Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. apríl 1993Nr. 65
Kunngerð um fyriskipan fyri eftirlitsverjar
Við heimild í § 23 í “Lov for Færøerne om børneforsorg” (barnaforsorgarlógini), smb. lógarkunngerð nr. 104 frá 2. mars 1988, sum broytt við lóg nr. 154 frá 15. mars 1989 og lóg nr. 393 frá 20. mai 1992 hevur Landsstýrið fyrisett:
Kapittul 1.
Eftirlitsverjar hjá børnum heima.
§ 1. Tað áliggur eftirlitsverjanum at hava eftirlit við barni, sum hann er tilnevndur at hava eftirlit við, og við útinnan av hesum eftirlitið at fylgja vanligu ásetingunum í hesi fyriskipan, og teimum serligu fyriskipanum, sum barnaverndarnevndin gevur honum í samband við tilnevnda yrkið.
§ 2. Eftirlitsverjin hevur, móti at vísa skriftligu tilnevning sína, rætt at fáa atgongd til bústaðin hjá barninum.
Stk. 2. Undir útinnan av yrki sínum er tað skylda eftirlitsverjans at bera seg at við hógv og umhugsni.
Stk. 3. Tá tað ofta kann gerast torført at útinna eftirlit í heimi, sum frammanundan er treyðugt stillað mótvegis eftirlitinum, eigur eftirlitsverjin í vitjanum sínum í heiminum at royna at vinna semju í yrki sínum.
Stk. 4. Eftirlitsverjin eigur altíð at siga hvør hann er, og eigur serliga á fyrstu vitjan síni at gera sítt besta at fáa heimið at skilja endamálið við eftirlitinum.
Stk. 5. Um so er, at foreldur seta seg ímóti eftirlitinum og tað ikki við skynsemi og fastleika eydnast eftirlitsverjanum at fáa framt atgongd til heimið, eigur hann at venda sær til barnaverndarnevndina, sum um neyðugt, kann krevja hjálp frá løgregluni til tess at fáa eftirlitið framt.
§ 3. Eftirlitsverjin skal javnan hava umsjón við barninum, og vitjanirnar eiga aloftast ikki at verða fráboðaðar frammanundan.
Stk. 2. Talið á vitjanum eigur at vera tengt av teimum viðurskiftum, sum hava elvt til, at málið er reist, aldur barnsins, viðurskiftini í heiminum og líknandi. Viðvíkjandi eftirlitið av barni yngri enn 2 ár, eigur vitjanin vanliga at fara fram 1 ella 2 ferðir um mánaðin.
Stk. 3. Umframt tær regluligu vitjanirnar, ið ikki eiga at liggja so regluliga, at tíðarskeiðið fyri vitjanirnar kann roknast frammanundan, eigur eftirlitið at fremjast so ofta sum viðurskiftini gera tað neyðugt. Sum slík serlig viðurskifti kunnu nevnast:
1) Sjúka í heiminum,
2) Flyting av heiminum,
3) Týdningarmikil broyting av fíggjarligu viðurskiftunum í heiminum,
4) Í teimum førum har verjin kennir seg ótryggan í meting síni av viðurskiftunum,
5) Tá atburðurin hjá barninum ella viðurskiftini í heiminum volda trupulleikar, serliga um viðurskifti sum upprunaliga elvdu til málið, hava endurtikið seg,
6) Tá eftirlitsverjin ella barnaverndarnevndin hevur givið boð, hvørs útinnan eigur at kannast jbr. § 7 niðanfyri, og
7) Tá barnið skal skifta arbeiði ella fer úr forsorgini.
§ 4. Um so er, at eftirlitið umfatar pinkubørn, eigur eftirlitsfólkið at gera seg kunnugan við vegleiðingarnar hjá Heilsustýrinum um føði og røkt, og um neyðugt at syrgja fyri at henda verður útflýggja til tann, ið hevur umsorgan við pinkubørnunum.
Stk. 2. Serliga eigur at verða ansa eftir, at pinkubarnið fær nóg nógva hvíld og svøvn, at barnið verður vant til regluligleika við at fáa mat, at verða pjaka og vaska til ávísar tíðir, og tað verður sýnt størsta reinsemi viðvíkjandi barninum og øllum sum kemur at tí, og at barnið fær mat á ein hóskandi hátt. Er barnið hjá móðurini og bróstgeving er møgulig, eigur móðirin at verða eggja til at geva barninum bróst. Um eftirgjørdan mat til pinkubørn verður víst til omanfyrinevndu vegleiðing hjá Heilsustýrinum. Eftirlitsfólkið eigur harafturat at ansa eftir, at luftin í kamarinum, har barnið býr, er frísk og rein, og at barnið so vítt gjørligt dagliga kemur út í fríska luft.
Stk. 3. Um so er, at heimið verður vitjað av eini heilsusystir, eigur eftirlitið at verða útint í neyvum samstarvið við heilsusystrina.
