Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Nr. 67 13. juli 2026
Kunngerð um veiðigjald á makreli, sild og svartkjafti 1. august 2026 til 31. juli 2027
Við heimild í § 5, stk. 3 í løgtingslóg nr. 77 frá 5. mai 2021 um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin), sum broytt løgtingslóg nr. 41 frá 25. mars 2025 og løgtingslóg nr. 216 frá 22. desember 2025, verður ásett:
Skylda at rinda veiðigjald
§ 1. Eigari av fiskifari, undir føroyskum flaggi, sum veiðir av rættindum, Føroyar ráða yvir, skal í tíðarskeiðinum 1. august 2026 til 31. juli 2027 rinda veiðigjald av veiðu av makreli, sild og svartkjafti.
Stk. 2. Veiðigjaldið er:
1) 7,73 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av makreli.
2) 1,49 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av sild.
3) 0,76 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av svartkjafti.
Stk. 3. Veiðigjaldið fer í landskassan.
Gildiskoma
§ 2. Henda kunngerðin kemur í gildi dagin eftir hon er kunngjørd.
Fíggjarmálaráðið, 13. juli 2026
Aksel V. Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)