Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 20-06-2002
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2002 A - Hefti 18 A frá 20. juni 2002
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

31. mai 2002Nr. 64

Kunngerð um próvtøkur í yrkislærugreinum og fremjingarreglur fyri yrkis- og sveinaroyndir, sum broytt við kunngerð nr. 83 frá 4. juni 2013

Við heimild í § 17, stk. 2 og § 18, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 26. mars 2002 verður ásett:

§ 1. Próvtøkur í yrkislærugreinum, eins og yrkis- og sveinaroyndir, verða framdar eftir ásetingunum í hesi kunngerð, um ikki annað er ásett í útbúgvingarkunngerðunum fyri hvørja útbúgving sær.

Stk. 2. Kunngerðin fevnir ikki um próvtøkur í almennum lærugreinum og í vallærugreinum.

Stk. 3. Yrkisnevndirnar og fyrisiting teirra hevur yvirskipaða umsjón við yrkis- og sveinaroyndunum.

§ 2. Skúlarnir ella ein av skúlunum vald uppgávunevnd ger ella fær til vega uppgávurnar til próvtøkur í yrkislærugreinum og til yrkis- og sveinaroyndirnar í samráð við avvarðandi yrkisnevnd.

Stk. 2. Uppgávurnar verða goymdar á skúlanum. Skúlastjórin ella eitt ábyrgdarfólk, ið hann hevur tilnevnt, hevur skyldu til at ansa eftir, at óviðkomandi ikki sleppa til uppgávur og annað tilfar undan royndini.

Stk. 3. Yrkisnevndafyrisitingin letur skúlanum og metingardómarum metingarskjøl og annað tilfar, sum neyðugt er fyri at avgreiða royndina, og gevur metingardómarunum vegleiðing um dømingina.

§ 3. Skúlin sendir fyrst í hvørjum hálvári yrkisnevndafyrisitingini yvirlit yvir yrkis- og sveinaroyndir, sum verða hildnar í tí hálvárinum. Í yvirlitinum skal standa: tíðarskeiðið, har royndin fer fram, heiti á útbúgvingini og navn á fak- og/ella leiðandi lærara.

Stk. 2. Skúlin sendir í seinasta lagi 4 vikur áðrenn ein yrkis- ella sveinaroynd byrjar yrkisnevndafyrisitingini yvirlit yvir teir lærlingar, sum skulu til yrkis- ella sveinaroynd, og navnið, bústaðin og vinnutalið á læruplássinum, sum tann einstaki lærlingurin kemur frá. Í fráboðanini skal eisini upplýsast, hvønn skúlin hevur valt til ansara, um neyðugt er at hava slíkan.

Stk. 3. Til yrkisroynd tilnevnir viðkomandi yrkisnevnd 1 metingardómara og til sveinaroynd 2 metingardómarar, sum skulu døma avrikini sbrt. § 7.

Stk. 4. Skúlin leggur royndirnar til rættis í samráð við avvarðandi yrkisnevnd.

Stk. 5. Til skrivligar royndir letur skúlastjórin ella eitt av honum tilnevnt ábyrgdarfólk lærlingunum uppgávurnar. Lærlingarnir mugu ikki hava sæð uppgávurnar undan royndini.

§ 4. Avvarðandi yrkisfeløg velja eitt ávíst tal av metingardómarum til hvørja útbúgving. Avvarðandi yrkisnevnd góðkennir valið. Yrkisnevndafyrisitingin tilnevnir síðani burtur úr listanum av góðkendum metingardómarunum teir, ið skulu nýtast til ta einstøku royndina.

Stk. 2. Metingardómarar skulu hava útbúgving í viðkomandi yrki og vanliga ikki minni enn 5 ára vinnuroyndir í yrkinum og ikki verða nær skyldir við ella í starvi á sama virki sum lærlingar, teir døma. Lærarar kunnu ikki verða tilnevndir sum metingardómarar á egnum skúla.

Stk. 3. Metingardómarar eiga at hava fingið kunning um mannagongdina í sambandi við døming.

§ 5. Til skrivligar próvtøkur, her í millum skrivliga partin av yrkis- ella sveinaroyndini, skal ansarin, sbr. § 3, stk. 2, býta út próvtøkuuppgávurnar og hava umsjón við próvtøkuni til hon er liðug.

Stk. 2. Til verkliga partin av yrkis- ella sveinaroyndini skal faklærarin vera hjástaddur, meðan royndin fer fram.

Stk. 3. Ansarin, sum ikki má hava tilknýti til skúlan, lærling ella virki, ið hevur lærlingar, sum eru til próvtøku, skal hava eftirlit við, at lærlingunum verður tillutað ta tíð til próvtøkuna, sum ásett er í útbúgvingarkunngerðini fyri viðkomandi útbúgving.

§ 6. Lærlingur, sum fer til próvtøku, hevur skyldu til at halda allar tær reglur, ið tey, sum skipa fyri próvtøkuni, áseta.

Stk. 2. Um lærlingur vegna sjúku ikki kann møta til próvtøku, skal hann beinanvegin boða skúlanum frá. Skúlin og avvarðandi yrkisnevnd gera so av, nær nýggj próvtøka kann verða.

Stk. 3. Lærlingur, sum ikki møtir rættstundis til próvtøku, hevur ikki krav um at sleppa til próvtøku. Verður lærlingi noktað at fara til próvtøku av hesum ávum, skulu skúlin og avvarðandi yrkisnevnd beinanvegin gera av, nær nýggj próvtøka kann haldast.

Stk. 4. Læruplássi kann verða álagt at gjalda útreiðslur til metingardómarar og ansarar, um lærlingur skal til nýggja roynd eftir stk. 3.

§ 7. 1) (Strikað).

Stk. 2. 1) (Strikað).

Stk. 3. 1) (Strikað).

Stk. 4. 1) (Strikað).

Stk. 5. 1) (Strikað).

§ 8. 1) (Strikað).

Stk. 2. 1) (Strikað).

§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Mentamálastýrið, 31.mai 2002

 

Óli Holm (sign.)

landsstýrismaður

/ Petur Petersen (sign.)

 



1) Broytt við kunngerð nr. 83 frá 4. juni 2013.