Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. mai 2020Nr. 63
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2020
(Kvota til vinnuligar royndir og verkætlanir broytt til felagskvotu við hámarki og rætting í revsireglunum)
§ 1
Í kunngerð nr. 161 frá 30. desember 2019 um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2020 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 15 a, stk. 1 og 2, § 22, stk. 1, § 23, stk. 1 og 2, § 34, stk. 1, nr. 1-4, stk. 2, nr. 2-4 og 7-10 og stk. 3, § 38, stk. 3, § 50, stk. 4 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 13. mai 2020, verður ásett:”
2. § 7, stk. 2 verður strikað.
Stk. 3 verður eftir hetta stk. 2.
3. Aftan á § 7, men áðrenn yvirskriftina yvir § 8, verður sett:
“§ 7 a. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 41.709 tons latin eigarum av fiskiførum undir føroyskum flaggi, sum í 2018 ella 2019 høvdu fiskiloyvi at fiska svartkjaft av føroyskum kvotum. Fiskiloyvi til at fiska av nevndu kvotu, kann eisini verða latið persóni ella felag, sum í 2020 hevur rætt at fiska svartkjaft. Fiskiskapurin kann fara fram í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
Stk. 2. Kvotan verður latin sum felagskvota við hámarki. Hámarkið hjá hvørjum fiskifari, sum hevði fiskiloyvi at fiska svartkjaft í 2018 ella 2019, er 3.000 tons. Hámarkið hjá hvørjum persóni ella felag, sum í 2020 hevur rætt at fiska svartkjaft, men sum ikki eigur fiskifar, ið hevði fiskiloyvi at fiska svartkjaft í 2018 ella 2019, er 3.000 tons. Er rætturin til menningarkvotu av svartkjafti í 2020 latin til verkætlan, ið fleiri persónar ella feløg standa fyri í felag, er hámarkið samanlagt 3.000 tons.
Stk. 3. Eru líkindi fyri, at kvotan í stk. 1 ikki verður fullnýtt, kann landsstýrismaðurin broyta hámarkið.”
4. Í § 26, stk. 1, 2. pkt. verður “ella ikki fylgir treytum ásettar sambært § 21, stk. 3” broytt til: “ella ikki fylgir treytum ásettar sambært § 21, stk. 2, 1. pkt. og stk. 3”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 14. mai 2020
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)