Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. juli 2026Nr. 65
Kunngerð um at fyribyrgja og týna rottu
(Rottukunngerðin)
Við heimild í § 5, stk. 3, § 7, nr. 5, § 34 a, § 34 d og § 72, stk. 3, í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd, sum broytt við løgtingslóg nr. 25 frá 14 mai 2008, løgtingslóg nr. 128 frá 22. desember 2008 og løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021, verður ásett:
§ 1. Kommunur skulu skipa eina virkna niðurberjing av rottu sambært § 5, stk. 1, í løgtingslóg um umhvørvisvernd.
Stk. 2. Kommunur skulu hava aktingarfólk at taka sær av skyldum kommununnar sambært hesi kunngerð. Í seinasta lagi 1. januar 2027 skulu allar kommunur hava ein løggildan rottutýnara í starvi, sbr. tó stk. 3.
Stk. 3. Um kommuna ikki hevur aktingarfólk, ið er løggildur rottutýnari, skal kommunan gera avtalu við aðra kommunu ella løggildan privatan rottutýnara um at røkja uppgávuna at fyribyrgja og týna rottu í kommununi.
Stk. 4. Privatir rottutýnarar skulu fylgja virkisætlanini hjá kommununi sambært stk. 9 um at fyribyrgja og týna rottu.
Stk. 5. Kommunur skulu kunna Umhvørvisstovuna um avtalur við privatar løggildar rottutýnarar ella aðra kommunu sambært stk. 3.
Stk. 6. Kommunur skulu gera uppgerðir yvir fráboðanir um rottu og tiltøk í sambandi við fráboðanir um rottu og onnur framd átøk at fyribyrgja og týna rottu í kommununi, og lata Umhvørvisstovuni avrit av uppgerðini í seinasta lagi 1. mars á hvørjum ári.
Stk. 7. Í seinasta lagi 1. januar 2028 skulu allar fráboðanir, eftirfylgjandi vitjanir, eftirlit, yvirvøka, átøk, útlegging av eitri o.a. skrásetast í eina felags talgilda skipan, sum Umhvørvisstovan veitir.
Stk. 8. Umhvørvisstovan ger á hvørjum ári, saman við kommununum, eina eftirmeting av tiltøkum at fyribyrgja og týna rottu.
Stk. 9. Allar kommunur skulu í seinasta lagi 1. januar 2028 hava gjørt eina virkisætlan um at fyribyrgja og týna rottu í kommununi, sum í minsta lagi lýkur krøvini í skjali 1. Ætlanin skal almannakunngerast, og skal dagførast í minsta lagi fimta hvørt ár.
§ 2. Umhvørvisstovan samskipar í samráð við kommunurnar fyribyrging og týning av rottu, og hevur heimild at áleggja kommunum at skipa rottutýningina eftir ávísum leisti, t.d., nær í árinum átøk skulu gerast, samskipan millum kommunur o.a.
Stk. 2. Umhvørvisstovan ger árligar uppgerðir yvir framd átøk at fyribyrgja og týna rottu um alt landið.
Løggilding og skeið
§ 3. Umhvørvisstovan løggildar persónar, sum hava luttikið á skeiði um at fyribyrgja og týna rottu, sum lýst í skjali 2, og staðið hartil hoyrandi roynd.
Stk. 2. Persónar, sum hava galdandi prógv frá samsvarandi skeiði í einum øðrum landi, kunnu løggildast sambært stk. 1.
Stk. 3. Løggildingin sambært stk. 1 er galdandi í fimm ár. Løggildingin kann endurnýggjast innan løggildingin fer úr gildi við at luttaka í endurnýggingarskeiði, sum lýst í skjali 3.
§ 4. Umhvørvisstovan skipar fyri skeiðum um at fyribyrgja og týna rottu, sum eru krav fyri at fáa løggilding og fyri at endurnýggja løggilding sambært § 3, stk. 1 og 3. Útreiðslurnar fyri skeið verða goldnar av luttakaranum sambært § 1, stk. 1, í kunngerð um gjøld hjá Umhvørvisstovuni fyri umsiting og eftirlit sambært lóggávuni á umhvørvisøkinum.
§ 5. Eftir 1. januar 2027 er bara loyvt løggildum rottutýnarum at týna rottu við eitri og at sýna bygningar sambært § 7, stk. 3.
Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1, kunnu røktingarfólk o.o. leggja rottueitur í haga, í bjørg o.tíl. undir leiðslu av og vegleiðing frá løggildum rottutýnara.
Skilhald og fráboðan
§ 6. Allir eigarar av fastogn og føstum og flótandi eindum á sjónum, skulu rottutryggja sínar ognir, so at rotta hvørki sleppur inn í bygningar ella støðast millum hús, við bygningar, úthús, fjós o.a., og at tilfar, fóður, leivdir o.a., sum kann draga rottu at sær, verður beint burtur, so at livilíkindi hjá rottu verða avmarkað mest møguligt.
§ 7. Ein og hvør, ið varnast rottu ella tekin um rottu, uttan mun til hvar, skal alt fyri eitt boða kommununi frá.
Stk. 2. Kommunan skal, skjótast gjørligt, og í seinasta lagi tríggjar yrkadagar eftir eina fráboðan um rottu, kanna fráboðanina og viðurskiftini á staðnum, og skal seta týning av rottu í verk, um rotta ella tekin um rottu eru staðfest.
Stk. 3. Kommunan skal, í sambandi við fráboðan um rottu, sýna allar bygningar á ognini, og gera eina frágreiðing um, hvørt bygningarnir eru rottutryggir sambært vegleiðing hjá Umhvørvisstovuni. Frágreiðingin verður send eigaranum við møguligum boðum um ábøtur, sum skulu gerast sambært § 17, stk. 2.
Stk. 4. Kommunan skal, um tað ber til, tryggja, at eigari, leigari ella umboð hansara er til staðar til fyrstu vitjanina, og skal vegleiða tey um neyðug tiltøk fyri at tryggja móti rottu og um reinhald, og upplýsa um, hvørt eitur verður brúkt og um onnur tiltøk fyri at fyribyrgja og týna rottu. Týning við rottueitri kann bara setast í verk, um eigari, leigari ella umboð hansara er til staðar, sbr. tó stk. 5.
Stk. 5. Kommunan skal, um tað ber til, tryggja, at eigari, leigari ella umboð hansara er til staðar til seinni vitjanir, um tað verður mett neyðugt. Um eigari, leigari ella umboð hansara ikki er til staðar, kann rottueitur bara leggjast út, um eigari, leigari ella umboð hansara var til staðar, tá rottueitur varð lagt út fyrstu ferð.
Stk. 6. Um eigari, leigari ella umboð hansara ikki var til staðar til eina vitjan, skal viðkomandi beinanvegin eftir vitjanina kunnast um neyðug tiltøk fyri at tryggja móti rottu og um reinhald, og upplýsast um, hvørt eitur er lagt út og um onnur tiltøk fyri at fyribyrgja og týna rottu.
Stk. 7. Hóast ásetingarnar í stk. 4 og 5 kann týning við rottueitri setast í verk, um tað verður mett at vera bráðneyðugt. Í slíkum førum skal kunnast sambært stk. 6.
Stk. 8. Eigari, leigari ella umboð hansara skal eftir umbøn lata kommununi ella umboðsfólki kommununnar og Umhvørvisstovuni allar viðkomandi upplýsingar.
Týning av rottu
§ 8. Kommunan skal, har rotta er, av sínum eintingum seta tiltøk í verk fyri at týna rottu, og fyri at avmarka livilíkindini hjá rottu mest møguligt.
Stk. 2. Í sambandi við fyribyrging og týning av rottu hava kommunur, við samtykki frá eigara ella leigara ella við rættarúrskurði, atgongd at øllum privatum sum almennum ognum og lendi.
Fyribyrging
§ 9. Kommunan hevur ábyrgd av at seta í verk átøk, sum áhaldandi fyribyrgja at rotta støðast innan kommunumørk. Serlig atlit skulu takast at havnarløgum, fóðurgoymslum, spillivatnsskipanum, støðum har burturkast verður goymt, fjósum, høsnagørðum og dunnugørðum o.tíl.
Rottufríar oyggjar
§ 10. Rottufríu oyggjarnar eru Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Nólsoy, Hestur, Koltur, Sandoy, Mykines, Skúvoy, Stóra Dímun og Lítla Dímun og hólmarnir, Mykineshólmur, Trøllhøvdi, Tindhólmur og Gáshólmur.
