Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. juni 2002Nr. 63
Fráboðan frá løgmanni um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
Heimilað í § 27 stk. 2, § 29 stk. 2, § 33 stk. 1 og § 36 stk. 1 í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya fyrisetur løgmaður:
§ 1. Hesir landsstýrismenn verða loystir úr embæti:
Landsstýrismaður í mentamálum, Óli Holm, Tjóðveldisflokkurin, Vágur og
landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, Sámal Petur í Grund, Sjálvstýrisflokkurin, Søldarfjørður.
§ 2. Hesir landsstýrismenn verða tilnevndir :
landsstýrismaður í mentamálum, Annlis Bjarkhamar, Tjóðveldisflokkurin, Vágur,
landsstýrismaður í heilsumálum, Bill Justinussen, Miðflokkurin, Glyvrar og
landsstýrismaður í almannamálum, Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldisflokkurin, Sandur.
§ 3. Hesir landsstýrismenn halda fram:
landsstýrismaður í løgmálum, Høgni Hoydal, Tjóðveldisflokkurin, Hoyvík,
landsstýrismaður í fíggjarmálum, Karsten Hansen, Tjóðveldisflokkurin, Klaksvík,
landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin, Sørvágur,
landsstýrismaður í vinnumálum, Bjarni Djurholm, Fólkaflokkurin, Hoyvík og
landsstýrismaður í olju- og umhvørvismálum, Eyðun Elttør, Sjálvstýrisflokkurin, Klaksvík.
Stk. 2. Varaløgmaður er Høgni Hoydal. Berst honum frá, er tann varaløgmaður, sum er næstur honum sambært regluni í stýrisskipanarlógini § 36, 2. og 3. pkt.
§ 4. Løgmaður hevur um hendi tey størv, sum løgd eru til hansara samsvarandi Stýrisskipan Føroya og samskipar starv landsstýrismanna. Løgmaður situr fyri uttanríkismálum.
§ 5. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum situr fyri hesum málsøkjum:
- almen skuld
- búskaparhagtøl
- fíggjar- og búskaparmál
- lønarmál
- skattamál
§ 6. Landsstýrismaðurin í løgmálum situr fyri hesum málsøkjum:
- dómsmál
- grundlógararbeiði
- kommunumál
- lógarmál
- løgregla og ákæruvald
- norðurlandamál
- sivilrættarmál
- skráseting og nøvn
- útlendingamál
§ 7. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum situr fyri hesum málsøkjum:
- fiskirannsóknir
- fiskiveiðieftirlit og bjarging
- fiskivinnumál
- hvalamál
- inntøkutrygd og lønjavning
- sjóvinnumál
- tilbúgvingarmál
§ 8. Landsstýrismaðurin í vinnumálum situr fyri hesum málsøkjum:
- alimál
- arbeiðsmarknaðarmál
- arbeiðsumhvørvismál
- búnaðarmál
- ferðavinna
- handilsmál
- kunningartøkni
- samferðslu- og samskiftismál
- tryggingarmál
- veterinermál
- vinnumál annars
§ 9. Landsstýrismaðurin í mentamálum situr fyri hesum málsøkjum:
- fólkaskúlamál
- ítróttarmál
- kirkjumál
- loftmiðlamál
- mentanarmál
- vinnu- og miðnámsskúlamál
- vísindi og granskingarmál
§ 10. Landsstýrismaðurin í heilsumálum situr fyri hesum málsøkjum:
- apoteksmál
- dagstovnaøkið
- fyribyrgjandi heilsutiltøk
- íbúðarmál
- rúsevnamisnýtsla
- sjúkrahúsverk
§ 11. Landsstýrismaðurin í almannamálum situr fyri hesum málsøkjum:
- almannaveitingar
- eldramál
- javnstøðumál
- serforsorgarmál og sinnisveik
- vanlukkutryggingarmál
§ 12. Landsstýrismaðurin í olju- og umhvørvismálum situr fyri hesum málsøkjum:
- almenn jarðfrøði
- havumhvørvi
- landsætlanir og býarskipanar- og byggilóggáva
- náttúrumál
- oljumál
- orkumál
- skógarrøkt
- umhvørvismál
- útjaðarapolitikkur
§ 13. Um so er, at landsstýrismaður er ógegnigur í ávísum máli sambært fyrisitingarlógini, boðar hann løgmanni frá hesum, og løgmaður ger tá av, hvør av hinum landsstýrismonnunum tá røkir skyldur landsstýrismansins í málinum.
Stk. 2. Løgmaður tekur í ivaføri avgerð um tulking av hesi fráboðan.
Í Tinganesi 6. juni 2002
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)