Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. mai 2006Nr. 67
Kunngerð um eldrasambýli, sum seinast broytt við kunngerð nr. 153 frá 8. desember 2011
Við heimild í § 32, stk. 4 í “Lov for Færøerne om offentlig forsorg” smbr. lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 151 frá 20. desember 2005, verður ásett:
§ 1. Eldrasambýli eru bústovnar, ið hýsa fólkapensiónistum við ellisbrekum, ið hava tørv á starvsfólki at hjálpa teimum í dagligu tilveruni.
Stk. 2. Í heilt serligum førum, kunnu eldrasambýli eisini hýsa røktarkrevjandi fyritíðarpensiónistum við likamligum breki.
§ 2. Eldrasambýli verða stovnsett av kommunum ella sjálvsognarstovnum, eftir góðkenning landsstýrismannsins.
Stk. 2. Stovnsetarin av eldrasambýlinum eftir stk. 1, ger reglugerð fyri eldrasambýlið, ið skal góðkennast av landsstýrismanninum.
§ 3. Avgerð um upptøku á eldrasambýli, verður tikin av eini upptøkunevnd við 5 limum.
Stk. 2. Í upptøkunevndina verða hesi vald:
1) 1) Trý umboð við røktarfakligari útbúgving, tilnevnd av kommununi ella kommununum,
2) avvarðandi økisleiðari í Heimarøktini, og
3) ein kommunulækni, tilnevndur av landsstýrismanninum.
Stk. 3. Upptøkunevndin skipar seg sjálv við formanni og skrivara.
Stk. 4. Um limur í upptøkunevnd álvarsliga missrøkir hetta álitisstarvið, kann landsstýrismaðurin seta viðkomandi frá og taka stig til, at nýggjur limur verður valdur í upptøkunevndina.
§ 4. Upptøkunevndin ger eina innanhýsis starvsskipan fyri arbeiði nevndarinnar.
Stk. 2. Upptøkunevndin og Heimarøktin gera í felag upptøkutreytirnar til eldrasambýlið.
Stk. 3. Starvsskipanin eftir stk. 1. og upptøkutreytirnar eftir stk. 2, skulu góðkennast av landsstýrismanninum.
§ 5. Ein upptøkunevnd kann virka sum felags upptøkunevnd til fleiri eldrasambýli og til røktarheim.
Stk. 2. Felags upptøkunevndir, og starvsskipan teirra, skulu altíð góðkennast av landsstýrismanninum.
§ 6. Landsstýrismaðurin kann gera av, at kærur um avgerðir hjá upptøkunevndini kunnu leggjast til eina kærunevnd.
§ 7. Tá pensiónistar, sum ikki hava bústað í kommununi, koma á eldrasambýli at búgva, krevst ein váttan frá viðkomandi kommunu um at gjalda partvíst til raksturin.
Stk. 2. Gjaldið sambært stk. 1 verður avtalað millum kommunurnar.
§ 8. 2) (Strikað).
§ 9. 2) (Strikað).
§ 10. Felagslutir, ið eru játtaðir sambýlinum sum heild, eru ogn hjá eldrasambýlinum, og ikki ogn hjá tí einstaka búfólkinum.
§ 11. Heimarøktin letur starvsfólk til dag-, kvøld-, og náttarvakt og fyrisitur røktina á heiminum. Kommunan rindar náttarvakt sambært rokning frá heimarøktini.
Stk. 2. Heimarøkt á eldrasambýlum verður veitt sambært lóg fyri Føroyar um almenna forsorg og sambært løgtingslóg um heimasjúkrasystratænastuna.
§ 12. Rakstrarútreiðslurnar av húsinum verða rindaðar av kommununi ið eigur húsini.
Stk. 2. Eru fleiri kommunur saman um raksturin av húsunum, gera kommunurnar sjálvar ein býtislykil fyri rakstrarútreiðslurnar
Stk. 3. Kommunan og heimarøktin avtala sínamillum nærri mannagongdir í sambandi við umsiting av dagliga húsarhaldinum, av uppihaldsgjaldinum í sambandi við umlætting og av uppihaldsgjaldinum hjá fastbúgvandi búfólkunum.
§ 13. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 71 frá 27. august 1998 um eldrasambýli, sum broytt við kunngerð nr. 97 frá 9. august 2005.
Almanna- og heilsumálaráðið, 18. mai 2006
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Maria á Dul (sign.)