Stk. 2. Kommunan skal seta upp skelti á føroyskum og enskum á farstøðum, bryggjum, tyrlupallum og við tunnilsmunnar, haðani farið verður til rottufría oyggj við áheitan um at boða frá rottu.
Stk. 3. Umborð á skipum og bátum, sum eru í fastari sigling til rottufría oyggj, skulu vera týðilig skelti við áheitan um beinanvegin at boða manningini frá, um rotta ella tekin um rottu sæst umborð.
Stk. 4. Skip og bátar skulu ikki liggja fyri akker nærri enn 500 metrar úr landi á rottufríari oyggj.
§ 11. Øll, sum flyta fólk, fæ ella farm til rottufría oyggj, skulu tryggja, at rotta ikki verður flutt við teimum út á rottufría oyggj.
Stk. 2. Tann, sum rekur far, sum siglir ella flýgur til rottufría oyggj, skal hava regluligt eftirlit við, um rotta er umborð. Verður rotta ella tekin um rottu staðfest umborð, skal tað alt fyri eitt fráboðast Umhvørvisstovuni og kommununi, har lagt verður at.
Stk. 3. Tann, sum eigur ella rekur undirsjóvartunnil til rottufría oyggj, skal áhaldandi fyribyrgja, at rotta kann fara ígjøgnum ella støðast í tunlinum og hava eftirlit við, um rotta er í tunlinum, og skulu rottufellur og rottueitur altíð vera í tunlinum. Í seinasta lagi 1. mars á hvørjum ári skal frágreiðing um eftirlitið árið fyri sendast Umhvørvisstovuni.
Stk. 4. Øll, ið senda ella taka við sær vørur o.a. til rottufría oyggj, skulu tryggja sær, at vøran ikki er fongd við rottu, og at vøran er pakkað og goymd soleiðis, at rotta ikki kann sleppa framat.
Stk. 5. Um vøra, sum skal til rottufría oyggj, verður sett á goymslu ávegis frá sendara til móttakara, skal tann, sum flytur vøruna, tryggja, at goymslan er rottutrygg. Vøran kann ikki standa á goymslu uttandura.
§ 12. Kommunur, ið varða av rottufríum oyggjum, skulu í minsta lagi fýra ferðir um árið skipa fyri yvirvøku av rottu í oynni. Yvirvøkan skal gerast sambært vegleiðing frá Umhvørvisstovuni, og úrslitini latast Umhvørvisstovuni í seinasta lagi 1. mars á hvørjum ári.
Stk. 2. Kommunur, ið varða av rottufríum oyggjum, skulu í seinasta lagi 1. juni 2027 hava eina tilbúgving fyri at týna rottu. Tilbúgvingarætlan skal gerast sambært vegleiðing frá Umhvørvisstovuni. Avrit av tilbúgvingarætlanini skal latast Umhvørvisstovuni til kunningar.
§ 13. Fær kommunan fráboðan um rottu í rottufríari oyggj, skal kommunan beinanvegin seta tilbúgvingina at týna rottu í verk og alt fyri eitt boða grannakommunum og Umhvørvisstovuni frá.
Matvøruídnaður
§ 14. Verður Heilsufrøðiliga starvsstovan varug við rottu, í sambandi við eftirlitsvitjan sambært matvørulóggávuni, á matvøruvirkjum fevnd av kunngerð um løggilding og skráseting av matvøruvirkjum, skal Heilsufrøðiliga starvsstovan beinanvegin boða kommununi frá hesum.
Stk. 2. Kommunan skal beinanvegin boða Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá, at týning av rottu og fyribyrgjandi átøk á matvøruvirkjum er sett í verk.
Rottueitur
§ 15. Umhvørvisstovan er heimilað at umsita, innflyta, goyma og útflýggja rottueitur til kommunur og privatar løggildar rottutýnarar.
Stk. 2. Aftan á 1. januar 2027 verður rottueitur einans útflýggjað til kommunur, sum hava løggildan rottutýnara í starvi ella hava avtalu við privatan, løggildan rottutýnara ella aðra kommunu, sum hevur løggildan rottutýnara í starvi um at røkja uppgávuna at fyribyrgja og týna rottu í kommununi.
