Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. september 2004Nr. 63
Kunngerð um sjálvbodna trygging, sum seinast broytt við kunngerð nr. 31 frá 15. apríl 2016
1) Við heimild í § 15, stk. 2 og § 21 í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m. verður ásett:
Persónsskarin
§ 1. 2) Sjálvstøðugt vinnurekandi og fólk, ið gera húsligt arbeiði fyri seg sjálvan og fyri í minsta lagi eitt fólk afturat, kunnu tekna sjálvbodna trygging á Almannaverkinum, ið gevur rætt til dagpening og skyldu at rinda tryggingargjald sambært ásetingum í dagpeningalógini og hesi kunngerð.
Stk. 2. Við ”sjálvstøðugt vinnurekandi” sambært hesi kunngerð er at skilja, at viðkomandi skal virka sum sjálvstøðugur í so stóran mun, at eitt møguligt vanligt løntakaraarbeiði við síðuna av bert er at meta sum viðfáningur.
Gjald og tíðarskeið
§ 2. 2) Tá tryggingartakarin meldar seg til tryggingarskipanina, verður kravt tryggingargjald fyri tíðarskeiðið frá tilmeldingardegnum og til komandi 31. mai.
Stk. 2. Tað fyrsta kravið eftir upptøku verður sent saman við váttanarbrævinum, og skal verða goldið áðrenn 4 vikur frá dagfestingini á váttanarbrævinum at rokna, annars fellir tryggingin burtur.
§ 3. Tryggingargjald verður goldið einaferð um árið.
Stk. 2. 2) Tryggingargjaldið verður goldið frammanundan fyri tíðarskeiðið frá 1. juni til og við 31. mai árið eftir.
Stk. 3. 2) Krøvini verða send út innan 1. mai. Er tryggingargjaldið ikki goldið í seinasta lagi 1. juli á hvørjum ári, fellur tryggingin burtur.
Stk. 4. 2) Almannaverkið sendir út áminningarskriv um, at tryggingin fellur burtur sambært stk. 3.
Stk. 5. Tryggingartakarin skal kunnast um gjaldstreytirnar, tá ið tryggingin verður teknað.
Burturfall og útmelding
§ 4. Tá ið ein tryggingartakari meldar seg úr tryggingini ella verður útihýstur úr tryggingarskipanini sambært § 18 í dagpeningalógini, fellur rætturin til dagpening sambært tryggingini burtur við virknaði frá 1. í næstkomandi mánaða.
Stk. 2. Við útmelding verður afturrindað ov nógv goldið tryggingargjald.
Uppafturtøka
§ 5. Ynskir ein tryggingartakari at verða uppafturtikin í tryggingarskipanina, skal hann senda inn nýggja umsókn, ið verður viðgjørd av nýggjum sambært dagpeningalógini og hesi kunngerð.
Stk. 2. 2) Almannaverkið kann í serligum førum síggja burtur frá kravinum um læknaváttan, sambært § 16 í dagpeningalógini.
Tryggingargjaldið
§ 6. 3) 4) 5) 6) 7) 8) 9) 10) 11) 12) 2) 1) Tryggingargjaldið til sjálvbodnu tryggingina sambært § 21 í dagpeningalógini fyri tíðarskeiðið 1. juni 2016 til 31. mai 2017 er 7.024,00 kr.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin javnar tryggingargjaldið við kunngerð á hvørjum ári sambært § 21 í dagpeningalógini.
Gildiskoma
§ 8. Henda kunngerðin kemur í gildi tann 1. november 2004.
Stk. 2. Tryggingartakarar, ið hava rindað partvíst tryggingargjald í 2004, fáa hetta inngjald drigið frá samlaða tryggingargjaldinum sambært § 6, stk. 1.
Almanna- og heilsumálaráðið, 16. september 2004
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Aibritt á Plógv (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 31 frá 15. apríl 2016.
2) Broytt við kunngerð nr. 18 frá 23. mars 2015, har § 2 er soljóðandi: “Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Tryggingargjøld, sum eru goldin fyri tíðarskeiðið 1. apríl 2014 til 31. mars 2015, eru galdandi fyri tíðarskeiðið 1. apríl 2014 til 1. juni 2015.”
3) Broytt við kunngerð nr. 24 frá 30. mars 2005, har § 2 er soljóðandi: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2005.”
4) Broytt við kunngerð nr. 16 frá 21. mars 2006, har § 2 er soljóðandi: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2006.”
5) Broytt við kunngerð nr. 20 frá 13. mars 2007, har § 2 er soljóðandi: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2007.”
6) Broytt við kunngerð nr. 6 frá 10. mars 2008, har § 2 er soljóðandi: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2008.”
7) Broytt við kunngerð nr. 24 frá 24. mars 2009, har § 2 er soljóðandi: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2009.”
8) Broytt við kunngerð nr. 13 frá 2. mars 2010, har § 2 er soljóðandi: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2010.”
9) Broytt við kunngerð nr. 17 frá 25. februar 2011, har § 2 er soljóðandi: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2011.”
10) Broytt við kunngerð nr. 30 frá 29. mars 2012, har § 2 er soljóðandi: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2012.”
11) Broytt við kunngerð nr. 24 frá 9. apríl 2013.
12) Broytt við kunngerð nr. 16 frá 27. mars 2014.