Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. mai 2016Nr. 63
Kunngerð um philosophiae doctor-útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya
(Ph.d.-kunngerðin)
Við heimild í § 3, stk. 4 og § 5, stk. 2 í løgtingslóg nr. 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya, sum broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 8. mai 2012, verður ásett:
Kapittul 1
Endamál, skipan av útbúgvingini o.a.
§ 1. Endamálið við ph.d.-útbúgving er at útbúgva sjálvstøðugar granskarar í samsvari við vísindaligar og etiskar grundreglur. Útbúgvingin gevur førleika til at arbeiða við gransking og menning, sum seta stór krøv til vísindaligt innlit og greinandi hugsanarhátt.
Stk. 2. Ph.d.-útbúgvingin fer fram við vegleiðing.
Stk. 3. Íroknað ph.d.-útbúgvingina er ritgerð, ið skjalprógvar vísindaliga førleikan í vísindagreinini. Ritgerðin skal verjast alment.
§ 2. Ph.d.-heitið verður latið einum, sum hevur lokið ph.d.-útbúgving.
Stk. 2. Tann, ið hevur lokið ph.d.-útbúgving, hevur rætt til at brúka heitið ph.d.
§ 3. Ph.d.-útbúgvingin telur 180 ECTS og er vanliga skipað sum fulltíðarlestur.
Stk. 2. 60 ECTS svara til fulltíðarlestur í eitt ár.
Stk. 3. Í undantaksførum ber til at gera avtalu um, at ph.d.-útbúgvingin verður tikin sum parttíðarlestur. Tó kann útbúgvingin ikki verða løgd til rættis soleiðis, at hon tekur meira enn 8 ár frá tí, at útbúgvingin er byrjað. Barnsburðarfarloyvi og onnur løglig farloyvi telja ikki við.
Upptøka
§ 4. Upptøka til ph.d.-útbúgving er treytað av, at umsøkjari hevur førleika, ið samsvarar við lokna 5 ára masterútbúgving.
Stk. 2. Fróðskaparsetur Føroya kann loyva, at lesandi, ið hava víst serliga góð lestrarevni og lestraravrik, verða innskrivað til ph.d.-útbúgving, uttan at masterútbúgving er liðug.
Stk. 3. Upptøka er harafturat treytað av, at høvuðsvegleiðarin er í føstum starvi á Fróðskaparsetri Føroya ella knýttur at Fróðskaparsetri Føroya í adjungeraðum lektarastarvi ella professarastarvi, sbr. § 7. Í serstøkum førum kann víkjast frá hesum.
Stk. 4. Við umsóknini um upptøku til ph.d.-útbúgving skal leggjast:
1) prógv fyri 5 ára masterprógv ella samsvarandi,
2) lýsing av ph.d.-verkætlanini, í mesta lagi fimm A4 síður,
3) upplýsingar og váttan um fígging av verkætlanini,
4) viðmæli um granskingarførleika hjá studentinum frá vísindafólki á fakøkinum, og
5) váttan frá vegleiðaranum um at átaka sær vegleiðingina av ph.d.-studentinum.
Innskriving
§ 5. Innskriving til ph.d.-útbúgving fer fram við oyðubløðum hjá Fróðskaparsetri Føroya.
Kapittul 2
Útbúgvingin
§ 6. Útbúgvingin fevnir við vegleiðing um, at ph.d.-studenturin:
1) sjálvstøðugt avrikar vísindaligt arbeiði sum lýst í ph.d.-verkætlanini,
2) tekur skeið á altjóða ph.d.-stigi, sum svara til 30 ECTS,
3) vistast eina tíð í øðrum virknum granskingarumhvørvum enn á Fróðskaparsetri Føroya fyri at taka lut í vísindaligum arbeiði og orðaskiftum og soleiðis menna sína gransking, taka nøkur av ásettu skeiðunum og kunna seg við arbeiðsgongdir,
4) ognar sær royndir við undirvísing á universitetsstigi, t.e. leggja til rættis og gjøgnumføra undirvísing og eftirmeta egið avrik og avrik hjá studentum,
5) ognar sær royndir við at miðla vitan við tilknýti til ph.d.-verkætlanina, og
6) skrivar eina ph.d.-ritgerð við støði í ph.d.-verkætlanini.
Stk. 2. Um ph.d.-studenturin frammanundan innskrivingini á annan hátt hevur uppfylt eitt ella fleiri av punktunum í stk. 1, nr. 1–5, kann Fróðskaparsetur Føroya eftir nærri meting við góðskriving loyva, at ph.d.-studenturin verður frítikin fyri partar av hesum punktum í útbúgvingini.