§ 5. Hjá undirvísingarskyldugum børnum eigur eftirlitsverjin vanliga at seta seg í samband við skúlan.
Stk. 2. Eftirlitsverjin eigur, um so er at hann heldur tað verða neyðugt at heinta upplýsingar hjá grannum ella øðrum, altíð sýna størsta varsemi og í ivamálum fyrst útvega sær heimild frá barnaverndarnevndini.
§ 6. Tað áliggur eftirlitsverjanum at hjálpa heiminum við ráðum og vegleiðing viðvíkjandi umsorgan og uppaling av barninum og syrgja fyri at uppalararnir gera skyldu sína mótvegis barninum.
Stk. 2. Av økjum sum eru av serligum áhuga fyri eftirlitsverjan skulu nevnast: heilsustøða barnsins, klæði og svøvnpláss, slag av frítíðarítrivi hjá barninum, samlag, ið barnið søkir sær, setan av barninum í lønt arbeiði, og at enda siðalagið í heiminum og fíggjarviðurskifti annars.
Stk. 3. Eftir umstøðunum eigur eftirlitsverjin eisini at geva gætur um systkin og onnur børn, sum møguliga eru í heiminum. Um tað verður mett neyðugt, at eftirlitið verður víðkað til eitt ella fleiri av hesum børnum, skal eftirlitsverjin geva barnaverndarnevndini tilmæli um hetta.
§ 7. Tá barnaverndarnevndin sambært § 22, stk. 1, nr. 3 í barnaforsorgarlógini hevur givið foreldrum ella øðrum alarum boð um røkt av barninum, uppaling, læru ella arbeiði ella um nýtslu av barnagjaldi, sum útgoldin verður sambært “Lov for Færøerne om børnebidrag til enlige forsørgere m.v.“, eigur eftirlitsverjin at ansa eftir, at hesi boð verða fylgd.
Stk. 2. Í føri har barnaverndarnevndin hevur tikið avgerð um, at uppihaldsveiting til barnið skal gjaldast til eftirlitsverjan, ella í teimum førum har ein líknandi avgerð sambært § 28 í barnaforsorgarlógini er tikin um løn hjá barnið, ið er undir eftirlitið, sum vunnin er í plássi ella læru, áliggur tað eftirlitsverjanum at nýta veitingina ella lønina til tað besta fyri barnið. Hann skal føra neyvan roknskap yvir móttiknar upphæddir og eftir umbøn lata barnaverndarnevndini úrskrift av roknskapinum.
§ 8. Eftirlitsverjin skal harafturat jbr. § 9, stk. 1 í barnaforsorgarlógini so ofta høvi býðst og í minsta lagi 2 ferðir árliga senda barnaverndarnevndini frágreiðing um barnið og viðurskiftini í heiminum. Nevndin útflýggjar oyðubløð til hesar frágreiðingar og boðar eftirlitsverjanum frá, hvussu ofta frágreiðing verður ynskt at verða latin í hvørjum einstøkum føri.
Stk. 2. Serligar frágreiðingar eiga serstakliga at verða latnar, um so er, at barnið mennist óhepnan veg ella atferð tess valdar serligar trupulleikar, tá tað í heiminum hjá barninum fara fram hendingar, sum kunnu hava avgerandi ávirkan á viðurskiftini hjá barninum, t.d. svárar sjúkur hjá uppalaranum, økt skerjing í fíggjarviðurskiftunum hjá heiminum, móttøka av fleiri ansingarbørnum og líknandi, og um so er at barni sjálvt gerst álvarliga sjúkt, ella gruni er um at tað treingir til serforsorg t.d. orsakað av, at tað er evnaveikt, blindleika, deyvleika, vánalig hoyrn ella líknandi.
Stk. 3. Eftirlitsverjin eigur serliga tá talan er um pinkubørn at gera seg varugan við, at barnið um tað gerst sjúkt skjótast gjørligt kemur undir læknaviðgerð og átala – møguliga geva fráboðan til barnaverndarnevndina, um latið verður verða við at fylgja ráðum eftirlitsverjans hesum øki, tá slíkt ikki verður mett ráðiligt.
Stk. 4. Harumframt eigur serlig frágreiðing at verða latin, tá broytingar fara fram viðvíkjandi bústaði hjá barni undir eftirliti, t.d. vegna tess at foreldrini flyta.
§ 9. Heldur eftirlitsverjin, at viðurskiftini hjá barninum ella heiminum geva grund til broytingar í fyriskipanum, sum longu eru tiknar, ella ásetan av fleiri fyriskipanum, t.d. víðkan av eftirlitinum til at fevna um onnur børn jbr. § 6 stk. 3, ella fráboðan um boð av slíkum slag sum nevnd eru frammanfyri í § 7, skal hann beinanvegin gera tilmæli um hetta til barnaverndarnevndina.
