7. juni 2010Nr. 66
Kunngerð um broyting í kunngerð um afturgjaldsskyldu í sambandi við bústaðarbroytingar
§ 1
Í kunngerð nr. 15 frá 6. mars 2007 um afturgjaldsskyldu í sambandi við bústaðarbroytingar, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 18 e, stk. 3 í lov for Færøerne om offentlig forsorg, sbr. lovbekendtgørelse nr. 100 af 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 179 frá 22. desember 2009, verður ásett:”
2) Í § 2, stk. 2 verður “almennu virðismetingina av núverandi” broytt til: “virðismetingina av verandi”.
3) Í § 2 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Almannastovan nýtir húsameklaravirki ella Húsalánsgrunnin at gera virðismetingina sbrt. stk. 2.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Almannamálaráðið, 7. juni 2010
Rósa Samuelsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)