Stk. 3. Fróðskaparsetur Føroya skal tryggja, at neyðugu umstøðurnar eru í lagi fyri, at ph.d.-studenturin kann fullføra útbúgvingina.
Vegleiðing
§ 7. Fróðskaparsetur Føroya tilnevnir ein høvuðsvegleiðara, ið skal hava ábyrgdina av allari ph.d.-útbúgvingini.
Stk. 2. Høvuðsvegleiðarin skal vera viðurkendur granskari á tí fakøki, ið ph.d.-verkætlanin fevnir um.
Stk. 3. Høvuðsvegleiðarin ella tilnevndur hjálparvegleiðari skal:
1) tryggja, at útbúgvingin verður avrikað, sum ásett,
2) skriva hálvárligu metingarnar, sbr. § 10,
3) hava regluligar vegleiðingarfundir við ph.d.-studentin og avtala við hann, hvussu vegleiðingin og samskiftið teirra millum skulu fara fram,
4) lesa og meta ávegis avrik, sbr. eisini §§ 10 og 13.
Stk. 4. Fróðskaparsetur Føroya kann av sínum eintingum ella eftir umsókn frá ph.d.-studentinum:
1) tilnevna hjálparvegleiðarar við hóskandi førleikum á granskingarøkinum hjá ph.d.-studentinum, og
2) skifta út høvuðsvegleiðaran, um serstakar grundir tala fyri tí.
§ 8. Fróðskaparsetur Føroya kann eftir umsókn játta at taka ímóti ph.d.-ritgerð til próvdømingar, hóast umsøkjarin ikki hevur verið innskrivaður á Fróðskaparsetri Føroya. Tá skal høvundurin skjalprógva, at hann lýkur § 4, stk. 1 og á annan hátt skjalprógva, at hann hevur ognað sær tann kunnleika, sum samsvarar við § 6, stk. 1, nr. 1-5.
Avrikan av ph.d.-útbúgvingini
§ 9. Ein avriksætlan fyri ph.d.-útbúgvingina, ið fevnir um ásetingarnar í § 6, stk. 1, skal latast Fróðskaparsetri Føroya saman við skjali um innskriving til útbúgvingina. Fróðskaparsetur Føroya skal góðkenna ætlanina.
Stk. 2. Ætlanin skal harumframt innihalda:
1) heiti á ph.d-verkætlanini á føroyskum og enskum,
2) navn á høvuðsvegleiðara og møguligum hjálparvegleiðarum,
3) tíðarætlan fyri útbúgvingina,
4) fíggjarætlan, og
5) møguligar avtalur um upphavsrættindi.
Stk. 3. Um ph.d.-studenturin ikki er liðugur við útbúgvingina til ásetta tíð, missir hann rættin til leiðbeining, skeið og atgongd til KT-kervi hjá Fróðskaparsetri Føroya, um ikki serligar umstøður tala fyri at leingja tíðina. Tó kann ph.d.-studenturin lata Fróðskaparsetri Føroya ritgerðina til verju fyri ph.d.-heitið eftir, at útbúgvingartíðin er farin.
§ 10. Høvuðsvegleiðarin skal í eftirmetingarskjali eftir samráð við ph.d.-studentin hálva hvørt ár gera upp og taka støðu til, um ph.d.-studenturin fylgir útbúgvingini á nøktandi hátt sambært avriksætlanini fyri útbúgvingina.
Stk. 2. Um frávik eru í mun til avriksætlanina, skal høvuðvegleiðarin í eftirmetingarskjalinum greiða frá, hví frávik eru komin í og gera tilmæli um tillaging av avriksætlanini. Ph.d.-studenturin skal hava høvi til at gera viðmerkingar til tilmælið við eini freist upp á tvær vikur.
Stk. 3. Í sambandi við frávik frá upprunaligari avriksætlan skal fyrilit havast fyri játtaðum farloyvi í sambandi við m.a. sjúku og barnsburð.
Stk. 4. Um ph.d.-studenturin ikki fylgir avriksætlanini hóast gjørdar tillagingar, kann Fróðskaparsetur Føroya geva studentinum boð um at fáa útbúgvingargongdina at samsvara aftur við avriksætlanina við eini freist upp á tríggjar mánaðir, ið ikki er ein leinging av ph.d.-útbúgvingini.