Stk. 3. Bannað er øðrum enn Umhvørvisstovuni at innflyta rottueitur.
Stk. 4. Rottueitur skal altíð goymast innilæst, soleiðis, at óviðkomandi ikki sleppa framat.
Stk. 5. Tá rottueitur verður lagt út, skal ansast eftir, at óviðkomandi fólk, fæ, fuglur, húsdjór o.o. ikki sleppa at tí.
Stk. 6. Um rottueitur verður útflýggjað til eitt nú aktingarfólk, hjálparfólk, røktingarfólk o.o., skal kunning og vegleiðing frá løggildum rottutýnara latast við um, hvussu eitrið skal handfarast, goymast og leggjast út.
Boð og eftirlit
§ 16. Kommunan kann áleggja øllum eigarum, leigarum og brúkarum av fastogn, at hesir verða sýnaðir sambært § 7, stk. 3, fyri at kanna um rotta er á staðnum. Sama kann verða gjørt mótvegis teimum, ið hava skip, bátar, ruskvognar, lastbilar, húsvognar, fóðurflakar ella annað, sum kann bera rottu við sær.
Stk. 2. Kommunan kann geva eigarum av av fastogn og føstum og flótandi eindum á sjónum boð um tiltøk fyri at fyribyrgja og avmarka livilíkindini hjá rottu sambært § 6.
Stk. 3. Um boð sambært stk. 1 og 2 ikki verða fylgd innan ásetta freist, kann kommunan fremja neyðugar atgerðir fyri rokning tess, ið ábyrgdina hevur.
§ 17. Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at reglurnar í hesi kunngerð verða hildnar.
Stk. 2. Kommunan hevur eftirlit við, at boð, sum kommunan hevur givið, verða lýdd.
Stk. 3. Um kommunan ikki røkir tær uppgávur, sum eru álagdar kommununi eftir hesi kunngerð, kann Umhvørvisstovan geva kommununi boð um, hvussu viðurskiftini skulu fáast í rættlag.
Revsing
§ 18. Við sekt verður revsaður tann, sum:
1) ikki røkir sínar skyldur sambært § 1,
2) týnir rottu við eitri ella sýnar bygningar o.a. uttan at vera løggildur sambært § 5,
3) ikki rottutryggjar bygningar o.a. ella ikki hevur nøktandi skilhald sambært § 6,
4) ikki letur neyðugar upplýsingar sambært § 7, stk. 8,
5) ikki kunnar sambært § 7, stk. 6, og § 10, stk. 2 og 3,
6) ikki fylgir átøkum sambært § 9,
7) ikki tryggjar, at rotta ikki verður flutt til rottufría oyggj og ikki hevur eftirlit sambært § 11, stk. 1 og 2,
8) ikki fyribyrgir, at rotta kann fara gjøgnum undirsjóvartunnil til rottufría oyggj, ikki hevur eftirlit við, um rotta er í tunlinum ella ikki tryggjar at rottueitur og rottufellur eru í tunlinum sambært § 11, stk. 3,
9) ikki tryggjar sær, at at vøra til rottufría oyggj ikki er fongd við rottu sambært § 11, stk. 4,
10) setur vøru til rottufría oyggj á goymslu uttandura ella goymslu, sum ikki er rottutrygg sambært § 11, stk. 5,
11) ikki setur yvirvøku av rottu í verk ella ikki hevur hóskandi tilbúgving og ger tilbúgvingarætlan sambært § 12,
12) ikki setur týning av rottu í verk sambært § 13,
13) ikki goymir og handfer rottueitur sambært § 15,
14) ikki letur bygningar o.a. sýna ella ikki ger eftir boðum frá kommununi sambært § 16, stk. 1 og 2, ella
15) ikki ger eftir boðum frá Umhvørvisstovuni sambært § 17, stk. 3.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Gildiskoma o.a.
§ 19. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 147 frá 16. november 2017 um fyribyrging og týning av rottu.
