Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. mai 2012Nr. 67
Kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum
Við heimild í § 9, stk. 1, nr. 4 og stk. 4, § 32 og § 40, stk. 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 84 frá 6. juni 1997, løgtingslóg nr. 69 frá 23. mai 2005 og løgtingslóg nr. 11 frá 26. februar 2010, verður ásett:
Landingar
§ 1. Landing í hesi kunngerð er, tá ið fiskur ella fiskavøra verður lossað frá fiskifari til móttøku á landi. Harafturat er landing í hesi kunngerð, tá ið fiskur ella fiskavøra verður umskipað frá fiskifari til annað far, og tá ið fiskur verður tikin beinleiðis úr fiskireiðskapi hjá fiskifari og latin øðrum.
§ 2. Allur fiskur og øll fiskavøra skal, tá landað verður til móttøku á landi í Føroyum, ella á føroysku landleiðunum, um eina innvigingarskipan, sum er góðkend av Fiskiveiðieftirlitinum. Í minsta lagi 10% av landaðu nøgdini, av hvørjum fiskaslagi sær, skal vigast.
Stk. 2. Tá landað verður uttanlands, skal allur fiskur og øll fiskavøra frá fiski, veidd av fiskiførum undir føroyskum flaggi, um eina innvigingarskipan, sum er góðkend av Fiskiveiðieftirlitinum.
Stk. 3. Skiparin ella bátsformaðurin á fiskifarinum hevur ábyrgd av, at fiskurin og fiskavøran verður landað um eina innvigingarskipan, sum er góðkend av Fiskiveiðieftirlitinum.
§ 3. Tey, sum taka ímóti fiski ella fiskavøru í sambandi við landingar á landi í Føroyum, ella á føroysku landleiðunum, skulu hava eina innvigingarskipan, sum er góðkend av Fiskiveiðieftirlitinum, sambært ásetingunum í hesi grein. Fiskiskip kunnu eisini hava innvigingarskipan, sum er góðkend av Fiskiveiðieftirlitinum. Umsókn, um at fáa viðkomandi innvigingarskipan góðkenda, skal sendast Fiskiveiðieftirlitinum. Fiskiveiðieftirlitið skrásetir og almannakunnger góðkendar innvigingarskipanir.
Stk. 2. Ein innvigingarskipan skal innihalda:
1) Eina vekt, sum er góðkend av Arbeiðseftirlitinum.
2) Minst 2 ábyrgdarfólk.
Stk. 3. Ábyrgdarfólkini skulu senda Fiskiveiðieftirlitinum upplýsingar um landingina, herundir um veiðinøgdina greinað á fiskaslag, sambært krøvum frá Fiskiveiðieftirlitinum. Upplýsingarnar skulu sendast elektroniskt í tí sniði og eftir teimum krøvum, sum Fiskiveiðieftirlitið ásetir, og skulu sendast í seinasta lagi yrkadagin eftir landingina.
Stk. 4. Fiskiveiðieftirlitið góðkennir innvigingarskipanirnar fyri 2 ár í senn, tó umborð á skipum fyri eitt ár í senn.
Stk. 5. Um treytirnar sambært hesi grein ikki verða hildnar, fellur góðkenningin burtur, og søkjast skal av nýggjum.
§ 4. Tá fiskur ella fiskavøra frá fiski, veidd av fiskiførum undir føroyskum flaggi, verður landað uttanlands, skal eigarin av fiskifarinum senda Fiskiveiðieftirlitinum upplýsingar um landingina, herundir um veiðinøgdina greinað á fiskaslag, sambært krøvum frá Fiskiveiðieftirlitinum. Upplýsingarnar skulu sendast elektroniskt í tí sniði og eftir teimum krøvum, sum Fiskiveiðieftirlitið ásetir, og skulu sendast í seinasta lagi yrkadagin eftir landingina.
Stk. 2. Harafturat skal eigarin av fiskifarinum, í seinasta lagi yrkadagin eftir landingina, senda Fiskiveiðieftirlitinum skjal við kravdu upplýsingunum sbrt. stk. 1, sum er váttað við undirskrift frá tí, sum tekur ímóti fiskinum ella fiskavøruni í sambandi við landingina uttanlands.
Stk. 3. Hevur fiskifarið innvigingarskipan, sum er góðkend av Fiskiveiðieftirlitinum, verða upplýsingar um landingina, herundir um veiðinøgdina greinað á fiskaslag, bert latnar sambært ásetingunum í § 3.