Stk. 5. Eftir hesar tríggjar mánaðirnar skal Fróðskaparsetur Føroya skjótast gjørligt gera nýggja meting sambært stk. 1.
Stk. 6. Er úrslitið eftir hesar tríggjar mánaðirnar ikki nøktandi, endar innskrivingin.
Kapittul 3
Ph.d.-ritgerðin
§ 11. Ph.d.-ritgerðin skal skjalprógva, at studenturin evnar at brúka vísindalig háttaløg og at útinna gransking, ið samsvarar við altjóða ph.d.-stig á fakøkinum.
§ 12. Ph.d.-ritgerðin verður latin inn á Setursskrivstovuna á Fróðskaparsetri Føroya talgilt og útskrivað í seks eintøkum. Journal, deild og andmælingar skulu hava hvør sítt eintak. Føroya Landsbókasavn skal hava eitt eintak til almenna kunning.
Stk. 2. Fleiri kunnu ikki lata inn ph.d.-ritgerð til próvdømingar í felag.
Stk. 3. Ph.d.-ritgerðin skal fylgja vanligum akademiskum reglum. Hon skal verða skrivað í akademiskum diskursi, verða væl skipað, hava tilvísingar og heimildarlista. Ph.d.-ritgerðin skal innihalda samandrátt á føroyskum og á enskum.
Stk. 4. Um ph.d.-ritgerðin umfatar útgivnar greinir, sum ph.d.-studenturin hevur skrivað saman við øðrum, skulu medrithøvundarnir hvør sær skrivliga siga frá partinum hjá ph.d.-studentinum í arbeiðinum.
Stk. 5. Ritgerðin kann vera sett saman av greinum. Afturat greinunum skal samanfatan skrivast, sum greiðir nærri frá heildini í ritgerðini.
§ 13. Í seinasta lagi tvær vikur eftir innlating av ph.d.-ritgerðini skal høvuðsvegleiðarin lata avvarðandi dekani eina frágreiðing um, hvørt ph.d.-studenturin á nøktandi hátt hevur avrikað ph.d.-útbúgvingina sambært § 6.
Stk. 2. Um frágreiðingin sigur, at ph.d.-studenturin ikki hevur avrikað útbúgvingina á nøktandi hátt, skal ph.d.-studenturin fáa høvi til at koma við viðmerkingum til frágreiðingina frá høvuðsvegleiðaranum. Freistin skal í minsta lagi vera lagi tvær vikur.
Stk. 3. Dekanurin metir við støði í frágreiðingini frá høvuðsvegleiðaranum, sbr. stk. 1, møguligu viðmerkingunum frá ph.d.-studentinum, sbr. stk. 2, og eftirmetingunum sambært § 10, um ph.d.-studenturin hevur avrikað sína ph.d.-útbúgving á nøktandi hátt.
Stk. 4. Tá ph.d.-ritgerðin er latin inn, endar innskrivingin hjá ph.d.-studentinum.
§ 14. Treytin fyri, at ph.d.-ritgerðin kann góðkennast til verju fyri ph.d.-heitið, er, at allir partar í ph.d.-útbúgvingini eru avrikaðir á nøktandi hátt, sbr. § 6, stk. 1.
Stk. 2. Ritgerðir ella partar av ritgerðum, sum áður hava verið próvdømd, kunnu ikki verða tikin við í metingina. Dátur, greiningar og háttaløg í ritgerðum, sum ph.d.-studenturin áður hevur nýtt, kunnu kortini vera støði undir ph.d.-lestrinum.
Almannakunngerð
§ 15. Almannakunngerðin av ph.d.-ritgerðini kann ikki verða avmarkað ella útsett uttan so, at avtala um tað er gjørd frammanundan við rektaran.
Stk. 2. Í stakførum ber til at útseta almannakunngerðina av ritgerðini, treytað av, at ph.d.-útbúgvingin heilt ella lutvíst verður fíggjað av uttanhýsis áhugapørtum, sum skulu taka støðu til, um søkjast skal um patent. Slíkir áhugapartar kunnu ikki forða fyri, at partar av ritgerðini ella øll ritgerðin verður almannakunngjørd ella prentað.
Próvnevnd
§ 16. Fróðskaparsetur Føroya tilnevnir eina próvnevnd við trimum limum og tilnevnir ein teirra til formann. Formaðurin skipar fyri nevndararbeiðinum. Tá ph.d.-ritgerðin er latin inn, hevur Fróðskaparsetur Føroya tilnevnt próvnevnd.