Heilsu- og orkumálaráðið, 6. juli 2026
Eyðdis Hartmann Niclasen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)
Skjal 1
Krøv til virkisætlan um at fyribyrgja og týna rottu sambært § 1
1) Virkisætlanin skal í minsta lagi fevna um:
a) Mál fyri at fyribyrgja og týna rottu í kommununi í bæði bygdum og óbygdum økjum.
b) Har viðkomandi: Tiltøk at fyribyrgja og forða rottu at koma til rottufríar oyggjar.
c) Ætlan fyri at niðurberja rottu í bygdum og óbygdum økjum, lýsing av stað, arbeiðshátti og útgerð.
d) Árlig játtan til arbeiðið at fyribyrgja og týna rottu.
e) Møguligt samstarv við aðrar kommunur ella uttanhýsis løggildan rottutýnara.
f) Førleikamenning fyri starvsfólk, sum fáast við at fyribyrgja og týna rottu.
2) Ætlanin skal eisini lýsa raðfest átaksøki fyri at fyribyrgja og týna rottu og eftirlit í:
a) Fjósum, seyðahúsum, høsnarhúsum o.tíl.
b) Virkjum, sum framleiða matvørur og fóður.
c) Spillivatnsskipanum.
d) Havnarøkjum.
e) Fráfaringarstøðum til rottufríar oyggjar.
f) Endurnýtsluplássum, brennistøðum, tyrvingarplássum og øðrum støðum við móttøku ella viðgerð av burturkasti.
g) Í haganum.
h) Í fuglabjørgum, fuglabølum o.tíl.
Skjal 2
Skeið fyri at fáa løggilding sum rottutýnari sambært § 3, stk. 1
Undirvísingin er minst 35 tímar og skal innihalda hesi høvuðsevni og endar við roynd:
1) Lóggáva o.a.
a) Kunngerð um fyribyrging og týning av rottu.
b) Djóravælferð.
c) Onnur viðkomandi lóggáva, eitt nú matvørulóggávan.
d) Vegleiðing hjá Umhvørvisstovuni um fyribyrging og týning av rottu.
2) Lívfrøði og atferð
a) Lívfrøði, lívsháttur og vanar hjá rottu.
3) Rottueitur
a) Virkin evni í rottueitri.
b) Vandi fyri eitran, sjúkueyðkenni og viðgerð.
c) Mótstøðuføri og tekin um mótstøðuføri.
4) Smittuvandi og arbeiðsumhvørvi
a) Smittuvandi frá rottum.
b) Persónlig verndarútgerð.
5) Rottufríar oyggjar
a) Flutningur av farmi til rottufríar oyggjar.
b) Yvirvøka.
c) Tilbúgving.
6) Fyribyrging av rottu
a) Trygging og reinhald.
b) Kanning av bygningum.
c) Yvirvøka.
7) Týning av rottu
a) Týning av rottu í bygdum øki.
b) Týning av rottu í óbygdum øki - í haganum, bjørgum o.ø.
c) Nýtsla av rottukassum.
8) Týning uttan eitur
a) Rottufellur.
9) Rottuforðingar
a) Ymisk sløg av forðingum, hvussu tær verða brúktar o.a.
10) Spillivatnsskipanir
a) Hvussu rottur brúka spillivatnsskipanirnar.
b) Veikleikar og brek í spillivatnsskipanum viðvíkjandi rottu.
c) Kanningar við royki ella sjónvarpseftirlit.
Skjal 3
Skeið fyri at fáa endurnýggjað løggilding sum rottutýnari sambært § 3, stk. 3
Undirvísingin hevur støði í menningini innan rottutýning seinastu fimm árini, og skal innihalda hesi høvuðsevni:
1) Lóggáva o.a.
a) Nýggj ella broytt lóggáva og broyttar reglur og vegleiðingar um rottutýning.
b) Nýggj ella broytt lóggáva og broyttar reglur og vegleiðingar um at brúka eitur til at týna rottu.
c) Onnur nýggj ella broytt lóggáva, reglur ella vegleiðingar, sum hava týdning fyri at týna rottu, eitt nú um heilsu, trygd, bygging, kloakkir o.a.
2) Annað
a) Nýggj tøkni um at fyribyrgja og týna rottu, eitt nú rottufellur, rottusperrur o.a.
b) Nýggj vitan um rottur, fyribyrging, týning, mótstøðuføri, primera og sekundera eitran.
c) Um fráboðan til Umhvørvisstovuna.
Skeiðið varir minst tríggjar tímar og fevnir ikki um roynd.