Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 05-05-2003
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2003 A - Hefti 15 A frá 5. mai 2003
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

23. apríl 2003Nr. 63

Kunngerð um lønarendurgjald og ferðaendurgjald til lærupláss, sum broytt við kunngerð nr. 177 frá 28. desember 2017

1) Við heimild í § 33, stk. 6 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 10. mai 2000, løgtingslóg nr. 48 frá 26. mars 2002 og løgtingslóg nr. 107 frá 20. desember 2002, verður ásett:

Lønargjald

§ 1. Lærupláss kann fáa endurgoldið 75% av lønarútreiðslunum, íroknað frítíðarløn, fyri tað tíðarskeið, lærlingurin tekur skúlagongdina, ið hoyrir til læruna, og sum er ásett í viðkomandi útbúgvingarkunngerð.

Ferðaendurgjald

§ 2. 1) Fer skúlagongdin ella partar av henni fram í donskum ella øðrum útlendskum skúla, kann læruplássið fáa kr. 2.600,00 í ferðaendurgjaldi fyri hvørt skúlaskeið.

Stk. 2. Treytin fyri at fáa ferðaendurgjald, sbrt. stk. 1, er, at eingir skúlamøguleikar eru í Føroyum.

Góðkenning og skráseting

§ 3. Fyri at fáa endurgjald sbrt. §§ 1 og 2 skal lærusáttmálin verða góðkendur og skrásettur hjá myndugleikunum.

Uppgerð

§ 4. Í seinasta lagi 8 vikur eftir at lærlingurin er komin aftur av hvørjum einstøkum skúlaskeiði, skal læruplássið senda Mentamálaráðnum uppgerð av útreiðslunum sbrt. §§ 1 og 2.

Stk. 2. Uppgerðin skal skrivast á oyðublað, sum fæst frá Mentamálaráðnum ella einum av yrkisskúlunum.

Gildiskoma

§ 5. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir at hon er lýst. Samstundis fer kunngerð nr. 116 frá 14. desember 2000 um lønarendurgjald og ferðagjald til lærupláss úr gildi

 

 

Mentamálaráðið, 23. apríl 2003

 

Høgni Hoydal (sign.)

landsstýrismaður

/ Petur Petersen (sign.)

 



1) Broytt við kunngerð nr. 177 frá 28. desember 2017, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2018.”