Stk. 2. Í próvnevndini skulu vera professarar, lektarar ella fólk við samsvarandi førleika á granskingarøki ph.d.-studentsins. Í minsta lagi tveir teirra skulu vera av øðrum universiteti ella granskingarstovni innan granskingarøki ph.d.-studentsins.
Stk. 3. Vegleiðarar kunnu ikki vera í próvnevndini, men kunnu luttaka í próvnevndararbeiðinum uttan atkvøðurætt.
Stk. 4. Ph.d.-studenturin skal hava at vita, hvør situr í próvnevndini og hava høvi til at mæla ímóti samansetingini innan 8 gerandisdagar eftir, at hann hevur fingið manningina at vita.
Stk. 5. Formaðurin skipar fyri próvnevndararbeiðinum. Próvnevndin ger tilmæli, sum sigur, um ph.d.-studenturin við ritgerð síni skjalprógvar, at hann lýkur treytirnar í § 2, stk. 1 og § 6, stk. 1.
Kapittul 4
Tilmæli um ph.d.-ritgerðina og verja
§ 17. Í seinasta lagi tríggjar mánaðir eftir at ph.d.-ritgerðin er latin inn, ger próvnevndin eitt tilmæli stílað Fróðskaparsetri Føroya, hvørt ph.d.-ritgerðin kann góðkennast til almenna verju fyri ph.d.-heitið.
Stk. 2. Tilmælið skal vera nágreiniligt og væl grundgivið. Ritgerðarevni, arbeiðshættir og granskingarúrslit skulu vera væl lýst. Tað góða og tað minni góða í ritgerðini skal takast fram, og metast skal um, hvørt ritgerðin er á einum vísindaligum stigi, ið ger hana hóskandi til almenna verju, ella um broytingar eiga at gerast. Niðurstøðan hjá nevndini skal vera greið og somuleiðis møgulig minnilutatilmæli.
Stk. 3. Tá próvnevndin er liðug við tilmælið, sendir formaðurin, við avriti til dekanin, ph.d.-studentinum tað til at viðmerkja innan tvær vikur. Formaðurin og próvnevndin viðgera viðmerkingarnar hjá studentinum.
Stk. 4. Formaðurin sendir rektaranum endaliga tilmælið við møguligum viðmerkingum frá ph.d.-studentinum, við avriti til dekanin.
§ 18. Er próvnevndin í tilmælinum samd um, at ph.d.-ritgerðin kann góðkennast til almenna verju, ella tveir av próvnevndarlimunum eru samdir um tað, kann ritgerðin verjast.
Stk. 2. Er próvnevndin í tilmælinum samd um, at ph.d.-ritgerðin ikki kann góðkennast til almenna verju, ella tveir av limunum í próvnevndini eru samdir um tað, skal nevndin gera tilmæli um, hvørt ritgerðin kann verða endurskoðað og latin inn av nýggjum innan eina ásetta freist. Tann ph.d.-lesandi og høvuðsvegleiðarin skulu fáa høvi til at gera viðmerkingar til tilmælið innan tvær vikur.
Stk. 3. Er ritgerðin mett ikki skikkað til verju, ger Fróðskaparsetur Føroya við støði í tilmælinum hjá próvnevndini og møguligum viðmerkingum hjá ph.d.-lesandi og høvuðsvegleiðara av, at:
1) ongin verja verður,
2) ph.d.-studenturin fær høvi til at gera broytingar í ritgerðini og eina tríggjar mánaða freist til at lata hana inn av nýggjum til metingar hjá somu próvnevnd uttan so, at serligar umstøður eru. Um tørvur er á drúgvum eyka arbeiði, kann freistin leingjast, tó vanliga ikki longri enn 6 mánaðir, ella at
3) nýggj próvnevnd verður tilnevnd at meta um ph.d.-ritgerðina.
Stk. 4. Próvnevndin kann loyva ph.d.-studentinum at broyta ella skoyta upp í ritgerðina undan verjuni. Formaðurin í nevndini ásetir freist fyri hesum og sigur dekani og rektara frá.
§ 19. Fróðskaparsetur Føroya ásetir, nær og hvar almenna verjan skal fara fram og skal síggja til, at ritgerðin er atkomulig á ávísum stað, og at áhugað fáa kunnað seg við ritgerðina í minsta lagi tríggjar vikur undan verjuni. Ritgerðin skal verjast í fyrsta lagi tvær vikur og í seinasta lagi tríggjar mánaðir eftir, at próvnevndin hevur góðkent ritgerðina til almenna verju.