Fráboðan um landingar
§ 5. Skiparin ella bátsformaðurin á fiskifari undir føroyskum flaggi, ella fiskifari undir fremmandum flaggi, sum landar fisk ella fiskavøru á landi í Føroyum, ella á føroysku landleiðunum, skal, í seinasta lagi 6 tímar áðrenn fiskurin ella fiskavøran verður landað, boða Fiskiveiðieftirlitinum frá, nær og hvar landað verður. Er talan um fiskifør, sum eru úti styttri enn 24 tímar, skal fráboðanin sendast Fiskiveiðieftirlitinum í seinasta lagi 3 tímar áðrenn, fiskurin ella fiskavøran verður landað. Fráboðanin skal sendast Fiskiveiðieftirlitinum umvegis heimasíðuna www.fve.fo ella umvegis SMS. Undantiknir fráboðanarkravinum eru útróðrarbátar í bólki 5.
Stk. 2. Tá fiskur ella fiskavøra frá fiski, veidd av fiskiførum undir føroyskum flaggi, verður landað uttanlands, skal skiparin senda upplýsingar um hetta til Fiskiveiðieftirlitið. Upplýsast skal, nær og hvar fiskurin ella fiskavøran verður landað, umframt veiðinøgdina greinað á fiskaslag, sum ætlanin er at avreiða uttanlands. Fráboðanin skal sendast elektroniskt í tí sniði og eftir teimum krøvum, sum Fiskiveiðieftirlitið ásetir í seinasta lagi 1 tíma eftir, at farið er at sigla, ella í seinasta lagi 12 tímar áðrenn komið verður í landingarhavnina uttanlands.
Avreiðingar
§ 6. Tey í Føroyum, sum keypa fisk ella fiskavøru í fyrsta liði, skulu senda Fiskiveiðieftirlitinum upplýsingar um avreiðingina, herundir um prís fyri veiðina, sambært krøvum frá Fiskiveiðieftirlitinum. Upplýsingarnar skulu sendast elektroniskt í tí sniði og eftir teimum krøvum, sum Fiskiveiðieftirlitið ásetir og skulu sendast í seinasta lagi eina viku eftir, at fiskurin ella fiskavøran er keypt.
§ 7. Tá fiskur ella fiskavøra frá fiski, veidd av fiskiførum undir føroyskum flaggi, verður seld í fyrsta liði til keypara uttanlands, skal eigarin av fiskifarinum senda Fiskiveiðieftirlitinum upplýsingar um avreiðingina, herundir um prís fyri veiðina, sambært krøvum frá Fiskiveiðieftirlitinum. Upplýsingarnar skulu sendast elektroniskt í tí sniði og eftir teimum krøvum, sum Fiskiveiðieftirlitið ásetir, og skulu sendast í seinasta lagi eina viku eftir, at fiskurin ella fiskavøran er seld.
Stk. 2. Eigarin av fiskifarinum skal eisini, í seinasta lagi eina viku eftir, at fiskurin ella fiskavøran er seld, senda Fiskiveiðieftirlitinum skjal við kravdu upplýsingunum um avreiðingina sbrt. stk. 1, sum er váttað við undirskrift frá keypara uttanlands.
Skylda at lata upplýsingar
§ 8. Tey, sum taka ímóti fiski ella fiskavøru í sambandi við avreiðingar í Føroyum, og tey í Føroyum, sum keypa fisk ella fiskavøru í fyrsta liði, umframt fiskakeyparar og onnur, sum taka ímóti fiski ella fiskavøru, hava skyldu til, eftir umbøn, at lata Fiskiveiðieftirlitinum upplýsingar til hagfrøðilig og eftirlitsendamál.
Kanningar hjá Havstovuni
§ 9. Havstovan kann gera kanningar av øllum landingum í Føroyum í sambandi við stovnsmetingar av fiskastovnum.
Revsiásetingar
§ 10. Brot á § 2, stk. 1 og 2, § 3, stk. 3, § 4, stk. 1 og 2 ella §§ 5 - 7 verða revsað við bót, um ikki harðari revsing er ásett eftir aðrari lóg.
Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum tekur ímóti fiski ella fiskavøru í sambandi við landingar á landi í Føroyum, ella á føroysku landleiðunum, uttan at hava eina innvigingarskipan, sum er góðkend av Fiskiveiðieftirlitinum.
Stk. 3. Um brot verður framt av partafelag, smápartafelag, lutafelag ella líknandi, kann felagið sum slíkt, sbrt. § 40, stk. 3 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, verða revsað við bót.
Gildiskoma
§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2012. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 94 frá 27. juni 2005 um veiðihagtøl og góðkenning av innvigingarskipanum.
Fiskimálaráðið, 16. mai 2012
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)