17. juni 2008Nr. 67
Kunngerð um rætting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingaravgjald
Av tí at løgtingslóg nr. 50 frá 2. juni 2008 um broyting í løgtingslóg um tinglýsingaravgjald ikki er kunngjørd samsvarandi samtykt løgtingsins, verður kunngjørd henda rætting í løgtingslógini:
§ 1
§ 2 stk. 2 í løgtingslóg nr. 50 frá 2. juni 2008 um broyting í løgtingslóg um tinglýsingaravgjald verður strikað.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 24. apríl 2008.
Løgmansskrivstovan, 17. juni 2008
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)