Stk. 2. Rektarin ella umboð hansara stílar fyri verjuni.
Stk. 3. Próvnevndin ger sjálv av, hvørjir tveir próvnevndarlimir skulu andmæla.
Stk. 4. Ph.d.-studenturin skal hava høvi til at greiða frá arbeiði sínum, áðrenn próvnevndin hoyrir ph.d.-studentin.
Stk. 5. Øll hendingargongdin kann í mesta lagi vara 3½ tíma, t.e. umleið 1 tíma til hvønn andmæling, 30 min. til ph.d.-studentin at leggja fram, 20 min. steðg og í mesta lagi 40 min. til andmæli ex auditorio.
Kapittul 5
Tillutan av ph.d.-heitinum
§ 20. Tá ið verjan er liðug, heldur próvnevndin stuttan fund at taka støðu til, um hon vil mæla til at veita ph.d.-heitið ella ikki. Eftir fundin kunnger formaðurin niðurstøðuna.
Stk. 2. Verður ph.d.-heitið ikki veitt, skal grundgevast fyri tí.
Stk. 3. Verður ph.d.-heitið ikki veitt, sbr. stk. 1, kann rektarin taka avgerð um, at ritgerðin verður viðgjørd av nýggjari próvnevnd, um ph.d.-studenturin innan tvær vikur skrivliga biður rektaran um tað.
Stk. 4. Verður ph.d.-heitið ikki veitt, kann Fróðskaparsetur Føroya eftir áheitan skriva út váttan fyri teir partar av útbúgvingini, ið eru avrikaðir á nøktandi hátt.
§ 21. Ph.d.-heitið skal latast, um í minsta lagi tveir av limunum í próvnevndini mæla til hetta.
§ 22. Fróðskaparsetur Føroya skrivar tí, sum hevur fingið ph.d.-heitið, próvskjal á føroyskum og enskum sambært reglum fyri útskriving av prógvi frá Fróðskaparsetri Føroya.
Stk. 2. Í próvskjalinum skal standa á hvørjum fakøki ph.d.-heitið er givið og heitið á ritgerðini. Harumframt verða útflýggjað yvirlit yvir lokin skeið, sbr. § 6, stk. 1, nr. 2, og diploma supplement.
Stk. 3. Um Fróðskaparsetur Føroya samstarvar við annað universitet um ph.d.-útbúgving, herundir meting, verju, tillutan av heiti o.a. kann samstarvsuniversitetið átekna, undirskriva ella tílíkt prógvið soleiðis, at tað sæst, at tað er eitt felags skjal, um tað skal hava rættarvirknað eftir fremmandum rætti, t.e. felagsheiti, á enskum joint degree.
Stk. 4. Fróðskaparsetur Føroya kann somuleiðis í samstarvi við annað universtitet, sbr. stk. 3, átekna, undirskriva ella tílíkt prógv hjá samstarvsstovni, soleiðis at tað fær rættarvirknað eftir føroyskum rætti, um Fróðskaparsetur Føroya metir, at ph.d.-studenturin hevur ognað sær førleikar ájavnt við eina føroyska ph.d.-útbúgving.
Stk. 5. Fróðskaparsetur Føroya og eitt ella fleiri onnur universitet kunnu sum partar í samstarvsavtalu, sbr. stk. 3 og 4, skriva hvør sítt prógv fyri somu útbúgving, dupultheiti, fleirfalt heiti ella á enskum double degree, multiple degree.
Kapittul 6
Kærur um avgerðir Fróðskaparseturs Føroya
§ 23. Avgerðir tiknar sambært hesi kunngerð, kunnu kærast til Fróðskaparsetur Føroya sambært kapittul 6 a í løgtingslógini.
Kapittul 7
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 24. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 2016.
Stk. 2. Samstundis sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 18 frá 3. mars 2011 um Ph.D. nám á Fróðskaparsetri Føroya, sbr. tó § 25.
§ 25. Henda kunngerð er ikki galdandi fyri ph.d.-studentar, sum eru byrjaðir upp á ph.-d.-lestur, áðrenn 1. juni 2016. Tó kann Fróðskaparsetur Føroya eftir umsókn frá ph.d.-studenti loyva, at ph.d.-ritgerðin kemur undir reglurnar í hesi kunngerð.
Mentamálaráðið, 24. mai 2016
Rigmor Dam (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)