2. juni 2010Nr. 63
Kunngerð um gravarhjálp
Við heimild í § 7 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd verður ásett:
§ 1. Persónar, sum hava rætt til veitingar sambært § 1 í lógini, hava rætt til gravarhjálp.
§ 2. Gravarhjálp er í mesta lagi 5.000 kr.
Stk. 2. Gravarhjálp verður veitt soleiðis:
1) 100% av gravarhjálpini verður veitt persóni yvir 15 ár,
2) 85% fyri 9-15 ára gamalt barn,
3) 60% fyri 1-8 ára gamalt barn og
4) 40% fyri barn undir 1 ár.
§ 3. Gravarhjálp verður veitt til útreiðslur í sambandi við kistu og líkverju.
§ 4. Umsókn um gravarhjálp skal sendast Heilsutrygd. Kvittan fyri útreiðslur sambært § 3 skal fylgja við umsóknini.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2010.
Heilsumálaráðið, 2. juni 2010
Aksel Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)