Stk. 2. Í førum har eftirlitsverjin metir tað rættast at eftirlitið sambært § 33 í barnaforlógini verður longt út um 18. ár barnsins, eigur hann í rúmari tíð, tað vil siga okkurt um tveir mánaðir áðrenn 18 ára føðingardagin hjá barninum (ella tann dag, tá eftirlitið longu einaferð er framlongt) senda barnaverndarnevndini eitt nærri grundað tilmæli um leingjan av eftirlitinum við tilskilan um, hvussu langa tíð eftirlitið eigur at verða longt.
§ 10. Tá eftirlitið heldur uppat, skal eftirlitsverjin senda tilnevningina og møgulig onnur skjøl í málinum aftur til barnaverndarnevndina.
Kapittul 2.
Eftirlitsverjar hjá børnum sum eru tikin heiman og sett í fosturheim, læru ella tænastu og líknandi.
§ 11. Tað áliggur eftirlitsverjanum hjá børnum, sum tikin eru heiman, at røkja tørvin hjá barninum í viðurskiftunum við fosturforeldur, lærumeistara ella onnur.
Stk. 2. Reglurnar í §§ 1-6, stk. 1 og 2 verða nýttar í eftirlitsmálum, sum umtalaðar eru í hesum parti.
§ 12. Eftirlitsverjin eigur eftir gjøllari umhugsan um og í hvussu stóran mun tað verður mett neyðugt viðvíkjandi tørvinum hjá barninum, at geva fosturheiminum, lærumeistaranum, ella øðrum nærri boð um tær upplýsingar, ið eru givnar honum um viðurskiftini frammanundan hjá barninum og ættarfólki.
§ 13. Í ongum føri mugu villeiðandi upplýsingar latast, men einans slíkar upplýsingar, sum eru neyðugar til tess at fosturheimið ella hjálp frá arbeiðsplássinum til framhaldandi uppaling av næmingum kann fáast, og til tess at sleppast kann undan ávísum møguligum veikleikum hjá næminginum. Frammanfyri nevndu umhugsni kunnu hinvegin gera tað til eina skyldu hjá eftirlitsverjanum at geva upplýsingar.
§ 14. Eftirlitsverjin eigur ikki uttan frammanundan at hava útvegað sær heimild frá barnaverndarnevndini, ið hevur forsorgina hjá barninum, loyva barninum at vitja heim sítt. Ferðaútreiðslurnar av slíkum vitjanum kunnu einans í undantaksførum roknast við at verða goldnar av tí almenna.
§ 15. Fyri fosturbørn skal eftirlitsverjin hjálpa fosturforeldrunum við skriving av rokningum og geva teimum neyðuga váttan um, at tær eru rættar, áðrenn hesar verða sendar tí myndugleika, sum sambært fostursáttmálanum skal gjalda hesar.
§ 16. Um so er, at eftirlit er við barni sum er tikið heiman áðrenn tað er fylt 14 ár, áliggur tað eftirlitsverjanum í minsta lagi eitt fjórðingsár, áðrenn undirvísingarskyldan heldur uppat, at byrja samráðingar við fosturforeldrini hjá barninum um, hvar barnið framyvir skal vera. Eisini eigur at verða tosa við barnið um møguligu broytingina.
§ 17. Er barnið sett í læru ella tænastu, skal eftirlitsverjin føra eftirlit við, at lønin verður nýtt á ein ráðiligan hátt. Ein hóskandi upphædd av lønini kann nýtast til lummapening, meðan hon annars serliga eigur at verða nýtt til rímiligar klæðnaútreiðslur.
Stk. 2. Hevur barnaverndarnevndin, sum hevur forsorgina av barninum ásett, at lønin skal gjaldast til eftirlitsverjan, galda reglurnar í § 7 stk. 2.
§ 18. Eftirlitsverjin skal sambært § 9, stk. 1 í barnaverndarlógini minst tvær ferðirnar árliga – um so er, at annað ikki er avtalað, í maj og november – geva frágreiðing til avvarðandi barnaverndarnevnd um viðurskiftini hjá barninum. Um so er, at barnið fyribils er útskrivað úr einum skúla ella ungdómsheimi, skulu frágreiðingarnar tó sendast til fyristøðufólkið á viðkomandi heimi.
Stk. 2. Serligar frágreiðingar skulu annars latast tá eitt hvørt tørvar og eitt hvørt ivasamt er til staðar, tá setanin á annan hátt vísir seg at verða óheppin, ella egnu viðurskiftini hjá barninum, sum t.d. sjúka og líknandi geva orsøk hartil. Eftirlitsfólkið eigur serliga tá talan er um pinkubørn, at verða varugt við, at barnið fær neyðuga lækna- ella tannlæknaviðgerð og at átala, møguliga geva fráboðan til barnaverndina, um so er, at hetta ikki verður gjørt.
§ 19. Tá eftirlitið heldur uppat, skal eftirlitsverjin senda tilnevningina og tær váttanir v.m., sum hann hevur móttikið viðvíkjandi barninum aftur til avvarðandi barnaverndarnevnd.
§ 20. Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.