innvigingarlista frá hesum.
Seyðakjøt
§ 10. Stuðulin til seyðakjøt er í mesta lagi 20 kr. fyri hvørt kilo av feskum kjøti, sum er selt og váttað sbrt. roknskaparuppgerð.
Stk. 2. Stuðulin fyri ræst, turt ella sundurskorið kjøt verður veittur í mun til vektina av feskum kjøti, sbr. skjal 2.
Kálvar
§ 11. Stuðul upp á í mesta lagi 2.500 kr. verður latin fyri gøðingarkálvar, sum verða gøddir til matna.
Stk. 2. Stuðulin verður latin, tá kálvurin er ávikavist 12 mánaðir og 24 mánaðir býtt soleiðis:
1) í mesta lagi 1.500 kr., tá ið kálvurin er 12 mánaðir, og
2) í mesta lagi aðrar 1.000 kr., tá ið kálvurin er 24 mánaðir gamal.
Neytakjøt
§ 12. Stuðulin fyri neytakjøt er í mesta lagi 15 kr. fyri hvørt kilo av neytakjøti ella kálvakjøti, sum er selt og váttað sbrt. roknskaparuppgerð.
Flogfenaður
§ 13. Stuðulin at ala flogfenað til matna er í mesta lagi 12 kr. fyri hvørt kilo av feskum kjøti, sum er selt og váttað sbrt. roknskaparuppgerð.
Egg
§ 14. Stuðulin fyri egg til matna er í mesta lagi 6 kr. fyri hvørt kilo, sum er selt og váttað sbrt. roknskaparuppgerð.
Grøði
§ 15. Stuðulin til grøði verður latin sum ásett krónutal fyri hvørt kilo ella hvørja eind, býtt á hvørt slag av grøði.
Stk. 2. Stuðulin er í mesta lagi:
1) 2,5 kr. fyri hvørt kilo av eplum, sum er selt og váttað sbrt. roknskaparuppgerð.
2) 3,5 kr. fyri hvørt kilo av mairótum, kálrótum, reyðrótum o.ø. matrótum, sum er selt og váttað sbrt. roknskaparuppgerð.
3) 4 kr. fyri hvørt kilo av gularótum, leyki, purrum, matarsoppum, tomatum, agurkum, kili og rabarbum, sum er selt og váttað sbrt. roknskaparuppgerð.
4) 4 kr. fyri hvørt kilo av frukt, sum er selt og váttað sbrt. roknskaparuppgerð.
5) 2 kr. fyri hvørt kilo av korni, sum er selt og váttað sbrt. roknskaparuppgerð.
6) 4 kr. fyri hvørja eind av káli, sum er seld og váttað sbrt. roknskaparuppgerð.
7) 3,5 kr. fyri hvørja eind av salati, sum er seld og váttað sbrt. roknskaparuppgerð.
Stk. 3. Stuðulin fyri at framleiða og selja kryddurtir er í mesta lagi 6 kr. fyri hvørja eind av kryddurtum, sum verður seld og váttað. Ein eind av kryddurtum merkir í hesi kunngerð ein samlað mongd av kryddurtum, sum eftir stødd og háttalagi vanliga verður seld samlað.
§ 16. Kann tann, sum framleiðir grøði ella fóður, prógva, at hann hevur verið fyri missi av náttúruávum ella øðrum serligum ávum, verður latin stuðul, sum svarar til ta mistu inntøkuna, sbr. tó avmarkingarnar í § 15.
Fóður
§ 17. Stuðulin til stráfóður og annað djórafóður er í mesta lagi 2,6 kr. fyri hvørja fóðureind, sum er seld og váttað sbrt. roknskaparuppgerð.
Stk. 2. Sami stuðul fyri hvørja váttaða fóðureind verður latin teimum, sum brúka fóðrið til egna framleiðslu.
Stk. 3. Stuðulin fyri hvørja fóðureind verður latin eftir metta miðal fóðurvirðinum, sbr. skjal 1.
Stk. 4. Stuðul til fóður, sum ikki er nevnt í skjali 1, verður latin við støði í fakligari meting av fóðurvirðinum, sum Búnaðarstovan ger.
Føroysk ross
§ 18. Stuðul verður latin teimum, sum hava ryssur og greðingar, sum verða brúkt í alingini til tess at varðveita tað føroyska rossið.
Stk. 2. Stuðulin er 8.000 kr. fyri hvørja ryssu og 10.000 kr. fyri hvønn greðing.
Føroyskar gæs
§ 19. Stuðul verður latin teimum, sum hava føroyskar gæs, ið verða brúktar í alingini til tess at varðveita føroyska gásaslagið.
Stk. 2. Stuðulin er í mesta lagi 200 kr. fyri hvørt gásaparið.
Føroyskar dunnur
§ 20. Stuðul verður latin teimum, sum hava føroyskar dunnur, ið verða brúktar í alingini til tess at varðveita føroyska dunnuslagið.
Stk. 2. Stuðulin er í mesta lagi 80 kr. fyri hvønn alifugl.
Skinn
§ 21. Stuðul verður latin teimum, sum hagreiða seyðaskinn við sølu ella útflutningi fyri eyga.
Stk. 2. Stuðul verður latin sum endurgjald fyri kravdar djóralæknakanningar og djóralæknaváttanir.
Kæra
§ 22. Avgerðir eftir hesi kunngerð kunnu kærast til landsstýrisfólkið innan 4 vikur frá tí degi, umsøkjarin hevur móttikið boðini.
Gildiskoma
§ 23. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 1. juli 2026
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Pól. E. Egholm (sign.)
Skjal 1
Miðal fóðureindir fyri hvørt kilo av fóðri
|
|
Fóðureind fyri hvørt kilo í miðal |
Fóðureind fyri hvønn rúmmetur í miðal |
|
Turt hoyggj |
0,71 FE pr. kg. |
125 FE pr. m3 |
|
Súrhoyggj |
0,30 FE pr. kg. |
120 FE pr. m3 |
|
Fóðurrøtur |
0,06 FE pr. kg. |
50 FE pr. m3 |
|
Epli |
0,11 FE pr. kg. |
94 FE pr. m3 |
Skjal 2
Vektarlutfall fyri feskt, ræst og turt seyðakjøt
|
|
Lutfall fyri hvørt kilo av feskum kjøti |
Umroknað til feska vekt |
|
Feskt |
1,0 |
1 |
|
Ræst |
0,85 |
1,1765 |
|
Turt |
0,65 |
1,5385 |
Dømi: Eitt krov, sum vigar 15 kg. í feskari vekt, vigar eftir lutfallunum í skjali 2 ávikavist 12,75 kg. í ræstari vekt og 9,75 kg. í turrari vekt.